hósdagur 2. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 231 - 2. desember 2004
Samanleggingin av Fiskavirking og Fiskasøluna var, sum
Heidi Petersen Løgtingskvinna so gott segði tað í kjak-
sending í SvF fyrrakvøldið, at líkna við eina sølu. At
Framtaksgrunnurin legði Fiskasøluna og Fiskavirking
saman, uttan at vita, um Fiskasølan var sølubar einsamøll
er ein løgin avgerð, ikki minst fyri okkum skattgjaldarar,
sum eiga ognirnar. Hetta tykist eisini verða rímiliga breið
politisk semja um við onkrum markantum undantaki, sum
man sá tað í SvF.
Fyri tveimum árum síðani vildi eingin hava Fiskasøluna,
helst tí hon hevði vavt seg út í rækjuvinnuna og alivinnuna
í stóran stíl undir fyrrverandi leiðslu og nevnd við tí
úrsliti, at milliónaupphæddir hava verið í avskrivingum
seinastu árini. Nú knappliga, tá Fiskasølan eftir øllum at
døma aftur er vorðið eitt somikið áhugavert felag, at
onkur hevur áhuga í felagnum, so byrjaðu søgur at ganga
um eina samanlegging við Fiskavirking. Hetta fekk
leiðslu og nevnd at lata eitt boð inn fyri Fiskasøluna. Hetta
boð gjørdi eftir øllum at døma, at málið um samanlegging
av Fiskavirking og Fiskasøluna fekk sovorðnan skund, at
Fiskasølan mátti leggjast undir Fiskavirking á miðjari
nátt, uttan nakran møguleika hjá nøkrum at geva eitt boð.
Her eiga spurningar at svarast, tí fyri uttanfyristandandi
sær hetta ikki út sum ein vinnuliga skilagóð avgerð.
Man kann halda, at tað er eitt sindur ivasamt, um ein søla
kundi farið fram til leiðslu og nevnd í einum felag soleiðis
uttan nakað, men boðið frá leiðslu og nevnd hevur í
hvussu so er víst okkum skattgjaldarum, at Fiskasølan
hevur eitt søluvirði uppá á leið 50 milliónir. Var boðið ov
lágt, ongantíð betur fyri skattgjaldaran, tí so høvdu vit
kunnað fingið uppaftur meir fyri Fiskasøluna, men hetta
verða bert gitingar, tí Framtaksgrunnurin nýtti ikki hetta
gylta høvið til at biðja um tilboð fyri Fiskasøluna til t.d.
ársenda, so áhugaðir keyparar kundu nærlisið roknskapir
o.s.fr. Hetta gjørdi Framtaksgrunnurin ikki, og tí stendur
nevndin í grunninum eftir við forkláringstrupulleikanum,
hvussu eitt felag, ið sambært formanninum í Framtaks-
grunninum ikki hevur lív lagað, kann hava eitt søluvirði
upp á tíggjutals milliónir.
Nú kom so eitt boð inn upp á Fiskavirking einsamalt upp
á góðar hundrað milliónir. Hetta má verða stórsta
ábendingin um at nevndin í Framtaksgrunninum hevur
tikið eina skeiva avgerð. Boð fyri hálvtannaðhundrað
milliónir liggja á borðinum fyri feløgini hjá Framtaks-
grunninum, har nevndin í Framtaksgrunninum sigur, at
onnur fyritøkan hevur ikki lív lagað, og hin er ikki sølu-
bar, uttan eina fiskasølu. Tað er ikki so galið at fáa boðið
hálvtannaðhundrað milliónir, um hetta veruliga er sum
nevndin í Framtaksgrunninum sigur.
Fiskavirking kundi verið selt fyri nógvar pengar fyri
tveimum árum, síðani, men har lá Framtaksgrunnurin
sjóvarfallið av sær, og tíverri sær út til at tað sama kann
endurtaka seg. Bert spell at man partlikviderar salgbaru
Føroya Fiskasølu í prosessini.
Tvey reint føroysk boð vóru vrakaði í niðurgangstíðum.
Einasti møguleiki hjá Framtaksgrunninum veruliga at fáa
nógvan pening burturúr Fiskavirking og Fiskasøluni er,
um onkur betalir dupultan prís fyri alt. Tað vildi bert hent,
um onkur, t.d. íslendarar, strategiskt keypti seg inn í før-
oyska fiskivinnu. Er tað ein ynskilig støða, tá eingin før-
oyskur kappingarneyti av týdningi er til? Livst so spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sølan handan stongdar dyr
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Regin Eikhólm
Vanliga verður sagt, at øll
eru vit líka fyri Gudi, men
hetta er ikki galdandi í
øllum kirkjusóknunum. Tað
finnast nevnliga nakrir
kallkynsprestar í Føroyum,
sum ikki góðtaka at kvinn-
ur gerast prestar, og nokta
at samstarva við tær. Ein
teirra, Bergur D. Joensen,
prestur við Vesturkirkjuna,
gjørdi hetta greitt í fimm-
aranum í Útvarpi Føroya
24/11-04
Tað var tí vælgerandi at
síggja lesarabrævið frá 22
ára gomlu Tórun Hansen,
undir heitinum: "Nei, álv-
aratos Bergur" (Dimma-
lætting 25/11-04), sum eina
reaktión
upp
á
sama
fimmara.
Tórun
átalar
harðliga Berg D. Joensen,
prest, fyri ein avoldaðan,
dømandi og funda-mental-
istiskan hugburð, vendir
móti kvinnuligum prestum
og fráskildum.
Inntil 1947 var í danska
kongaríkinum bert loyvt
monnum at blíva prest-
vígdir, men nýggja lógin
frá 1947 sigur, "at person-
er, der har bestået teologisk
embedseksamen,
kan
præsteviest".
Jesus og kvinnurnar
Frásagnir hjá teimum fýra
evangelistunum, Matteus,
Markus, Lukas og Johann-
es, siga okkum hvussu
Jesus møtti kvinnunum.
Harav framgongur, at Jesus
sjálvur uttan himpr setti seg
út yvir tabufongdu økini og
avmarkingarnar annars hjá
ísraelsku kvinnuni. Hann
gjørdi ikki mun á kvinnu og
manni, tey vóru fyri honum
javnlíkar og fingu somu
virðuligu viðferð, uttan
mun til hvat ella hvørji tey
vóru. Hetta var annars
óhoyrt tá á døgum.
Paulus og kvinnunar
Paulus, sum av mongum
verður brúktur til at blá-
stempla
"kvinnukúgan",
var urkristindómsins størsti
trúðboðari við mongum
eginleikum. Hann var upp-
aldur í strangari farise-
irskari lógarond og hevði
eina rabbinara fortíð, har
maðurin er skaptur í Guðs
bílæti, meðan kvinnan bert
hevur mansins endurskyn
og ein undir-ordnaðan tæn-
andi status. Hon kundi tí
ikki gerast prestur. Hesa
gomlu
konstellatiónina
millum mann og kvinnu
heldur Paulus fast við, og
hon endurspeglast í hansara
analogi millum mann-
kvinnu og kristus-kirkju.
Ein gomul jøda hugmynd
um Jahve og hansara
brúður Ísrael.
Jesu javnlíkisfatan vann
ikki frama hjá Paulusi.
Helst hevur tað fallið Paul-
usi lættari at stýra kvinn-
unum eftir tí gamla kenda
leistinum frá rabbinara-
tíðini og geva teimum
munnkurv upp á.
Opportunir kirkjufedrar
Eins og Paulus so gloymdi
mangur kirkjufaðir sera
opportunt alt um Jesu javn-
líkisfatan og gjørdi sær eft-
irfylgjandi dælt av hesum.
Mystificerandi gnostiskar
útleggingar vóru gjørdar
um tað "djevilskt lokkandi
og tølandi" kvinnuna, ið ein
skuldi vara seg fyri. Summ-
ar enntá so vandamiklar, at
tað í 1484 kom eitt páva-
bræv, ið staðfesti existensin
av heksum, soleiðis at
kirkjufedrarnir og umboð
teirra - í Harrana navni -
noyddust at brenna fleiri
teirra á báli.
At kirkjunar umboð hava
brúkt allar snildir fyri at
halda kvinnuni niðri er ikki
nakað nýtt. Vit síggja tað
klárt hjá tí lærda Thomas
Aquinas (1225-74), tá hann
út frá Aristoteles (384-322
f. kr.) millum mangt annað
kom til ta niðurstøðu, at
kvinnan var ein miseydn-
aður maður, og kundi tí ikki
gerast prestur. Hansara
læruskipan, Thomisman,
hevur verið normgevandi
dogmatikkurin hjá katoli-
cismuni, har kvinnan - ikki
yvirraskandi - framhald-
andi er "the underdog".
Nútíðin
Jesu fatan av kvinnu og
manni sum javnlíkar var
kontroversiel fyri hansara
samtíð, men má sigast at
hava verið guddómliga
framsíggin og beinrakin,
meðan 1950-ára gamla
feminufoba
paulusdok-
trinin er stað- og tíðar-
bundið rabbinara arvagóðs,
og als ikki í samsvar við
Jesu javnlíkis fatan.
Í dag vita vit, at kvinnan
er eitt heilskapt sjálvstøð-
ugt individ á jøvnum føti
við mannin, og tað eigur at
vera ein sjálvfylgja, at
kvinna og maður fáa somu
virðiligu viðferð, sum Jesus
longu gav teimum fyri
2000 árum síðani. Apart-
heid líknandi atferðin móti
okkara kvinnuligu prestum
og fráskildum er ræðandi
og alt annað enn tíðar-
hóskandi.
Bøn í fimmaranum
Frels okkum frá kvinnuligum prestum
og fráskildum!