Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Barnakórið Drop- arnir og Glymur jólakonsert í Havnar kirkju TÍÐINDASKRIV Leygardagin komandi, kl. 16.00, verður fjølbroytt jólakonsert í Havnar kirkju, har barnakórið Droparnir, undir leiðslu av Sigrid Sivertsen, og kórið Glymur við Julian Rasmussen sum leiðara fara at syngja jóla- sangir. Droparnir er barnakór, ið m.a. er kent frá sangleik- inum Jósef. Glymur byrjaði í 1984 sum rútmiskt kór, men syngur nú sangir innan nógvar sanggreinar. Talan er um fyrstu ferð, at Droparnir og Glymur hava konsert saman. Skráin, ið er sett saman av sangum og sálmum, ið hoyra jólunum til, er fjøl- broytt, og fara kórini, um- framt at syngja hvør sín part, eisini at syngja saman í seinnu helvt av konsertini. Konsertin er ókeypis og bjóða vit øllum hjartaliga vælkomin til hesa hugna- løtuna. Nr. 231 - 2. desember 2004 11 TINHELLUDEBATTIN Pól Jespersen cand. scient. Í Tinghelluni í vikuskift- issosialinum 27. og 28. november siga teir fýra, Richard Schwartson, Ej- vind Mouritsen, Símun Absalonsen og Jens Andreassen, seg vilja leggja upp til kjak um spurningin um uppruna heimsins og ikki minst upprunan til sjálvt lívið. Yvirskriftin til greinarøð- ina er "Skapanarlæra mót- vegis menningarlæru". Eg má siga sum er, at eg eri púra skelkaður av tí, hesir menninir skriva. Vita teir ikki betur, ella eru teir blindaðir? Longu tá ið tú hevur lisið fáar reglur, kennir tú á tær, at tú ert lumpaður, vavdur inn í eina missionerandi, mani- pulerandi roynd at "prógva", at einki skil er í vísindunum og at einasti møguleiki at skilja náttúr- una er at postulera ein kreatør - ein skapara. Hetta prátið er langt av allari leið. Vísindi og trúgv eru hvørt sítt. Longu í yvir- skriftini fara teir 4 skeivir. Skapanarlæra kemur undir trúgv og menningarlæra er eitt ávegis ástøði at skilja tað yðjandi lív, sum jarð- arknøtturin ber. Tað ber ikki til at seta hesi bæði upp sum mótsetningar, tí tey eru ikki sambærilig. "Vit síggja ikki Gud, líka lítið sum vit síggja elek- tronir, men bæði opna upp fyri víðu víddum veru- leikans", siga teir fýra. Hetta er tvætl. Vísindini kunnu gera royndir við elektronum, at fáa sum mest at vita um henda løgna atombitilin, men tú kanst ikki við vísindalig- um royndum prógva ella mótprógva, at ein skapari er til. Hetta er høpisleys tala. Náttúruvísindini hava sett sær sum mál at royna at avdúka tær reglur, sum náttúran virkar eftir. Tað verður gjørt við serligum vællýstum vísindaligum arbeiðslagi. Tað stendur einum og hvørjum frítt at kanna eftir, hvat ið góð siðvenja er í hesum sam- bandi. Rættilig vísindafólk siga seg ikki vita nakran endaligan sannleika. Ivin er fremsti fylgisveinur hjá vísindafólki, sum vilja verða tikin fyri fult, eisini hjá Darwin. Eg ætli mær ikki at kjak- ast vit teir fýra, tí tað ber ikki til at kjakast við fólk, sum vita svarini framman- undan, men eg vóni, at fólk, sum hava skil fyri vísindum, og serliga lív- frøði, fara at taka til orð- anna ímóti tí, hesir fýra bera fram. Hergeir Nielsen løgtingsmaður Er løgmaður samdur við løgtingsformanninum í, - at landið ongar stra- tegiskar og ítøkiligar ætlanir hevur fyri 2005 og árini fram eftir - at landið liggur í at- gerðarloysi og rekur fyri vág og vind, og - at vinnuliga, politiska og menningarliga støðan í landinum er so hættislig, at ikki ber til at seta orð á hana. Viðmerkingar: Fyri einum mánaða síðan sóknaðist løg- tingsformaðurin alment eftir hví: " - ongi ítøkilig áhugamál eru í Japan í løtuni." Og hann legði afturat: "Talan er um næst- størsta búskapin í heiminum og størstu valutagoysluna í heiminum. Landsstýr- ið og vinnan svara løgmanni stutt og greitt! "ongi ítøkilig áhugamál í løtuni". ± Løgtingsformaðurin sýntist lamsligin yvir, at løgmaður var so væl nøgdur, hóast atgerðar- loysi í vinnuni, og stað- festi síðani: "Og løgmaður er væl nøgdur. Sigur hetta ikki meira um okkara støði á politiska økin- um, á vinnuliga økin- um og á menningar- liga økinum, enn ein kann lýsa við vanlig- um orðum? Løgmaður verður tí spurdur, um hann sær seg føran fyri at seta orð á tey út av lagi hættis- ligu viðurskiftini á polit- iska, vinnuliga og menn- ingarliga økinum. Um dagarnar sóknast so løgtingsformaðurin aftur eftir, hvørjar ætl- anir Føroyar hava fyri framtíðina? Hann sóknast ma. eftir, um ikki: "landstýrið og stóra sterka samgongan átti at sett út í kortið og at gjørt nakað ítøkiligt og munagóð tiltøk, sum kundu flutt Før- oyar fram á leiðini." - og ásannar, at: "tað kann ikki góðtak- ast, at meðan grannar- nir og Europa gera skarvslop fram eftir, so skvamblar okkara sterka landstýri og okkara stóra sterka samgonga uttan mál og mið runt í egnum dunnuhyli. Her má vend koma í.." "Føroyar hava brúk fyri strategiskum og ítøkilig- um ætlanum fyri 2005 og árini fram eftir," sigur løgtingsformaður- in at enda, og staðfestir evsta parlamentariska leiðsla landsins sostatt alment, at landið onga strategi og ongar ætlanir hevur frameftir, og sostatt liggur í atgerðar- loysi og rekur fyri vág og vind.. VIÐMERKINGAR Munnligur fyrispurn- ingur til løgmann Menningarlæra og átrúnaður eru ikki sambærilig Tom Silvurdal Fyrst ein tøkk til Árna Arge og nevndina í Fiskasøluni - - - - Mánadagin 29.11.04, legði okra løgmaður pípuna og fór til arbeiðis saman við Harra Djurholm, lands- stýrismanni. Úrslitið frættu okur í gjáramorgunin: Nevndin og stjórin á Fiskasøluni upp- søgd og Fiskasølan løgd saman við Fiskavirking. Er hetta ein beinleiðis avleiðing av fundi ímillum Framtaksgrunnin, løgmann og Djurholm? Árni Arge, fyrrverandi stjóri, og nevndin í Fiska- søluni, hava megnað at skapt virksemi í Suðuroy. Flakavirkið í Hvalba er virkið og nú er virksemið á Palm Seafood í Vági byrjað aftur og eini 20-30 fólk hava fingið arbeiði. Teir, sum nú eru sendir til hús, hava megnað meira enn teir báðir harrarnir í Tinganesi og leiðslan/- stjórin í Fiskavirking hava megnað her í Suðuroy! Í Vági hevði Fiskavirking við stjóranum, Meinhard Jacobsen, ætlanir um at byrja virksemi á gamla Polarfrost í august í ár. Enn er einki hent hesum viðvíkjandi. Undirritaði tosaði sjálvur við Meinhard í telefon í maj mánaði í ár. Hettar var í samband við royndirnar at byrja eitt turkivirki í Vági. Okur vóru fleiri vágbingar um hesa verkætlan. Lánveitarin, Føroya Banki, setti spurn- artekin við rávørugrundar- lagið fyri einum slíkum virksemi í Suðuroy. Fyri at tryggja rávørugrundarlag- ið, fekk Meinhard/Fiska- virking, bjóðað at koma við í hesa ætlan sum partaeig- ari. Eitt turkivirki í Vági hevði givið arbeiði til 20- 40 fólk, alt eftir rávøru- grundarlagnum. At Føroya Fiskavirking, saman við vágbingum, fór undir virk- semi í Vági, hevði bøtt um teirra umdømi her og vildi verið við til at fingið ágangin um at lata virkið í Vági upp, til at linka. Men stjórin kunnaði meg um, at teir høvdu eina ætlan klára og fóru sjálvur at byrja virksemi á teirra virki her í bygdini. Enn er onki hent í Vági og neyvan fer nakað virk- semi at byrja aftur har! Nú Framtaksgrunnurin hevur avgjørt at koyra okra suðuroyarvinir til hús, er væntandi at okra illi andi, Fiskavirking, fer at niður- leggja alt virksemi, bæði í Hvalba og á Palm Seafood í Vági? Er tað hetta sum Løg- maður og Djurholm hava at geva okum suðringum í jólagávu? Er hettar nakað sum okra samgongu tinglimir, Johan Dahl, Hendrik Old og Sverri Midjord, kunnu taka undir við? Einskiljing merkir tað, at okur suðringar skulu frá- skiljast allan ágóðan / alt fiskaarbeiði innan fiska- virking á landi í Føroyum, áðrenn Framtaksgrunnurin selur okra fiskavirki til norðoyingar/íslendingar, ella? Taka Suðuroyar tinglim- irnir undir við, at fiska- virking fær størri ávirkan á fiskaarbeiði í Suðuroy? Hava tykur ikki skilt, at okur suðuroyingar nú í 12 ár hava stríðst við at fáa hetta felag til at lata fiska- virkið í Vági upp? Hvat fer nú at henda við flakavirkinum í Hvalba og virkseminum á Palm í Vági? Havandi í huga at okra landstýrismaður í fiski- vinnumálum ætlar at gjøg- numføra broytingar sum noyða okra fiskiskip at av- reiða í Føroyum. Hvussu samsvarar hettar við hesa ætlan, nú fiska- keyparin á landi er eitt monopol? Hvat fer hettar at merkja fyri okum suðuroyingar, sum nærum ongi fiskavirki eiga, men sum tó enn eiga nøkur fiskifør? Fara nú øll okra fiskiskip á húsagang vegna vánaligar fiskaprísir-monopolprísir? Hygg at baksíðuni í Sosialinum í gjár. Er hettar vinnupolitikkur javnaðar- floksins, Hendrik Old? Teir tríggir í fangabún- að. Vinnulívsmenn við áræði og hugsjónum, sum sóu Suðuroy sum eitt po- tentiali. Teir, sum løgdu upp til, at Suðuroy bleiv feskfiska- oyggj burturav og sum settu vinnu á stovn í Suðuroy, á virkinum í Hvalba og á Palm í Vági, eru hesir av javnaðarflokkinum/forman ninum í vinnunevndini, skýrdir bandittar! Góðu suðuroyingar: Tyk- ur, sum hava valt hesar, okra menn í Tinganesi og á Løgtingi, haldið eyguni við, hvat teir gera, og fá teir burtur, áðrenn teir heilt forkoma okum øllum. Einskiljing/Fráskiljing? Konsert í Havnar kirkju