Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 231 - 2. desember 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Herfyri andaðist Rigmor Restorff. Hana kendi eg í seksti ár. Vit vóru seinasta kríggsárið komin til Havnar at búgva, og nakað, sum lá frammaliga í huganum, var at sleppa til ein klaverlærara. Havnin tá við lítið meira enn fimtinginum av núverandi íbúgvatali var væl fyri við fólki, sum undirvístu í klaverspæli. Nevnast kunnu systrarnar Mia og Turid Waag- stein, Tina Mortensen og Gudrun Zachariassen; men ivaleyst var tilgongdin ikki minst til Rigmor Restorff Rasmussen. At hon bleiv mín lærari bar so á, at hon eftir ringar reisir við sínum fyrsta barni hevði fingið góða viðgerð hjá mammusystir mínari, "Várdis" kallað eftir klinikkini, hon hevði í Tróndargøtu, og sum eina tøkk hevði Rigmor boðið henni, at hon vildi taka onkran av hennara ungu næstringum framum í røðini til klaverspæl, um tað gjørdist aktuelt. Klaverið hjá okkum stóð tá enn í Kvívík; men beinasom vóru tey hjá grannanum Jóan Jakku, skómakaranum, at eg dagliga kundi sleppa yvir í teirra hugnaligu góðustovu at venja. Altíð var tað við hátíðarligum spenningi, at eg tá tvær ferðir um vikuna møtti til spæl hjá Rigmor í kjallaraíbúð í gamla heiminum hjá skyldmanni henn- ara Jørgen Frantz Jacobsen í Gríms Kambans Gøtu. Íheimligt minni frá hesari tíð er kon- firmatiónsgáva, "Klaverbogen II", við áskriftini "Ólavur á Heygum Joensen frá Rigmor Restorff Rasmussen". Rigmor var longu tá gitin sum landsins fremsti pianistur. Sjálv hevði hon ikki fingið nakra hægri tónleikaútbúgving, men restorffari í faðirætt var tón- leikur henni í holdið borin. Har spældu øll okkurt ljóðførið í barnaheimi hennara eins og hjá ættfólki uttanum. At hennara tónaheimur kom at fáa eitt djúpari innihald mundi hon ikki minst hava Eriki Petersen fyri at takka. Komin aftur til landið eftir lokna útbúgving stutt fyri kríggsbyrjan, legði hann til brots at fáa í lag klassiskt sam- anspæl og regluligar konsertir í Havn. Heppið var tað, at menta- maður sum Mads Jacobsen um tað mundið ráddi fyri borgum í býnum, og hann veitti nýggja tiltakinum dyggan stuðul. Mads var eisini landsbókavørður, og tí gjørdist bókasavnið úti á Debesartrøð øll árini fram til, at nýggi Kommunuskúlin var bygdur í 1956, karmur um tað áhaldandi konsertvirksemið, sum fekk so vekjandi týdningi fyri tilvitanina um helst teir gomlu barokkmeistararnar Vi- valdi, Corelli, Telemann, Händel og Bach. Tú hoyrdi eisini tónleik frá seinni tíðarhvarvum úti á bóka- savninum, og serliga minnist eg konsert, har Rigmor, ung og vøkur við uppstroknum hári, spældi okkurt megnarverkið hjá Chopin. At neyvan nakar í kongaríkinum kundi spæla so væl sum hon, var eg sannførdur um. Rigmor var ikki partur av nøkrum musikkskúla, hon var sjálv musikkskúli, í áratíggir ein institutión, har okkara fremstu pianistar sum t.d. Árni Hansen, Oddvør Johansen, Bjarni Restorff, Petur Birgir Petersen, Jóhannes Andreasen o. fl. fingu íblástur til framhaldandi menn- ing. Fryntlig og beinasom var hon, altíð fús til so mangar og fjølbroyttar uppgávur. Tá gitnir sangarar og tónleikarar sum t.d. Stefan Islandi og Henrik Sachs- enskjold komu á vitjan, var Rigmor álitið til undirspæl. Tørvaði onkrum kóri ella øðrum ljómliði pianist, Rigmor var til reiðar á klaverbonkinum, og neyvan var nøkur tónleikagrein, sum hon við sínum serstøku tónlistargávum ikki megnaði. Í Sjónleikarhúsinum var hýrurin góður, tá ið "Gággan" spældi til dans. Av og á hendi tað, at Rig- mor sat við klaverið. Minniligar vóru løturnar, tá hon í ovfara- kæti slepti vanliga dansitónleik- inum og við trølladansinum "I Dovregubbens Hall" hjá Ed- vardi Grieg hevði allan salin á lofti. Vit bæði Rigmor komu at starvast saman í mong ár. Næm- ingatalið á læraraskúlanum var vorðið so stórt, at tørvur var á tímalærara uttanífrá. Og hvat var tá meira sjálvsagt enn at heita á mína fyrstu klaver- lærarindu? Rigmor tók fegin við áheitanini, og væl var tað, tí mangir eru teir lærarar í skúla- verkinum, sum við takksemi minnast aftur á tímarnar hjá Rigmor. Umframt altíð fús at taka hond í, tá okkurt felags var á skránni, var hon ein góður og birtandi starvsfelagi. Mangar skemtiligar løturnar høvdu vit saman á lærarastovuni og á lærarasamkomum annars. Fáur dugdi sum Rigmor at siga frá søgum, lýsa persónar og greiða frá stuttligum tiburðum - altíð við einum góðlyntum skálka- brosi. Lítilæti og ósjálvsókni lýstu av hesar listarkvinnu, sum í meira enn hálva øld var so týð- andi partur í okkara mentanar- lívi. Fitt og hugnalig til tað sein- asta var hon at møta á Varða- gøtu, nú sporini vóru tyngri og lívsmegin fjarandi. Við takklæti verður hon varðveitt í minni okkara. Ólavur Hátún Minningarorð um Rigmor Restorff Í dag, hósdagin 2. desemb- er, fyllir Dánjal Pauli Dan- ielsen í Búðini á Velbastað 85 ár. Foreldrini vóru Jensia, f. Lisberg í Fámjin, og Jóannes Danielsen, bóndi í Búðini. Dánjal Pauli tók við fest- inum í Búðini eftir pápan og sat við tí í mong ár. Men áhugi og vitan hansara rakk langt út um bóndaskap og Velbastað. Hann hevur óvanliga gott minni, hevur nomið sær kunnleika um alt millum himmal og jørð og eigur eina ótrúliga vitan. Hann hevur stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild, bæði burturi og heima, og tí er tað natúrligt, at hann, umframt at bónd- ast, eisini hevur verið uppi í politikki og í almennum nevndum. Dánjal Pauli er fólka- floksmaður um ein háls, og hann hevur havt týðandi álitisstørv í flokkinum. Hann er sjálvstýrismaður og man hava fingið tjóð- skaparkensluna inn við móðurmjólkini, tí tað var mammubeiggi hansara, Jens Olivur Lisberg, sum fekk tað fyrsta føroyska flaggið framleitt í Keyp- mannahavn í 1919. Dánjal Pauli hevur eisini stillað upp fyri Fólkaflokk- in í Suðurstreymoy, men varð ikki valdur. Haraftur- ímóti kom hann í Lands- stýrið, tá Javnaðarflokk- urin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin skipaðu samgongu eftir valið í 1974. Hann umsat fjølbroytt málsøki í Landsstýrinum árini 1975-81: landbúnað, mentan og landsverkfrøð- ingin. Hann fekk nógv av skafti á øllum málsøkjum, men serliga er at nevna Norðurlandahúsið. Erlend- ur Patursson hevði havt uppskot í Norðurlandaráð- num um at byggja eitt sjón- leikarhús í Havn. Tað end- aði við einari samtykt um at byggja eitt mentanarhús, og tað fall Dánjal Paula í lut sum landsstýrismanni at fremja ætlanina í verki, sjálvsagt í tøttum samstarvi við Norðurlandaráðið. Hann fór íðin til verka, og í 1983 læt húsið upp. Sum heild hevur Dánjal Pauli havt stóran áhuga fyri norðurlendskum samstarvi. Fyri henda áhugan fekk hann í 1994 "Letterstedts nordiska förtjänstmedalj". Av øðrum skal nevnast, at í hansara tíð sum lands- stýrismaður varð eisini nýtt Landsbókasavn bygt. Sum nevnt hevur Dánjal Pauli eisini havt fleiri onn- ur almenn álitisstørv. Hann sat í mong ár í nevndini fyri Føroya Brunatrygging og í Jarðarráðnum í 18 ár frá 1957, tey flestu árini sum formaður. Hann var for- maður í Umboðsráðnum hjá SEV í 12 ár frá 1963, og hann var eisini í stýrinum fyri Norðurlandahúsið 1980-98, 4 ár undantikin. Haraftrat var hann limur í Sjónvarpsnevndini í mong ár. Dánjal Pauli var giftur við Hellu, sum var úr Havn. Teirra heim í Búðini á Velbastað stóð opið fyri øllum, og mong eru tey, bæði føroyingar og ikki minni útlendingar, sum hava sitið væl har. Hella, sum var systir skaldið Jørgen Frantz Ja- cobsen, og Dánjal Pauli fingu dóttrina Súsannu, sum eigur dóttrina Amaliu. Súsanna nam sær útbúgv- ing sum løgfrøðingur. Hon røkir nú hægsta embætis- starv í Føroyum sum stjóri hjá Løgtinginum. Bróðirdóttir Dánjal Paula, sum eisini eitur Súsanna, hevur fest garðin. Dánjal Pauli er birgur og líka livandi sum persónur enn, hóast árini nú eru 85. Prógv Brynhild Danielsen, Hoyvík hevur lokið útbúgving sum Master of Science in Health Promotion við the Robert Gordon Uni- versity Aberdeen. Hon fekk prógvið handað á Hotel Føroy- um hin 26. november 2004 Dánjal Pauli Danielsen 85 ár