hósdagur 2. desember 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 2. desember 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Dagurin
2. november. Bibiana, deyð umleið ár 1367. Dóttir
ein keisarligan embætismann, Flavianus. Tá ið tað
upp, at dótturin var kristin, vórðu øll í húsinum tikin
av døgum. Bibiana stendur summastaðni skrivað
Viviana.
Michael Müller 50 ár
Hósdagin 2. desember
verður ein kendur havnar-
maður, ella sum vit plaga
at
siga,
ein
"landa-
vegsfressur", 50 ár.
Michael hevur fingist
við mangt og hvat hesi 50
árini, men mest kendur
man hann tó vera sum
bátasmiður. Eftir lokið
studentsprógv fór Micha-
el at arbeiða í "impræg-
neringini" hjá Balslev
undir Svartafossi. Í hes-
um arbeiði kom hann at
kenna tann kenda báta-
smiðin úr Fugloy, Jógvan
Hansen, sála. Hjá Jógvani kom Michael at standa í
læru sum bátasmiður, og arbeiddi hann hjá honum í
nøkur ár.
Í sínum yrki sum bátasmiður er Michael komin
víða um. Hann hevur smíðað bátar bæði í Føroyum
og uttanlands. Jú hendurnar eru skrúvaðar rætt uppá
mannin, tað kunnu vit øll verða samd um.
Millum vinir er Michael kendur sum tann ið altíð
er fastur fúsur at skipa fyri bæði einum og øðrum,
tað veri seg veitslum, uttanlandsferðum, túrum her á
okkara egnu oyggjum og mongum øðrum skemti-
ligum tiltøkum.
Michael hevur eisini altíð dugað væl við konu-
fólki; tær eru ikki so fáar sum fáa stjørnur í eyguni,
tá navnið á honum verður nevnt. Hatta smílið og so
hasi eyguni eru ikki at koma uttanum. Jú, sjarmør
um ein háls hevur hann altíð verið.
Mangt annað kundi verið at sagt frá, sum Michael
saman við hinum landavegsfressunum hevur verið
uppií, men lat fara; tað ber ikki til at nevna alt her, tí
nógv av tí er ikki fallið fyri "fyrningarfreistini" enn.
Vit landavegsfressar ynskja tær hjartaliga tillukku
við 50 ára føðingardegnum og góðan byr framyvir.
Heilsan
Fleiri landavegsfressar
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri pápi, sonur og beiggi okkara
Dávur Gudmundsson Isfeldt
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
29. november 2004, 44 ára gamal.
Farið verður frá Landssjúkrahúskapellinum
fríggjadagin kl. 19.00 í Vesturkirkjuna.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin 4. desember kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Mortan, Maria, Solveig, Gunnhild, Jón og Janus
Tey, ið vilja minnast Dávur, kunnu lata eina peninga-
gávu til børnini á konto í peningastovnunum.
Margit Margretha Adelheid
Midjord varð borin í heim á
Geilini í Fuglafirði hin
29.11.1924, og gjørdist
sostatt 80 ár hin 29. no-
vember. Foreldrini vóru
Christian
og
Nicolina
Thomsen, bæði úr Fugla-
firði. Tey vóru 6 systkin:
Mary Cruse, ið er gift til
Onglands, Solby Olsen, ið
varð gift til Klaksvíkar,
Noomi Joensen, ið er gift
til Saltangará og Símin
Hendrik Thomsen, ið er
giftur og býr í Fuglafirði.
Ein beiggi doyði sum
pinkubarn.
Sum blaðung fór Margit
til Klaksvíkar at tæna, og
har var hon eisini í mong ár.
M.a. arbeiddi hon sum
køksgenta á sjúkrahúsinum
og seinni á vaskaríinum og
á
hermetikkfabrikkini.
Margit flutti aftur til Fugla-
fjarðar, og í 1957 giftist
hon við Sivardi Midjord.
Tey bygdu hús norðuri á
Høvda tætt við gomlu
Høvdahúsini,
sum
var
barndómsheimið hjá Si-
vardi. Sivard, sum var
sjómaður øll árini, doyði í
1989. Margit eigur ein son,
tvey ommubørn og ein
langommuson.
Ikki sæst á Margit, at hon
hevur verið álvarsliga sjúk,
tí hon er bæði løtt røsk og -
satt at siga hevur hon prát-
ingarlag og fimi sum eitt
ungfólk. Annars dámar
Margit væl handarbeiði, og
hon hevur bundið eina
ørgrynnu av troyggjum og
hosum. Henni dámar eisini
væl í urtagarðinum, og hev-
ur hon verið við til at røkja
hann so mikið væl, at hann
í 2002 vann eitt 3. pláss í
urtagarðskappingini
hjá
Fuglafjarðar Kommunu.
Margit dámar eisini væl
at lesa - gjarna stutt- og
skaldsøgur - men hon ger
eisini nógv fyri at halda seg
kunnaðan við vikubløðum
og avísum. Tað er altíð
hugnaligt at koma inn á
gólvið hjá Margit; hon
eigur altíð ein góðan kaffi-
munn, og tað liggur væl
fyri hjá henni at siga frá
gomlum døgum, og hvussu
ymisku viðurskiftini vóru
tá.
Margit Midjord 80 ár
Komin til arbeiðis í morgun bórust
mær døpru og syrgiligu tíðindini
um, at bygdarmaður og góði vinur
mín Birgir var deyður, bert 51 ára
gamal. Sum altíð tá slík tíðindi
berast kemur hetta dáttliga við og
tíðin steðgar á - tú skilir ikki, ella
vilt ikki góðtaka syndarliga veru-
leikan.
Seinast vit báðir Birgir hittust var
næstseinasta leygardag. Eg hevði
saman við synunum verið eftir har-
um og hitti Birgir Uppi undir
Brekkum. Lítið grunaði tað okk-
um, at hetta varð seinastu ferð at vit
skuldu práta saman. Tilvildin hin-
vegin vildi tað soleiðis, at her oman
fyri garðarliðið, í fagrasta vetrar-
veðri - við útsýni yvir ta bygd vit
høvdu slíkan tokka til - skuldu vit
hittast seinastu ferð. Her, við fagra
útsýninum yvir bygdina, sum lá í
fagrasta vetrarskrúð, við høgu
fjøllunum og Kallsoynni í baksýni
og skoðandi út á Norðhavið, alt
meðan sólin sendi sínar geislar
millum Tyril og Middagsfjall, fingu
vit báðir soleiðis okkara seinasta
prát. Hendan løtan var okkara og í
tíðini sum kemur, verður tað gott at
kunna knýta seinastu minnini um
Birgir, at vøkru myndini hendan
leygarmorgun.
Birgir var sum altíð glaður og
smílandi. Hansara hugsan við hes-
um, hansara seinasta harutúri, var
ikki at fáa størst møguliga veiðu.
Hugsanin við túrinum hjá Birgiri
var, sum hann sjálvur segði tað, at
fáa ein túr í hagan og kunna njóta
løtuna í haganum, langt burtur frá
dagliga degnum við sínum stríði og
strevi.
Vit sum kendu Birgir vistu, at
hann var ein arbeiðsrót fram um
teir flestu. Ikki bara var hann so
sera arbeiðssamur, tað lá eisini so
ótrúliga væl fyri at arbeiða. Sama
gjørdi hvat handaliga arbeiði var,
hann var sum tikin úr leikum til tað.
Sum ungur arbeiddi hann innan
byggivinnuna, men hansara lívs-
starv skuldi tó gerast innan flaka-
vinnuna. Hansara hegni, kunnleiki
til maskinur og hendinga arbeiðs-
evnir gjørdu, at hann varð biðin at
koma til Norðís at arbeiða. Hesum
yrki varð hann verandi í. Hesi
seinastu nógvu árini arbeiddi hann
við saltfiskaframleiðslu og seinastu
árini var hann virkisleiðari á salt-
fiskavirkinum á Toftum. Hugsi
ikki eg fari nógv skeivur tá eg sigi,
at hansara størstu og bestu egin-
leikar í arbeiðslívinum vóru at
síggja fram um dagin í dag og
menna nýggjar skipanir innan
framleiðsluna og soleiðis fáa meir
burtur úr rávøruni og ikki minst
gagnnýta størri partar av henni.
Ongin ivi er um, at hansara part-
ur liggur ikki eftir, nú føroyskur
saltfiskur er komin á ovastu rók og
er millum best dámdu saltfiska-úr-
dráttir á marknaðinum. Besta tekin
um hetta man vera, at tá hann fyri
júst einum ári síðan helt fimti ára
føðingardag, komu umboð fyri
saltfiskakeyparar heilt frá londun-
um við Miðjarðarhavið til Gjáar at
halda dagin saman við honum. Eitt
greitt tekin um at arbeiði hansara
varð virðismett, eisini uttanfyri
landoddarnar og hevur borið
fruktir!
Birgir hevði stóran tokka til
bygdina. Hann vitjaði tí javnan og
til øll serlig tiltøk sum vóru í bygd-
ini, ella til frama fyri eitt hvørt í
bygdini, møtti hann upp og stuðl-
aði. Hann var til allar nýggjárs-
veitslurnar og stuðlaði hesum við
undirhaldi og á annan hátt. Orsøkin
til luttøkuna, var ikki veitslan sjálv,
men gleðin at koma saman við
bygdarfólkinum og øðrum við til-
knýti til bygdina og síðst men ikki
minst viljin at stuðla og halda uppi
hesum tiltaki, sum hevur verið fast-
ur táttur í bygdini seinastu nógvu
árini. Nú bygdin minkar og færri
eru at skipa fyri veitslunum, sam-
skiftu vit báðir so seint sum hós-
dagin innan hann andaðist, um
møguleikan fyri at skipa fyri einari
bygdarveitslu seinni í vetur. Sum
altíð var hann til dystin fús og bjóð-
aði seg fram at hjálpa til. Hetta var
sum nevnt seinasta hósdag og ikki
grunaði tað meg, at næstu boðini
um Birgir skuldu vera, at hann ikki
var millum okkara meir.
Nú Birgir er farin, stendur eitt
stórt pláss tómt eftir hann. Hetta er
galdandi fyri vinir, arbeiðsfelagar
og arbeiðspláss hansara, sum við
honum hava mist so ótrúliga nógv.
Størsti missurin og saknurin er tó
hjá øllum tykkum sum stóðu hon-
um næst. Við øllum tykkum havi eg
mína djúpastu samkenslu. Nú sorg-
in nývir sum mest, er ringt at síggja
frameftir og finna troyst. Mín vón
og ynski skulu tó vera, at eftir
tungu og døpru dagarnar fyri
framman, finna tit lívsmótið og
lívsgleðina aftur.
Við hesum fátøku orðum lýsi eg
frið yvir minnið um bygdarmann
og góða vin mín Birgir Nónsgjógv.
Símun
Minningarorð um
Birgir Nónsgjógv