Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 • hósdagur • 2. desember 2004 • 78. árg. Audi A3 Sportback er annað enn ein stationcar við 5 hurðum. Bilurin er væl gjørdur og sportsligur við koyrieginleikum í serklassa, og 2,0 litur FSI motorurin við 150 hk er kvikur og hóskar væl til bilin BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Audi A3 Sportback er stationcar útgávan av Audi A3 við størri viðførisrúmi og betri beinplássi til tey ferðandi á baksetrinum. Bilurin kappast heldur í gjøgnumførdum kvaliteti enn í prísi við aðrar bilar í somu stødd. Undirvognurin er soleið- is gjørdur, at bilurin hevur sportligar koyrieginleikar og sera góðan stabilitet í svingum. Elektromekan- isku róðurgreiðirnar og servostýringin laga seg alla tíðina til ferðina. Innan er A3 sportligur við sportsetrum og alu-look luftdysum á instrument- borðinum og eini smartari og praktiskari gardanboks. A3 Sportback fæst við fýra bensinmotorum og tveimum diesel. Bensin- motorarnir eru: 1,6 litur við 102 hk, 2,0 litur FSI við 150 hk, 2,0 litur við 200 hk og turbo, og 3,2 litur V6 við 250 hk og Quattro. Diesel- motorarnir eru: 1,9 TDI við 105 hk, og 2,0 TDI við 140 hk. Nakrar av útgávunum hava 6-trins girkassa sum standard. A3 Sportback fæst í trim- um útgávum hvat útgerð viðvíkur, grundútgávan er Attraction, sportútgávan er Ambition og Ambiente er luksusútgávan. Av trygdarútgerð kunnu vit nevna t.d. aktivar nakka- pútur, airbag framman, í síðunum og høvuðairbag til tey ferðandi framman og aftan. Bilurin vit royndarkoyrdu var ein 2,0 FSI Attraction við 6 girum, sum eigur at kosta kr. 296.000, men við blankum takboylum og klimaanleggi kostar hann kr. 315.000. 17" hjólini á bilinum kosta kr. 8.000 eyka. Annars kostar bíligasti A3 Sportback kr. 258.000. Audi A3 2,0 Attraction Sportback Motorurin: 2,0 litur 4 syl. FSI besnin 120 hk 0-100 km/t: 9,1 sek. Bensinnýtsla: 13,5 - 14,5 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 225/45-17 (standard = 205/55-16) Stødd og vekt Longd: 428,6 cm Breidd: 176,5 cm Hædd: 142,3 cm Eginvekt: 1205 kg Viðførisrúm: 302 litrar Prísur: kr. 315.000,- Søluumboð Bilasølan v. Øssur Johannesen Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 315354 www.bilasolan.fo Sportsligur Audi A3 Sportback Innan er A3 sports- ligur við sportsetrum og alu-look luftdysum á instrumentborðinum Audi A3 Sportback. Eins og allir nýggir Audi hevur hesin eisini nýggja trapez-formaða kølaragittari Audi A3 Sportback er stationcar útgávan av Audi A3 A3 sportback hevur stóra baklúku, og lessihæddin er lág