hósdagur 2. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mercedes
stjórin
misti bilin
Bilurin
hjá
týska
D a i m l e r C h r y s l e r
stjóranum,
Jürgen
Schrempp, ein Mer-
cedes-Benz
S600
limousine, bleiv stolin
tann 26. oktober í
Stuttgart. Hóast bilurin
hevur alla framkomna
radarútgerð, hevur tað
ikki
eydnast
týska
politinum
at
finna
hann
Kelda: Motor Magasinet
Framleiðast
í Eysturríki
Chrysler í USA hava
skrivað sáttmála við
Magna Steyr í Eystur-
ríki um at framleiða
Chrysler 300C sum
sedan og stationcar til
evropeiska og markn-
aðin og til Miðeystur
Kelda: Motor Magasinet
Gassbilar til
Gøteborg
Fiat hava selt 20 teir
fyrstu Punto Natural
Power til Gøteborg
kommunu. Talan er um
á ein ordra uppá til-
samans 200 bilar til
Gatubolaget,
sum
stendur fyri almennu
bilunum. Bilarnir hava
1,2 litur motor við 52
hk og kunnu koyra upp
á bæði bensin og gass
Kelda: Motor Magasinet
Nú ber til at SMS´a og
spyrja um tíð til at fáa
bilin á verkstað ella
spyrja um hann er
klárur at avheinta,
sigur Regin W. Dals-
gaard, stjóri á fyri-
tøkuni ISUUS P/F, ið
hevur ment eina sera
framkomna tvívegis
SMS-skipan til bil-
branchuna
SAMSKIFTI
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nógvir bileigarar kenna til,
hvussu trupult tað mangan
kann vera at sleppa ígjøg-
num, tá teir t.d. ringja til sín
bilhandlara at biðja um tíð
á verkstað, ella at spyrja um
bilurin er liðugur og klárur
at avheinta.
Hendan trupulleika hevur
fyritøkan ISUUS loyst við
at geva fyritøkunum sín
egna terminal, sum líkist tí
hjá Føroya Tele, sum vit
kenna best frá 1441 numm-
arinum. Munurin er, at
skipanin hjá ISUUS er
tvívegis, brúkarin betalur
ikki eyka fyri at samskifta
við terminalin, og kostnað-
urin ið fyritøkar ber er fleiri
ferðir bíligari. Hetta ger, at
ein og hvør fyritøka sparir
munandi við slíkari loysn.
ISUUS-forritið er eitt
samskifti ígjøgnum fartele-
fonina hjá kundanum og
EDV skipanina hjá fyri-
tøkuni. Innanhýsisparturin
av ISUUS skipanini, er at
starvsfólkini hjá fyritøkuni
kunnu skráseta á telduni,
um tey eru til arbeiðis, hava
frí, ella eru eitt ørindi í bý-
num og senda boð ímillum
teldurnar, tvs. at sjálvt um
starvsfólkini eru upptikin í
telefonini, so fáa tey altíð
boð við vekslarin.
Skipanin kann t.d. brúk-
ast til at spyrja um prís á
bilum og eykalutum ella at
spyrja um saldo á kontoini.
Eisini kunnu fyritøkurnar
nýta skipanina til at kunna
teirra viðskiftafólk um ym-
isk tilboð o.l.
Tá t.d. bilurin er liðugur
á verkstaðnum, verður tað
tastað inn á telduna, tá so
kundin sendir SMS fyri at
spyrja um bilin, fær hann
umgangandi svar. Hetta ger
hann við at skriva numm-
arið á bilinum í fartelefon-
ina og senda SMS til bila-
søluna.
Tær bilasølurnar sum
higartil hava ognað sær
ISUUS-skipanina
eru:
Bilasølan v. Øssur Johanne-
sen, P/f Reyni Service, og
P/f Meinhardt Arge.
Eisini aðrar fyritøkur í
Føroyum og í Danmark
nýta ISUUS-skipanina, ið
má sigast at vera rættiliga
slóðbrótandi. Skipanin hev-
ur verið sýnd á stórum
vinnumessum í Danmark
við góðum úrsliti.
Í samfelagnum í dag skal
alt ganga skjótt fyri seg,
kundin hevur skund, fyri-
tøkurnar hava nógv at gera,
tolsemið verður minni og
minni. Vit hava luftað
idéirnar við vinnulívið um
slíkar rationaliseringar og
vinnan hevur tikið heilt væl
ímóti hesum, tí hetta er til
gagn
fyri
kundan
og
fyritøkuna. Marknaðurin er
búgvin til at slíkar skipanir,
tí øll hava fartelefon í dag,
sigur Regin W. Dalsgaard,
stjóri á ISUUS.
Ongin bíðitíð við tvívegis
SMS-skipan
Hjá P/f Meinhardt Arge hava teir góðar royndir við ISUUS-skipanini, f.v. Regin W. Dalsgaard, stjóri á ISUUS, og Otto Andreasen frá kundamóttøkuni hjá P/f
Meinhardt Arge
TÍÐINDSKRIV
frá Ferðslutrygd
"Trygg á leiðini" er heitið á
nýggjum tiltaki, har allir
næmingar í 1. flokki fáa
hvør sín gulan endurskins-
vest. Tiltakið verður gjørt í
samstarvi við Tryggingar-
felagið Føroyar.
Nú myrka vetrartíðin av
álvara er byrjað at merkjast,
er umráðandi at fara í ljós
vetrarklæði og at nýta end-
urskin. Og serliga umráð-
andi er, at børnini síggjast
væl, tey eru jú tey sárbær-
astu í ferðsluni.
Vónin er, at skúlarnir
stuðla tiltakinum og gera
sítt til at børnini nýta vest-
arnar so nógv sum til ber.
Um morgunin er myrkt
hesa ársins tíð, so tá er
sjálvsagt at nýta vestarnar.
Men seinnapartarnar er
vesturin eisini hentur, tí tað
fer jú so tíðliga at skýma.
Trygg á leiðini
Nr. 231 - 2. desember 2004
15