Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sálarfrøðingur ella sálarviðgerði til Beran Berin hevur eitt áhugavert og avbjóðandi starv sum sálarfrøðingur ella sálarviðgerði leyst at søkja. Brennur tú fyri at gera ein mun hjá børnum, ungum og foreldrum, sum hava mist? Ella hvørs avvarðandi eru rakt av álvarsamari sjúku? Ynskjur tú vera við til at varpa ljós á og at menna hjálpina og yrkisførleikarnar innan sorgarøkið? So er hetta rætta starvið til tín. Talan er um starv á ¾ tíð, við møguleika fyri at fara upp í fulla tíð seinni. Starvstíðin er í høvuðsheitum í dagtímunum (kvøldarbeiði uml. eina ferð um vikuna). Um Beran Berin er ein tvørfakligur, landsfelagsskapur, sum hevur verið virkin síðani 2003. Endamál Berans er: • Stuðul og hjálp til børn, ung ella foreldur, ið hava mist ella hvørs avvarðandi eru rakt av álvarsamari sjúku • vegleiðing og ráðgeving • kunnandi og fyribyrgjandi virksemi Arbeiðsuppgávur • Einstaklinga- og familjusamtalur og sálarfrøðilig viðgerð í mun til kompliseraðara sorg • Bólkaleiðsla/bólkaviðgerð • Ráðgeving, vegleiðing og supervisjón • Íverksetan av nýggjum tiltøkum og sjálvbodnum arbeiði • Kunnandi virksemi, t.d. miðlan og framløgur/undirvísing innan sorg og kreppu • Annað fyrifallandi arbeiði Talan er um sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, har tú í samstarvi við leiðsluna, fær møguleika til at ávirka og menna arbeiðsøkið og framtíðarkósina hjá Beranum. Førleikar • Tú hevur útbúgving og autorisatión sum sálarfrøðingur ella sálarviðgerði • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan sálarviðgerð til børn og ung, og um tú hevur royndir innan supervisión og undirvísing • Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevnir • Tú megnar og sær fyrimunir í at arbeiða tvørfakligt • Tú hevur viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og samstarvsfelagar Setanar- og lønarviðurskifti Starvsheitið er sálarfrøðingur ella sálarviðgerði, setanar- og lønartreytir eru sambært avvarandi sáttmála. Setanarstaðið er Berin, Niels Finsensgøta 32, Tórshavn. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til berin@ berin.fo Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. Apríl 2019. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oddvør Poulsen, leiðara, tlf. 222993. Hósdag 28. mars: Knettir · Saltað svínakjøt · Kálrullur Fríggjadag 29. mars: Rivjasteik · Lasanja Leygardag 30. mars: Nakkafilet (marinerað) Mánadag 1. apríl: Karrybollar · Fiskafrikadellur Týsdag 2. apríl: Hamburgarryggur · Hakkibúffur Mikudag 3. apríl: Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur MATSKRÁIN HESA VIKUNA Mán-frí: 9.00-16.00 & Ley: 9.00-14.00 Lützenstrøð 4 – FO-100 Tórshavn - tlf. 320842 – tlf. 220845 mentan@mentanargrunnur.fo - www.mentanargrunnur.fo UMSÓKNIR TIL LISTAFÓLKALØNIR Seinasta freist at søkja er 1. apríl 2019 Listafólkalønir verða latnar við tí endamáli at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, so at tey kunnu arbeiða í trý ár burturav við list. Tríggjar listafólkalønir eru tøkar at søkja í ár. Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið. Upphæddin á listafólkalønum svarar til læraraløn fólkaskúlans á lønarstigi 21.1. Umsókn skal latast inn á talgilda umsóknarblaðið hjá Mentanargrunni Landsins. Umsóknarblað er á heimasíðu okkara www.mentanargrunnur.fo MENTANARGRUNNUR LANDSINS Lützenstrøð 4, Postrúm 3198, FO 110 Tórshavn. Teldupostur: mentan@mentanargrunnur.fo Telefon +298 320842. Skrivstovan er stongd fríggjadag.