Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NORÐOYGGJAR VÆLVERUDEPIL Í KLAKSVÍK ER SERA VÆL UMTÓKTUR Vælverudepilin í Klaksvík Svimjihøll er so mikið væl umtóktur, at inntøkurnar hjá svimjihøllini nærum eru trífaldaðar, síðan vælverudepilin læt upp í endanum av farna ári Vilmund Jacobsen Tað er eingin loyna, at Klaks­ víkar Svimjihøll er millum best umtóktu og best vitjaðu støð í allari kommununi og við nýggja vælverudeplinum, sum læt upp í endanum av farna ári, er tilboðið í  svimjihøllini nú vorðið uppaftur betri og fjøl­broyttari. Leiðarin í svimjihøllini, Tork­il Mørkøre, sigur, at nýggi væl­verudepilin higartil hevur verið ein stór succes. Hetta sæst eisini aftur á inntøkunum, síð­an vælverudepilin læt upp. - Vit plagdu at rokna við, at svimjihøllin gav umleið 900.000 krónur í inntøkum um árið, men við verandi gongd, síðan vælverudepilin læt upp, er líkt til, at inntøkurnar fara at trífaldast yvir eitt ár. Leiðarin vísir á, at svimji­ høll­in altíð hevur verið væl um­tókt, og ein orsøkin er tær dag­føringar og nýhugsanir, sum eru framdar gjøgnum árini. - Vit hava nógv fólk, sum afturvendandi vitja í svimji­ høll­ini, men síðan vit eisini fingu fitnesshølini og nú væl­ veru­depilin, síggja vit javnan nógv nýggj andlit í høllini. Vit eru sera fegin um, at kunnu veita tænastu til enn fleiri við­ skiftafólk enn áður. Nógvir møguleikar Torkil Mørkøre vísir á, at í nýggja vælveruøkinum eru nógvir møguleikar. Her er gos­ bað við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnar, og gosbaðið rúmar umleið 12-16 fólkum í senn. Hitin er 38 stig, og hitin gevur kroppinum linna og vælveru. Hann sigur, at heilsuklivin bjóðar ljós- og hitaviðgerð við inn­reyðum strálum, sum geva vælveru fyri likam og sál. Ljós­ viðgerð er lívgandi fyri sinnið og linnar tunglyndi og møði. Í heilsuklivanum eru tríggjar ljós­keldur við dagsljósi, ið velj­ ast kunnu, tá heilsuklivin verð­ur brúktur. Leiðarin vísir á, at dampbað er gott fyri strongd, og tað er eisini gott eftir harða venjing. Dampbaðið er reinsandi, og kropp­urin finnur hvílu, meðan tú ert í dampbað. Á uttanduraøkinum í Klaks­ víkar Svimjihøll er ein kalt­ vatns­pottur, kaltvatnsspann, og her er ein brúsa. Uttandura hitapottarnir eru ikki komnir enn, men Torkil Mørkøre sigur, at teir koma í nærmastu fram­ tíð. Fólk við avbjóðingum Ein annar týðandi partur í Klaksvíkar Svimjihøll er venj­ ingarstøðin - ella fitnessentrið - sum almannaverkið brúkar til endurvenjingar við fólki, sum hava serligar avbjóðingar. - Her eru ymiskar maskinur og amboð til styrkivenjingar, og tað er eisini møguleiki hjá fólki við serligum avbjóðingum at brúka nýggja vælveru­part­ in. Torkil Mørkøre vísir á, at tað hevur ongantíð verið ætl­ anin hjá svimjihøllini at bjóða venjingarstøðina út í kapping við privatar veitarar. Tí er tað almannaverkið og tey, sum venja judu, sum brúka venjing­ ar­støðina og ikki almenn­ing­ ur­in. Leiðarin sigur, at almanna­ verkið hevur atgongd til venj­ ing­arstøðina alla vikuna frá klokk­an 08 á morgni til klokk­ an 16 seinnapart, og síðan hava judo-íðkarar hølini frá klokkan 16 og úteftir. - Tað er umleið hálvt ár síð­ an, at almannaverkið tók av hesum møguleika. Hetta hevur riggað ógvuliga væl, og vit eru ógvuliga glað fyri, at tey kunnu gera brúk av okkara fasil­itetum, sigur hann. Ung og tilkomin Torkil Mørkøre sigur, at tey eru mong, sum brúka væl­veru­ partin í Klaksvíkar Svimjihøll, tó at tilboðið enn er rættiliga nýtt. - Tað eru gjarna tey til­ komnu, sum brúka fasilit­et­ir­ nar um morgnarnar – og tey ungu og yngru, sum brúka fasil­itetirnar um kvøldarnar. Í stutt­um kann eg siga, at í væl­ veru­partinum hava vit vitjan av øllum aldursbólkum, leggur leiðarin í Klaksvíkar Svimjihøll aftrat. - Vit plagdu at rokna við, at svimjihøllin gav umleið 900.000 krónur í inntøkum um árið, men við verandi gongd, síðan vælverudepilin læt upp, er líkt til, at inntøkurnar fara at trífaldast yvir eitt ár, sigur Torkil Mørkøre, leiðari í Klaksvíkar Svimjihøll