týsdagur 26. mars 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NORÐOYGGJAR
BEINTA ER ÍMYNDIN AV UNG
DÓMSHÚSINUM Í KLAKSVÍK
- Eg tími framvegis
børnini og tey ungu
ógvuliga væl. Tað er
stuttligt og gevandi
at vera saman við
teimum. Vit læra
tey ymiskt, og tey
læra eisini okkum,
sum starvast her,
ymiskt. Mær dámar
væl at vera við til
at fáa tingini at
koyra, sigur Beinta
Árnadóttir Gregersen
Vilmund Jacobsen
Beinta Árnadóttir Gregersen,
sum er í einum eitt ára verk
ætlanarstarvi sum leiðari í
Húsinum í Klaksvík og Atlant
is Bio, var eisini leiðari, tá ung
dómshúsið læt upp á fyrsta
sinni í februar í 2006.
Verkætlanarstarvið í ung
dómshúsinum hesaferð byrj
aði hin 1. apríl í 2018 og í Atlant
is Bio hin 1. mai í 2018.
Men, alt byrjaði í hølunum,
har Norðoya Banki áður helt
til, og longu undan byrjanini
gekk hon á odda við innrætting
og uppbygging av virksemin
um, sum skuldi vera í ung
dómshúsinum.
Skjótt gjørdist ungdóms
húsið í Klaksvík eitt vælum
tókt og avhildið stað hjá teim
um ungu at vera.
Beinta Árnadóttir Greger
sen fór úr hesum starvi aftur
sum leiðari í 2011, men hevur
altíð havt tokka til ungdóms
húsið í Klaksvík.
Pínuleyst sum tilber
Tá virksemið hjá ungdóms
húsinum í fjør vár skuldi flyt
ast úr hølunum í Norðoya
Banka, har framúr góðar um
støður vóru skaptar og í At
lantis, varð hon fyri einum ári
síðan sett í eitt verkætlanar
starv, sum nú gongur út hin 1.
mai, tá væntandi verður lýst
eftir nýggjum leiðara.
Uppgávan hevur í fyrsta
lagi verið at byggja upp karm
arnar um nýggja ungdóms
húsið í Atlantis Bio, og sjálv
sigur leiðarin, at hennara lutur
í verkætlanarstarvinum ikki
minst hevur verið at gera flyt
ingina úr Norðoya Banka og í
Atlantis so pínuleysa sum til
ber.
Tað er soleiðis, at ungdóms
húsið í Atlantis verður rikið
kommunalt, meðan biografur
in í Atlantis Bio verður rikin av
sjálvsognarstovni, og báðar
hesar uppgávur hevur verið
ábyrgdin hjá verkætlanarleið
aranum, síðan hon átók sær
hesar uppgávur.
Bert á loftshæddini
- Ætlanin var, at vit skuldu fáa
ovastu hædd og kjallarahædd
ina í Atlantis til ungdómshúsið,
men hølini í kjallaranum eru
ongantíð vorðin klár til brúks.
Á loftinum er bara tað eina
stóra rúmið, har biografurin,
sum er í miðhæddini, partvís
stingur upp í loftshæddina.
Tað kostar pengar at gera kjall
arahæddina brúkiliga, og sum
er kann kjallarin ikki brúkast
sum partur av ungdómhúsin
um.
Beinta Árnadóttir Greger
sen dylur ikki fyri, at tey eldru,
sum eru úr 13 árum og upp til
18 ára aldur, sakna góðu um
støðurnar, sum vóru í Norðoya
Banka. Her vóru fleiri rúm, og
tískil bar til at skilja virksemið
sundur í ymiskar partar – alt
eftir, hvørji áhugamál ung
dómurin hevur.
- Hesin møguleiki er ikki í
Atlantis við tað, at øll lofts
hæddin er eitt rúm, har køkur
in eisini er partur av stóra
rúminum. Tað er jú stórur ald
ursmunur á teimum 13 og
ávikavist 18 ára gomlu, og tí
eru áhugamálini eisini ymisk,
sigur verkætlanarleiðarin.
Flytingin og umskipingin av
ungdómshúsinum hevði leingi
verið eitt ynski millum býráðs
limir í Klaksvík, og her varð
eitt nú hugsað um at fáa børn
og ung nærri skúlanum, frítíð
arskúlanum og ymisku frítíð
artilboðunum í býnum annars.
Beinta Árnadóttir Greger
sen vísir á, at við tað, at kjall
arahæddin í Atlantis ongantíð
er vorðin liðug, hava umstøð
urnar í ungdómshúsinum eis
ini verið avmarkaðar.
Nógvar góðar løtur
- Eg tími framvegis børnini og
tey ungu ógvuliga væl. Tað er
stuttligt og gevandi at vera
saman við teimum. Vit læra
tey ymiskt, og tey læra eisini
okkum, sum starvast her, ym
iskt. Mær dámar væl at vera
við til at fáa tingini at koyra,
og eg haldi, at gerandisdagurin
nú koyrir so nøkulunda í ung
dómshúsinum. Tað merkir tó
ikki, at tingini ikki kunnu
koyra enn betur, enn tey gera.
Verkætlanarleiðarin
dylur
ikki fyri, at ungdómshúsið er
hennara hjartabarn. Hon eigur
nógvar og góðar løtur saman
við børnunum, teimum ungu
og góðu starvfólkunum, sum
saman við henni hava skapt
eitt stuttligt, forvitnisligt og
gevandi umhvørvi.
- Her sleppa børn og ung at
royna seg og menna seg, og her
verða vinarbond knýtt tvørtur
um ymisk áhugamál, sigur
hon.
Tekur nógva tíð
Beinta Árnadóttir Gregersen
vísir á, at nú hon hevur ábyrgd
bæði av ungdómshúsinum og
biografinum, hava dagarnir
líka sum ikki rokkið til, tó at
hon í báðum førum hevur góð
fólk aftrat sær.
- Sambært setanaravtaluni
havi eg 30 tímar í ungdóms
húsinum og 10 tímar í Atlantis
Bio, men eg haldi, at hetta er
ov lítið í báðum førum, um tú
vilt nakað nakað veruligt við
virkseminum.
Hon sigur, at biografurin
veruliga hevur tikið dik á seg,
síðan Atlantis Bio eisini fekk
loyvi at hava primierufilmar á
skránni.
- Tað er ikki nakað gullnám
at reka biograf, tó at talið av
fólki, sum nú koma til ymiskar
filmar, er nógv vaksið. Eg
haldi, at vit hava havt eini
5.000 vitjandi fleiri enn annars
hetta seinasta árið, og kortini
hongur biografurin bara so
nøkulunda saman fíggjarliga.
Beinta Árnadóttir Greger
sen vísir á, at fleiri ung hjálpa
til í ungdómshúsinum og fleiri
hjálpa eisini til í biografinum.
Tørva meira pláss
- Tað er kanska eitt sindur hart
at siga tað, men eg haldi, at tað
var ein katastrofa, at børn og
ung mistu frálíku hølini í
Norðoya Banka. Hetta vóru
teirra
høli,
og
Klaksvíkar
kommuna
átti
hølini.
Her
høvdu vit átta rúm á loftinum,
og her vóru møguleikar til
mangt ymiskt, sum børn og
ung høvdu hug at fáast við.
Hon vísir á, at í dag kunnu
tey fegnast um, at børn og ung
hava eitt stað at fara til í
býnum, men hon dylur ikki
fyri,
at
ungdómshúsinum
tørvar meira pláss.
- Við meira plássi ber eisini
til at røkka ungdóminum við
enn fleiri tiltøkum og soleiðis
gera ungdómshúsið til eitt enn
betri og áhugaverdari stað fyri
børn og ung, sigur Beinta
Árnadóttir Gregersen.
Sum skilst, arbeiðir Klaks
víkar kommuna við at útvega
Húsinum, sum ungdómshúsið
verður rópt, betri hølisviður
skifti, og her er nú samtykt í
Klaksvíkar býráði, at tey
størru børnini fara at flyta í
Dávavirkið.
- Eg eigi nógvar og góðar løtur
saman við børnunum, teimum
ungu og góðu starvfólkunum.
Saman hava vit skapt eitt
stuttligt, forvitnisligt og
gevandi umhvørvi, sigur Beinta
Árnadóttir Gregersen