týsdagur 26. mars 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36
NORÐOYGGJAR
FÓLK VÆLKOMIN
TIL VIÐAREIÐIS
Tað ber væl til at byggja á Viðareiði, tó
at kommunan í løtuni bert hevur tvey
tøk grundstykki til sethúsabygging
Vilmund Jacobsen
Á heimasíðuni hjá Viðareiðis
kommunu eru nakrir spurn
ingar og svar um, hvørjir
møguleikar eru fyri sethúsa
bygging í bygdini, um fólk
hava hug at seta búgv her.
Tað eru tvey tøk grund
stykki á Viðareiði, men møgu
leiki er at keypa onnur stykki í
bygdini enn hesi bæði.
- Liggur stykkið innan fyri
sethúsaøkið – Øki A1, sum tað
eitur í byggisamtyktini – er
væl møguligt at keypa.
Men, hvussu skulu fólk, ið
hugsa um at seta búgv á Viðar
eiði, so bera seg at?
- Á Viðareiði er størsti part
urin av jørðini landsjørð. Har
lendið liggur innan fyri byggi
samtyktina, kann kommunan
ogna sær hesa jørð til byggi
lendi, sum síðan verður selt
víðari til áhugað sum grund
stykki.
45.000 krónur
Men, hvat kostar so eitt grund
stykki á Viðareiði?
- Jørðin kostar 69 krónur
fyri
fermeturin.
Harafturat
kemur eitt gjald fyri avloysing
av vetrarbiti umframt tinglýs
ingargjald. Tilsamans er fer
metraprísurin umleið 90 krón
ur.
Sostatt kostar eitt grund
stykki á Viðareiði, sum verður
500 fermetrar, 45.000 krónur.
- Hvussu langa tíð tekur tað
at fáa til vega eitt grundstykki
sum liggur í Øki 1A? spyrja fólk
kanska.
Kann taka tíð
Í Viðareiðis kommunu vísa tey
á, at tað kann taka nakað av
tíð frá tí, at kommunan hevur
sent umsókn um keyp av lendi
til Búnaðarstovuna.
- Búnaðarstovan sendir síð
an skjølini víðari til Um
hvørvisstovuna, og hesa við
gerðartíð hevur kommunan
lítla ávirkan á.
Tí er best, siga tey í Við
areiðis kommunu, um um
sóknin um grundstykki kemur
kommununi í hendi í góðari
tíð, so klárt er at fara undir
bygging, tá fólk eru til reiðar.
- Komið inn á gólvið og sigið
okkum, hvat tit ynskja, er áheit
anin hjá Viðareiðis kommunu.
Á Viðareiði er størsti parturin av jørðini landsjørð, og her kann byggjast, um økið liggur innan fyri sethúsaøkið, Øki A1