Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MARS 2019 8 KVEIK Gólv í dag: MIKROSEMENT GEVUR GÓLVINUM RÁA DÁMIN Við mikrosementi kanst tú sniðgeva títt heim uppá ein heilt nýggjan máta. Fleiri og fleiri velja at fáa sær mikrosement á gólvið fyri at fáa heimið meira rátt og stílreint Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Seinastu árini eru fleiri og fleiri fólk byrjað at ynskja sær tað ráa, modernaða, ópoleraða og stórbýarkenda huglagið inn í sítt heim. Hendan dámin kann mann fáa við mikrosementi. Mikrosement er eitt sera tunt betonlag, sum kann leggjast oman á so at siga allar yvirflatar - bæði veggjar, køkir, trappur og enntá møblar. Fyri tíðina er tað serliga populert at fáa sær gólv við mikrosementi, og tað er júst hetta ráa og kalda betonglookið, sum lokkar. VINDUR UPPÁ SEG Í FØROYUM Thomas Rasmussen, sum hevur fyritøkuna Flísa­múr­ arin, var ein av teimum fyrstu, sum byrjaði at brúka mikro­sement i Føroyum fyri umleið tveimum árum síðani. Tað eru fleiri ymisk sløg av mikrosementi, og Flísa­múrarin brúkar merkið Topcret. - Mikrosement er byrjað at blíva sera væl umtókt í Føroyum. Tað eru í øllum førum tveir kundar, sum ringja til mín hvørja viku og spyrja um mikrosement, og tað fortelur okkurt um eftirspurningin, sigur hann. Thomas Rasmussen vísir á munin í Føroyum fyrr og nú. - Í Føroyum hevur tað verið eitt sindur av einari siðvenju, at mann slípaði gólvini fyri at fáa hetta betonglookið fram. Men tað er ikki altíð, at tað eydnast so væl, tá mann ger tað sjálvur, og her er mikrosement eitt fínt alternativ. STÍLREINT OG LUKSERIØST Mikrosement verður bæði brúkt í sambandi við bæði endurnýggjan og prýðing. Tað tolir vætu, og tí kann mann brúka mikrosement á vesinum eins væl og uttandura. Men tað krevur, at tað verður gjørt ordiligt, og hetta er ikki nakað, mann sjálvur kann fara í holt við, eins og mann kann við øðrum líknandi betongtilfari. Ein fyrimunur við mikrosementi er, at tað kann setast saman við fleiri stílum og nýtast í ymsum sambondum. - Um tað verður sett saman við øðrum tingum, kann tað síggja lukseriøst og stílreint út, í mun til hvat tað hevði sæð út, um mann eitt nú hevði brúkt vinyl ella flísar. Mann kann brúka tann minimalistiska stílin, uttan at tað órógvar. Mann kann koyra tann klassiska ella modernaða stílin, ella mann kann enntá royna seg við marokkanskum stíli, sigur Thomas Rasmussen. Í roynd og veru er tað bara hugflogið, ið setir mørk. SOLEIÐIS VERÐUR TAÐ GJØRT Fyrst koyrir mann eitt basulag við armeringsneti á yvirflatuna, og omaná tað eru tvey lag av mikrosementi. Her kann mann so spæla við litirnar og skuggarnar. - Tað kann variera nógv, hvussu tað kemur at síggja út, tí tað snýr seg um, hvussu nógv spæl, mann vil hava í, ella um mann vil hava eitt meira róligt og dempað úttryk. Tá mann hevur lagt hesi løgini av mikrosementi á, so slípar mann tað við sandpappíri fyri at fáa tað heilt slætt og javnt, so yvirflatan blívur lekkur, greiðir Thomas Rasmussen frá. Eftir hetta skal yvirflatan vætuverjast, so hon verður heilt vatntøtt. Oman á her kemur ein ceeler, sum verjir vætuverjuna. Tað verður so til endans fullført við voksi fyri at fáa eina fína og bleyta yvirflatu. Fyrimunurin við at brúka voks er, at tað verður lættari at viðlíkahalda. Hetta tilfarið er heitari enn betonggólv, og tað er bleytt og dámligt at ganga á. Men tað krevur sjálvsagt gólvvarma, um tað skal vera heitt. Tað tekur nakrar dagar, inntil tilgongdin er liðug, so tað er klárt at ganga á gólvinum.