týsdagur 26. mars 2019síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
SOSIALURIN MARS 2019
KVEIK
Conteco:
GRÁI LITURIN
DOMINERAR
Í DAG
- Næstan hvørt hús hevur
gráar flisar, tí øll vilja
hava flisar við hesum
ráa betongdáminum.
So mann kann siga, at
grái liturin dominerar í
dag, sigur Høgni Nielsen,
múrari, sum er veitari
av Conteco betongi
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Ein onnur loysn fyri at fáa tann ráa
betongdámin inn í heimið er Contec betong.
Arbeiðsgongdin við Conteco er tann sama
sum við mikrosementi, men munurin er, at
mann við Conteco hevur møguleikan at spartla
sjálvur í staðin fyri at fáa eitt fakfólk at gera
tað sum við flestu sløgunum av mikrosementi.
Conteco er fleksibult og klistrar so mikið
væl, at tað gevur tær nógvar møguleikar. Mann
kann koyra tað uppá næstan alt – linoleum,
vinyl, motorsúkklur, bilar, køkar, møblar o.s.fr.
FØROYINGAR KENNA HETTA
Høgni
Nielsen,
múrari,
fær
nógvar
fyrispurningar um Conteco, og hetta er bæði
í sambandi við nýggj byggjaríir, men eisini í
sambandi við renoveringsarbeiði. Hann byrjaði
sum ein av teimum fyrstu Conteco veitarunum
í Føroyum fyri hálvumøðrum ári síðani.
- Tað hevur tikið sína tíð at fáa tað ordiligt
fram, men nú haldi eg, at fólk hava latið eyguni
upp fyri tí og vita, at tað ber til at velja hesa
loysnina. Næstan hvørt hús hevur gráar
flisar, tí øll vilja hava flisar við hesum ráa
betongdáminum. So mann kann siga, at grái
liturin dominerar í dag, sigur Høgni Nielsen.
Tað mesta, sum verður gjørt við Conteco, er
bæðirúm og gólvyvirflatir, leggur hann merki
til.
- Við Conteco hevur mann tann fyrimunin,
at mann kann spartla á uttan at bróta alt upp.
Hetta veri seg bæði í sambandi við bæðirúm,
ið skulu renoverast, ella tá mann skal leggja á
gólv. Mann nýtist ikki at ivast í, hvat undirlagið
er, og tað er ein stórur fyrimunur, at mann
sleppur frá renoveringsprosessini, og haraftrat
hevur tað eina ótruliga slitstyrki, sigur Høgni
Nielsen.