týsdagur 26. mars 2019síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MARS 2019
10 KVEIK
GÓÐ RÁÐ
TIL ORKUSPARANDI
UMVÆLINGAR
Nógvir pengar kunnu sparast og virðið á húsinum hækkast um tú velur at orkuumvæla tíni hús.
Áðrenn fari verður í hált við at umvæla er gott at vera fyrireikaður.
Her er nøkur góð ráð til tín sum vil umvæla.
1
SET TEG INN Í GALDANDI LÓGGÁVU
Royn so frætt sum gjørligt at seta teg inn í galdandi lóggávu áðrenn
tú fer undir at umvæla. Tað er ábyrgdin hjá tí sum byggir at syrgja fyri
at yvirhalda allar ásetingar. Nýggjasta Bygningskunngerðin frá 2017
og onnur viðkomandi skjøl hesum víðvíkjandi finnast á heimasíðuni
hjá Landsverk. Byggisamtyktir hjá einstøku kommununum síggjast á
heimasíðum teirra. Her sæst eisini hvør bygging krevur byggiloyvi og ikki.
2
Fá ráðgeving frá serfrøðingi
Ein byggiráðgevi kann hjálpa tær at gera eina heildarkanning av
húsunum og staðfesta hvørjar ábøtur kunnu gerast og hvørjar loysa
seg. Eisini kann ein ráðgevi hjálpa tær at gera eina verkætlan, so tú
hevur betri yvirlit. Harumframt er Orkudeildin á Umhvørvisstovuni til
reiðar at veita øllum borgarum serkøna vegleiðing í orkuspurningum.
3
Ger eina fíggjarætlan
Hugsa um hvussu umvælingin skal fíggjast og ger eina ætlan. Í longdini
loysir tað seg ofta við orkuuumvælingum, tí hitarokningin gerst minni
samstundis sum at haldføri og virðið á ognini hækkar. Hóast hetta
kann tað vera ein dýr íløga at byrja við. Um tú ætlar at gera serliga
orkusparandi ella umhvørvisvinarligar ábøtur, og ikki hevur reiðan
pening til taks, so eru bankar ið veita orkulán til lága rentu. Eitt orkulán
kann vera ein góð íløga, tí orkusparingin er við til at fíggja lánið.
4
Kannað um tryggingin dekkar
Skaðar kunnu koma fyri tá umvælt verður. Fyri at vita um tín
dekkar teir skaðar ið kun skalt tú boða tryggingarfelagnum
frá áðrenn tú fert undir at umbyggja ella umvæla húsini.
5
Bjálva væl
Eru húsini væl bjálvað sæst tað aftur á hitarokningini, tí minni orka
skal brúkast at hita húsini. Tú kann minka um hitamissin við at
bjálva gólv, loft og útveggir. Eisini sjónlig vatn- og hitarør kunnu
lætt og ómakaleyst bjálvast. Í dag fáast sonevnd lágorkuvindeygu
sum kunnu setast ístaðin fyri termorútar ella rútum við einum
lagi. Serliga gomul, men eisini nýggjari hús kunnu hava tørv á
endurbjálving. Um tú skal útskifta tak og útveggjaklæðing er tað
treytað av at orkuparturin í byggikunngerðini verður yvirhildin.
6
Vel røttu orkuskipan
Hvør orkuskipan skal veljast er millum annað treyta av hvussu væl
bjálvað húsini eru og hvussu stór tey eru. Oljufýrur kann skiftast
út við jarðhita, luft-til-luft ella luft-til-vatn hitapumpu, men
meiningarnar eru nógvar um hvør orkuskipan loysir seg best fíggjarliga
og umhvørvisliga. Tí er eitt gott hugskot at søkja ráð hjá fakfólki.
Hitapumpur eru frítiknar fyri meirvirðisgjaldi fram til 1. januar 2020.
7
Vel tilfar av hágóðsku
Tað loysir seg aloftast at velja byggitilfar av høgari góðsku.
Føroyska veðurlagi er vátt, vindmikið og nógv salt er í luftini, og
alt uttandura tilfar eigur at tola oyggjaveðurlagið. Tað er dýrari
her og nú, men tað loysir seg í longdini at keypa haldført tilfar.
Óluva Nattestad
oluva@sosialurin.fo