Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MARS 2019 12 KVEIK FÍGGJA AV BANK NORDIK SEYÐAULL: EIN BURÐARDYGG OG ØÐRVÍSI LOYSN TIL HÚSABJÁLVING - Tað er garrvilt, at føroyingar ikki gera meira við tað at brúka seyðaull til bjálving, sigur Kári Thomsen, arkitektur, sum hevur fleiri royndir við at nýta seyðaull og annað náttúrutilfar til bjálving av húsum Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo “Ull er Føroya gull” er gamalt orðatak frá fornari tíð. Hóast ullin ikki er líka bráðneyðug í dag, sum hon var fyrr, so eru tað hóast alt fleiri ting, vit kunnu gagnnýta ullina til – eitt nú bjálving av húsum. Kári Thomsen er arkitektur, og hann leggur stóran dent á umhvørvisvinarligar loysnir í sínum byggiverkætlanum. Hann er maðurin aftan fyri eyðkendu iglohúsini, Easy Domes, sum eru náttúruvinarlig bæði viðvíkjandi tilfari og orkunýtslu. Kári Thomsen brúkar natúrligar loysnir til bjálvingina av alternativu húsaloysnini, og hesum er seyðaull ein partur av. - SEYÐAULL ER HÁGÓÐSKA Tær natúrligu bjálvingarnar hava nakrar serligar fyrimunir í mun til aðrar bjálvingar sum til dømis glas- og steinull. - Tú fært ikki betri bjálving enn seyðaull. Seyðaull hevur tann fyrimunin, at hon kann halda uppá vætu og reinska inniluft. Haraftrat kann seyðaull eisini fyribyrgja eldsbruna, fortelur Kári Thomsen og vísir á tann burðardygga partin, sum seyðaull er góð fyri. - Seyðaull er sera burðardygg uppá allar mátar. Hon brúkar ein tólvtapart av orkunýtsluni, sum verður brúkt til glas- og steinull. Ullin kann hágóðskast og er alt ov góð til at koyra burtur, og tað krevur nógvar litrar av olju fyri at brenna seyðaull, og hetta er dálkandi fyri umhvørvið. BER TIL AT BRÚKA FØROYSKA ULL Kári Thomsen vísir á, at føroysk seyðaull lættliga kann brúkast til bjálving uttan at verða viðgjørd ídnaðarligt. Ullin vigar nógv og søkkur tí, um hon verður brúkt sum bjálving til útveggir, tekju og skilaveggir. Men hon er væl egnað til vantrætta bjálving til gólv og loft. Men tað er ein serlig mannagongd, sum mann má vera varugur við, um mann vil bjálva við føroyskari seyðaull. Ullin skal vaskast væl við sápu í heitum feskum vatni, so hon verður heilt rein. Síðani skal hon skolast væl og virðiliga í saltvatni. Aftaná hon er komin upp úr saltlakanum, skal hon turkast úti fyri síðan at turkast inni, so síðsta vætan kemur burturúr. Tað hevur stóran týdning, at eingin fuktur er í ullini. Kári Thomsen skilir ikki, hví vit í Føroyum ikki gagnnýta føroysku ullina betur. - Tað er garrvilt, at føroyingar ikki gera meira við tað at brúka seyðaull til vatnrætta bjálving. Tað skilji eg ikki, sigur hann. OV KALT Í FØROYUM Størstu fyrimunirnir við seyðaull og aðrari náttúrubjálving eru, at mann kann byggja uttan eina dampsperru (les meira um dampsperru í kassanum høgrumegin). Men Kári Thomsen ivast í, um tað ber til at sleppa heilt Hesi Easy Domes húsini í Danmark eru bjálvað við náttúrubjálving og hava onga dampsperru