Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-26, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2019síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 SOSIALURIN MARS 2019 KVEIK undan dampsperru í Føroyum og harvið gagnnýta allar møguleikarnar við náttúrubjálving til heil hús. Orsøkin er, at hitalagið er so kalt her. - Ein fortreyt fyri at brúka hetta er, at mann hevur ein heitan útitemperatur, tí húsini skulu hitast upp frá sólini. Mann kann brúka tað í Føroyum á suðurvendar síður av húsum, har sólin stendur. Men mann kann ikki brúka tað á norðurvendar síður, tí tær verða jú ongantíð hitaðar upp, sigur hann. - VIT BURDU SELT ULL TIL ÍRLANDS Kári Thomsen hevur bygt hús uttanlands við seyðaull og aðrari náttúrubjálving uttan dampsperru. Hann brúkar seyðaull til teir innastu fimm sentimetrarnar. Fyrsta royndin var í 2007 í Danmark, og tað hevur roynst sera væl. Royndin vísir seg enn at standa mát við ætlanini um ikki at brúka dampsperru, tí húsini rigga, sum tey eru ætlað, og væta kann ikki staðfestast í bygningskonstruktiónini. Seyðaull verður framleidd í Írlandi og Eysturríki, og Kári Thomsen heldur ta írsku ullina verða ta betsu, tí har eru eingi plastfipur í, sum mann brúkar í Eysturríki fyri at fáa ullina at hanga saman. Hann heldur, at føroyingar eiga at samstarva við írar við at lata teir framleiða okkara ull í staðin fyri at blaka ullina vekk. - Tað loysir seg ikki at framleiða seyðaull ídnaðarligt í Føroyum til bjálving, tí rávørugrundarlagið er slett ikki til staðar. Men vit áttu at savnað hana saman, gjørt hana reina, sent hana til Írlands og latið írar framleitt ullina fyri so at selja hana víðari, sigur Kári Thomsen. Um dampsperruna Seyðaull og onnur náttúrubjálving geva tann fyrimunin, at mann kann byggja uttan eina dampsperru. Ein dampsperra forðar innliluft at fara út í konstruktiónina, og við tí verða orsøk til, at væta og seinri soppur og rot kemur í. Stein- og glasull vigar lítið og heldur ikki uppá vætu, og er tí neyðugt, at dampsperra verður brúkt. Fleiri treytir skulu lúkast, um byggjast skal uttan dampsperru. Fyrst skal bjálvingin vera úr náttúrutilfari sum pappír, træ, hørr- ella nevndu seyðaull. Næst skal bjálvingartjúgdin ikki vera minni enn 40cm, og haraftrat skal vindtætta útsíðan á konstruktionini vera diffusiónsopin fyri vætu. Og víðari skal ein sokallað dampbremsa brúkast í innara partinum av konstruktiónini. Hendan forðar ikki vætu at sleppa út í konstruktiónina, men minkar um nøgdina og ferðina hjá vætuni at treingja inn í útveggin ella tekjuna. Tað er alneyðugt, at vindtætta útsíðan er diffusiónsopin, so væta kann treingja út gjøgnum veggin og út í fría luft. Hesin háttur at byggja uttan dampsperru er enn ikki skipaður sum DS standard byggiháttur, men er í fyrireiking í ítøkiligum verkætlanum millum byggifyritøkur og granskingarstovnar, sum grunnar hjá RealDania og Maersk fíggja, sambært Kára Thomsen, arkitekti. Um mann byggir uttan dampsperru, so er treytin, at mann brúkar náttúrubjálving. Náttúrubjálving sum seyðaull vigar meira enn vanlig bjálving, sum ger, at bjálvingin kann upptaka og halda uppá vætuna í einari konstruktión. Stein- og glasull vigar harafturímóti so mikið lítið, at ein dampsperra ikki er neyðug fyri at fáa rot í konstruktiónina. Bjálving við seyðaull er ein burðardygg loysn, sum m.a. gevur góða inniluft “Vit áttu at sent føroysku ullina til Írlands og latið írar framleitt ullina fyri so at selja hana víðari”