hósdagur 28. mars 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019
SOSIALURIN 37
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sosialurin á Instagram:
Evy Jacobsen kemur
framyvir at stjórna Betri
P/F. Hon hevur farna
hálva árið hevur røkt
starvið sum fyribils stjóri
felagnum
ES hevur atkvøtt fyri at
forbjóða tallerkum, bestikki,
súgvupípum og vattpinnum,
sum eru úr einnýtisplasti
Spógvin, sum er gamli
Alpha Pilot, skal røkja
Hest- og Koltursleiðina,
og báturin er væntandi
klárur at sigla í komandi
viku
Sprotin, Mentamálaráðið
og Kommunufelagið hava
skrivað undir nýggjan
sáttmála, sum skal tryggja,
at orðabøkurnar hjá
Sprotanum verða ókeypis á
netinum framyvir
Theresa May boðaði
frá, at hon fer frá sum
bretskur forsætisráðharri,
tá brexitavtalan er komin
uppá pláss. Mikukvøldið
feldi bretska tjóðartingið
øll uppskotini um
alternativar loysnir til
brexit
Arbeiðsloysið í Føroyum
hevur ongantíð verið so lítið,
sum tað er nú. Í januar var
arbeiðsloysið 1,1 prosent
Fólkatingssessur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
1. apríl kemur nýggja
bussleiðin í Tórshavnar
kommunu í gildi, sum
fevnir um átta bussleiðir
8
Sprotin: Tingsessur k18
(stjm.) sessur (4) á tingi, serst. løgtingssessur
Nógv kjak hevur verið
hesa vikuna um, hvørt
fólkatingssessirnir
skulu avtakast ella ikki.
Løgtingsformaðurin Páll
á Reynatúgvu hevur lagt
uppskot fram um at avtaka
sessirnar, og hetta hevur
fingið nógv at tala at,
meðan fleiri eisini tala fyri.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
“Telefonin ringir.
- Góðan dag. Tú hevur ein heldigan dag.
Tú kanst vinna 50.000 krónur, bara við at
svara "nei" til fyrsta spurning. Skilir tú?
- Ja!"
Fylg Sosialinum
á Instagram -
Instagram.com/
sosialurin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av
útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s,
sum minkar út á kvøldið til andøvsgul
upp í ein strúk, 8 til 13 m/s og út
á náttina verður høgætt. Skiftandi
skýloft og ælingur, møguliga
sum vátaslettingur ella kavi. Hitin
um dagin um 5 stig, um náttina
millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Hann veksur í vindin av útsynningi til
stívt andøvsgul upp í ein strúk, 10
til 15 m/s. Skýggjað og stundum
ælingur. Hitin millum 3 og 8 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av norði
og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, út á
náttina snarar hann í vestan og
útsynning og minkar til gul til stívt
andøvsgul, 5 til 10 m/s. Onkrir
sólglottar, men eisini kavaæl. Um
kvøldið og náttina yvirhøvur turt,
tó samdrigið. Hitin alt samdøgrið
millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
15-20 m/s
10-15 m/s
Tá ið ein fylgir við føroyskum politikki,
so kann ein ofta undrast yvir, hvat
tað er sum hendir og hvat politikarar
hugsa.
Onkuntíð hava bæði eg og mong
onnur sagt minni vøkur orð um polit
isku skipanina hjá okkum, tí ofta ganga
tingini seint fyri seg.
Men hetta er ein partur av fólka
ræðinum.
Tað sæst serliga væl í Bretlandi í
hesum døgum.
Í meira enn 1000 dagar hevur polit
iska skipanin í landinum arbeitt við at
gjøgnumføra fólksins vilja, sum sam
bært einari fólkatkvøðu í 2016, er at
taka Bretland úr ES.
Teresa May, brtski forsætisráð
harrin, hevur frá fyrsta dei tikið úrslit
ið av fólkaatkvøðuni í álvara og hevur
samráðast um treytirnar fyri at kunna
fara úr ES.
Hetta vísti seg at verða ómetaliga
torført. Forðingar eru lagdar fyri hana
– serliga á heimavølli – og fyrr ívkuni
mátti hon siga, at hon leggur frá sær,
tá ið málið er avgreitt.
Jon stendur sterk, tí tað vísti seg
hóskvøldið, tá ið Undirhúsið atkvøddi
um átta ymisk onnur uppskot – enn
avtaluna hjá Teresu May – at meirluti
fekst ikki fyri nøkrum.
Kanska stendur hon sterkari í dag
enn hon hevur gjørt leingi og fer at fáa
sína avtalu ígjøgnum.
Ája!
Alt hetta í Bretlandi hevur víst, at
fólkaræði er álvarsligt og krevur nógv
av politikarunum.
Tað vísir eisini, at sjálvt um tað við
hvørt sær eitt sindur rótut út í Løg
tinginum, so er tað neyvan verri enn
tað er í øðrum londum við nøkulunda
sama fólkaræði, sum okkara.
Fyri at tað skal bera til at finna
loysnir, so mugu semjur gerast. Loysn
ir, sum bara ganga tann vegin, sum júst
sitandi samgonga vil hava tær, eru
sjáldan haldførar.
Øll mugu geva seg eitt sindur, skulu
vit flyta ssmfelagið fram á leið.
Ája!
Vit hava spælt tveir landsdystir í
fótbólti, har úrslitini eftir forvænt
ningunum ikki vóru nóg góð.
Vit settu nøsina upp eftir at vinna á
Malta, men tað miseydnaðist. Atfinn
ingarnar vóru nógvar og fjeppararnir
vóru skuffaðir og vónsviknir, sum vera
man.
At vit ttaptu í Rumenia kemur
neyvan óvart á nakran, sum hevur
innlit í fótbólt. Teir hava í áratíggjur
verið eitt topplið í Evropa og sjálvt um
teir eru eitt sindur lakari nú enn tá ið
teir vóru best, so eru teir í einari aðrari
liga enn vit.
Men landsliðið sleppur at royna seg
aftur í juni – tá móti Noreg á Tórs
vølli. So fáa vit at síggja...
Ája!
Í annaðkvøld er árliga
Earth Hour-tiltakið, har
vit sl’kkja ljósið í ein tíma.
Gott hugskot, sum hevur
til endamáls at minna
okkum á, at vit hava bert
jarðarknøttin til láns.
Hjálpir ikki faktuelt,
men minnir okkum á, hvat
vit eiga at gera.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Sunnudagin
skifta vit yvir í
summartíð - tá skal
klokkan flytast
fram!
13-20 m/s