Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019 SOSIALURIN 37 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN FRAMTÍÐAR HEILSUVERKIÐ – NÝGGJ KÓS Heilsuverkið stendur fyri stórum avbjóðingum. Sera stór menning er í gransking og menning innan sjúkraviðgerð. Nýggjar viðgerðir og nýggjur heilivágur koma dagliga í ljós. Vitanin um sjúkur og sjúkuorsøkir, og vitanin um viðgerð er nú atkomilig hjá øllum. Tað, sum heilsustarvsfólk áður einsamøll vistu, gerst nú meiri og meiri almenn vitan. Tí seta sjúklingar hægri krøv til heilsuviðgerð. Alt hetta samanlag hækkar krøvini til heilsuverkið, bæði fakliga og fíggjarliga. Við allari granskingini og vitanini er heilsuviðgerð nú vorðin so spesialiserað, at hon gerst í mongum førum individuel. Tað vil siga, at tann viðgerðin, sum ein einstakur sjúklingur fær, er júst til hann og ikki til nakran annan. Føroyar hava seinastu árini lagt dent at bjóða alsamt meiri sjúkraviðgerð í Føroyum. Fleiri serviðgerðir, sum áður vórðu gjørdar uttanlands, verða nú gjørdar í Føroyum. Við hesum er eisini tað hent, at fleiri serlæknar mugu setast í starv. Og her raka vit múrin. Tí tað er trupult at fáa serlæknar at seta seg niður í Føroyum og tað er trupult at halda fast um serlæknar. Hvat er so at gera? Av tí at menningin gongur við rúkandi ferð, má heilsupolitikkurin alla tíðina endurskoðast. Fyri fáum árum síðani vóru øll samd um, at enn fleiri serviðgerðir skuldu fara fram í Føroyum. Men við nýggjastu menningini er ivasamt, um rætt er at halda fast um hesa gongdina. Uttan serlæknar kunnu sjúkrahúsini ikki bjóða serviðgerðir. Vit eiga tí at umhugsa, um vit í framtíðar heilsupolitikkinum skulu broyta kós og leita upp heilsuviðgerð í grannalondunum, har serligu viðgerðirnar eru at finna. Ferðasambandið til grannalondini her í norðri er fyrstafloks og harafturat er kostnaðurin ikki longur ein forðing. Í heilsupolitikkinum setir Miðflokkurin fram um øll onnur atlit altíð bestu sjúkraviðgerðina og heilsutilboðini fremst. Skjót og góð heilsubót er altíð størsti vinningur. Bæði fyri sjúklingin og fyri samfelagið. Tí eiga als ongi kompromis at gerast í so máta. Magni Laksafoss hevur funnið flokkin HALLUR AV RANA S unnudagin er eitt ár farið, síðan tingmaðurin Magni Laksáfoss tók seg úr Sambandsflokkinum og bleiv leysgangari á tingi. Men tað verður neyvan leingi aftrat. Tað sigur høvuðspersónurin sjálvur, ið upplýsir, at nú nærkast, at hann kann gerast limur í einum nýggjum flokki. – Tá eg meldaði meg úr Sambandsflokkinum, tók eg bara støðu til, at fara úr honum. Eg tók ikki støðu til at fara inn í nakran annan. Síðan havi eg tosað við flokkarnar fyri at vita, hvat eg ynski. Síðstu mánaðirnir hevur valið verið millum tveir flokkar, men nú er tað komið har til, at nú veit eg, hvar eg vil, sigur Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss ynskir ikki at upplýsa, hvønn flokk talan er um, men sigur, at tað tykist at eingin forðan er fyri, at hann kann gerast limur í flokkinum. – Soleiðis sum eg havi fatað støðuna, so er eingin trupulleiki millum meg og flokkin, um at eg kann koma upp í flokkin, staðfestir tingmaðurin. Spurdur um hví hann so ikki bara meldar seg inn í flokkin, nú tað einans eru nakrir fáir mánaðir til val, svarar Magni Laksáfoss, at tað er ymiskt í tinginum, ið hann ynskir avgreitt fyrsti. – Tað veldst um nøkur ting, ið eg ikki eri harri yvir. Tað hevur verið trupulleikin alla tíðina. Um tað var upp til mín, so var hetta langt síðan hent. Tað sum liggur ímillum er, at eg ynski at fáa nøkur mál ígjøgnum í tinginum. Tað skal avgreiðast áðrenn eg fari upp í flokkin, svarar Magni Laksáfoss. UPPBOÐSSØLA Uppboðssøla verður í: Gamla Politigarðinum, J. Broncksgøta 17 (Eikin), Tórshavn Leygardagin tann 13. apríl 2019, kl. 10:00. Seldir verða hesir lutir: • Persónbilur Suzuki Liana, árg. 2005, ljósa brúnur Persónbilur Kia Carnival, árg. 2000, gráur • Persónbilur Citroën Berlingo, árg. 2013, hvítur • Vørubilur Ford Transit, árg. 2006, reyður • Vørubilur Citroën CityVan, árg. 2016 Uppboðssølutreytirnar eru: Einans søla kontant. Tikið verður sostatt bert ímóti reiðum peningi og gjaldskorti. Øll søla er íroknað mvg og søluútreiðslur. Útgreinaðar uppboðstreytir verða lisnar- og slignar upp á staðnum. Bjørn á Heygum, uppboðshaldari Bøgøta 16, P. BOX 164 FO-100 Tórshavn Tlf. 351710, mail: heygum@adv.fo