Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019 SOSIALURIN 37 6 PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO G jøgnum fleiri ár hevur havnarmaðurin Janus á Húsagarði ríkað før­ oyska list við sínum originalu, litríku og stuttligu tekn­ingum av øllum tí, sum er liv­ andi og rørir seg í náttúruni - og til tíðir hugaheimi. 43 ára gamli Janus á Húsagarði telist millum mest virdu føroysku teknararnar í nýggjari tíð, og hann er nú aktuell­ ur við nýggjari framsýning. Men hansara yrkisleið sum tekn­ari hevur ikki bara verið ein dans­ur á rósum. Fyri nøkrum ár­ um síðani endaði hann við eini skuld eftir at hava roynt seg við tekn­ingini burturav í fýra ár. Hann misti mótið og gavst tí at tekna í fleiri ár. Hetta venda vit aftur til seinni, men fyrst fara vit at tríva í byrjanina til hansara leið inn í listaheimin. - Tey hildu sikkurt eg var ein tolli Blýanturin hevur verið í Janusa hond so leingi, hann kann minnast. Longu í barnagarðinum sat hann sum negldur í stólinum og teknaði, og sama vanan tók hann við sær, tá hann byrjaði í fólkaskúlanum. Í skúlanum tímdi hann hvørki at lesa ella rokna, og í staðin fyri at fylgja við í tímanum, sat hann og teknaði í lesi- og roknibøkurnar fyri so at viska tekningarnar út aftur, tá tímin var liðugur. - Eg fann slett ikki út av at lesa. Tað smittaði so av á hugin at rokna, og so tímdi eg ikki at fylgja við í nøkrum faki yvirhøvur. Tí sat eg bara og teknaði alt møguligt í tær ymsu skúlabøkurnar, meðan lærarin undirvísti. Eg gleddi meg bara til fríkorterið, so eg kundi sleppa út at spæla, fortelur Janus á Húsagarði, sum altíð plagdi at sita pinnastillur í einum horni uttan at gera nøkrum fortreð, meðan hann teknaði. - Eg vænti ikki, lærararnir tímdu at brúka so nógva orku uppá meg, tí so skjótt teir hjálptu mær við onkrum fakligum, so setti eg meg aftur at tekna. Lærararnir og hini børnini hava sikkurt bara hildið, at eg var ein tolli, sigur Janus skemtandi. 03 í skúlanum - toppkarakter sum snikkari Janus á Húsagarði var sannførdur um, at tað ikki var nakað fyri hann at sita skúlabonki og lesa bøkur. Tí fór hann at læra til snikkara, har hann slapp at arbeiða við hond­unum - og tað var munur á at arbeiða við timbri og at ganga í skúla, minnist hann aftur á. - Eg haldi, eg fekk 03 í miðal í øllum fakunum í skúlanum. Men tá eg fór at læra til snikkara, fekk eg hægsta karakter í rokning í flokk­inum. So mann er ikki skít­ býtt­ur allíkavæl, flennir hann. Fekk staðfest orðblindni Tað skuldu ganga nógv ár, áðrenn Janus á Húsagarði fann út av, hvat orsøkin til hansara fakliga treiskni var. - Tá eg var mitt í tretivunum, var eitt átak í Norðurlandahúsinum um orðblindni. Eg hoyrdi eina sam­røðu í útvarpinum, har ein ser­frøðingur fortaldi um øll eyð­ kennini fyri orðblindni. Eg kendi meg aftur í øllum hesum eyð­kenn­ in­um, hugsaði eg við mær sjálvum. Nú­stani tá fann eg út av, at eg var orðblindur, fortelur Janus á Húsa­ garði. - Eg fann slett ikki út av at lesa, og eg tímdi ikki at fylgja við í tímunum. Í staðin sat eg bara og teknaði í skúlabøkurnar, meðan lærarin undirvísti. Hini hava sikkurt hildið, at eg var ein tolli, sigur teknarin Janus á Húsagarði, sum nú er aktuellur við nýggjari framsýning aftaná at hava hildið seg burtur frá tekningini í seks ár PERSÓNSØGA TEKN BØK FYRI Orðblindn