hósdagur 28. mars 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019
SOSIALURIN 37
7
Nú gav alt meining, og hann
skilti hví hann hevði havt so tor
ført við at fylgja við í skúlanum.
Janus er lættur av lyndi og sigur,
at hann hugsaði ikki so nógv um
hansara avbjóðingar har, men
hevur heldur vent sína støðu til
nakað positivt. Tí tað at hann ikki
fylgdi við í skúlanum gjørdi, at
hann í staðin hugsavnaði seg um
tekningina, sum í dag í stóran mun
hevur myndað hann sum persón.
- Eg síggi míni 10 fólkaskúlaár
sum mína tekniútbúgving, sigur
Janus, sum í dag lesur nógv. Hann
hevur funnið sær nakrar teknikk
ir, sum hjálpa honum at lesa bøk
ur.
Satsaði alt uppá
tekningina
Janus arbeiddi í fleiri ár sum timb
urmaður, men fyri níggju árum
síðani valdi hann at siga starvið frá
sær fyri at arbeiða við tekningini
burturav. Hetta hevur ført við sær
eina rúgvu av tekningum og máln
ingum, sum hava gjørt strikurnar
hjá Janusi kendar millum manna
í dag. Hann hevur haft hópin av
framsýningum bæði í Føroyum,
Íslandi og í Danmark. Haraftrat
eigur hann penslastrokini til
fleiri føroyskar barnabøkur, og
hesar telja eitt nú Mosamollis og
Mosalisa, Veiða vind og Dunni
ungin Pu.
Fáur man ikki hava steðgað
upp fyri at granska eyðkendu
tekningina av herligu fólkunum,
sum sláa í ring á ólavsøku uttan
fyri tinghúsvøllin. Øll við hvør
sínum andlitsbragdi og hvør sínari
søgu. Tað sama við hansara nógvu
tekningum av djórum og trøllum,
sum hava verið at sæð í ymsum
sambondum í almenna rúminum
seinastu árini.
Evnar myndirnar
til í høvdinum
Janus á Húsagarði hevur ongantíð
ordiliga dámt at teknað og málað
landsløg, sum annars er týpiskt
fyri føroysk listafólk at hava sum
serkenni. Honum dámar best at
tekna út frá hugflognum.
- Eg haldi, eg altíð havi havt
ov gott hugflog til at tekna eftir
onkrum ávísum motivi. Tá eg sat
í skúlanum, teknaði eg jú bara
eftir tí, sum eg sá í høvdinum. Eg
uppfann mínar egnu tekningar frá
grundini av. Tað geri eg enn, og eg
veit ongantíð, hvussu myndin skal
síggja út, tá eg byrji at tekna, men
í staðin tekur hon skap framman
fyri mær so hvørt. Hesin mátin er
bæði stuttligari meira avbjóðandi
enn at tekna eftir onkrum, haldi
eg.
Íblásturin kemur
úr náttúruni
Hóast tekningarnar hjá Janusi
á Húsagarði taka skap í høvdi
hansara, so merkir tað ikki, at
NAÐI Í SKÚLA
URNAR Í STAÐIN
I AT FYLGJA VIÐ
ni fekk hann at tekna:
Eg síggi míni 10
fólkaskúlaár
sum mína
tekniútbúgving
Framhald á síðu 8