Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019 SOSIALURIN 37 8 hann ikki fær íblástur aðrastaðni frá. Janus er eitt sindur av einum verð­insmanni... hann hevur sum yngri verið uttanlands og fjakkað í fleiri ár, og á sínum nógvu ferðum sunnanfyri bleiv hann púrasta bitin av at svimja og snorkla. Her frá stavar íblásturin til hansara nógvu myndir av fiskum millum annað. - Eg haldi tað vera spennandi at tekna tað, sum goymir seg undir vatnskorpuni. Vit føroy­ing­ar hava havið rundan um okk­um alla­tíð­ ina, og tað kann onkurs­vegna síggja øgiliga oyðið út frá landi. Men tá mann so kemur undir vatn­skorpuna, er tað sum at koma til eina heilt aðra gongustjørnu, og hetta royni eg at fáa fram í mínum tekn­ingum. Í Føroyum dámar Janusi væl at ganga í fjøllunum, og herfrá stavar ein stórur partur av íblástrinum til hansara tekningar. - Mær dámar øgiliga væl at ganga um Kirkjubøreyn. Har síggi eg altíð onkrar stuttligar steinar, og nógva grótið ger onkursvegna hug­lagið ræðuliga trøllasligt og huldis­ligt. - Vit eru heppin at hava søgur um trøll Í Føroyum er tað siðvenja at for­ telja søgur um trøll, og nettupp hes­um er Janus á Húsagarði ser­ liga hugtikin av - tí teknar hann trøll­ini. - Vit eru heppin at hava so nógv­ar søgur um trøll, og hetta er ein skattur, sum eg haldi, vit skulu virðismeta og duga at gagn­ nýta. Tað er so nógv, mann kann tekna út frá søgunum um til døm­ is huldufólk, og tí er tað fyri meg upp­lagt at tekna hesi ymsu trøll­ ini, greiðir Janus á Húsagarði frá og vísir á írsku siðvenjuna við trøll­um í listini. - Í Írlandi hava tey nógv sløg av trøll­um, og tað er øgiliga populert hjá írskum listafólkum at tekna trøll. Men her í Føroyum er tað meira sum, at mann heldur seg aftur við hesum motivunum. Eg skilji ikki, hví tað ikki eru nógv fleiri føroyingar, ið tekna trøll. Undirskot á kontuna Í fýra ár teknaði og málaði Janus á Húsagarði fulla tíð, og hann seldi eisini eina rúgvu. Men hesi fýra árini vístu seg at vera meira møði enn føði fyri kreativa havn­ ar­mannin. - Eg fekk tað ikki at mala runt, ásann­ar hann púra ærligt. - Fyri hvønn dag sum gekk, fekk eg størri undirskot á kontuna. Eg tók ov lítið fyri tekningarnar, sam­ stundis sum eg tók ov nógvar upp­ gáv­ur á meg, sum góvu ov lítið. Hóast tað peningaliga ikki løn­ aði seg, so gav Janus ikki skarvin yvir beinanvegin. Hann tosaði við bankan og strekti tað so langt, sum hann yvirhøvur kundi. - Eg hevði sett mær eitt mark, har eg segði, at um eg kom undir tað markið, so gavst eg at arbeiða fulla tíð við listini. Tá eg so kom til tað markið, gavst eg ikki kortini, men royndi enn einaferð at tosa við bankan um at veita mær lán. Men tað gekk barasta ikki, og eg endaði við at standa í skuld. Teknaði ikki í fleiri ár Vónirnar hjá Janusi á Húsagarði um at kunna liva av sínum tekn­ ingum fóru í vaskið í 2014, og ringa gongdin ávirkaði hansara hug og kærleika til at tekna og mála. - "Hetta tími eg sku ikki longur" hugsaði eg, og so gavst eg full­ komiliga. Eg bleiv so fornerm­ að­ur við meg sjálvan, at eg rørdi ikki eina tekning hjá mær sjálvum í fimm ár. Eg fekk nakrar heilt fáar uppgávur, men tað var í øllum førum øgiliga lítið, eg gjørdi við tekning hesi árini. Janus mátti sleppa penslinum og fara aftur til arbeiðis, so hann kundi tjena pengarnar inn aftur, sum hann hevði mist seinastu fýra árini. Hann byrjaði aftur í starvi sum timburmaður, men fekk aftaná nakrar mánaðir starv á Føroya Fólkaháskúla. Hetta var akkurát nakað fyri hann, tí hetta starvið loyvdi honum at vera kreativur, samstundis sum hann tjenti pengar. Hann undirvísti háskúlanæmingunum í tekning, tónleiki og smíð. Haraftrat fevndi tíðin á háskúlanum um aðrar uppgávur sum eitt nú kvøldvaktir og at fara á útferðir við næmingum. Listin gav honum tónleikin Hetta tíðarskeiðið gav Janusi bæði tíð, dirvi og møguleika at fokusera meira uppá tónleikin. Seinastu fáu árini hevur hann gjørt vart við seg sum fólkatónleikara og hevur verið nógv at hoyrt á barrum og spælistøðum kring landið við sínum guittara og sínari sermerktu rødd. Søgan um hvussu Janus á Húsagarði fann sín veg inn á tónleikapallin er nokkso stuttlig. Fyri akkurát 10 árum síðan keypti hann sær eina mandolin - hóast hann yvirhøvur ikki dugdi at spæla uppá hetta ljóðførið, sum minnir um ein guitara. Hetta var um sama mundi, tá hann málaði serliga nógv við vatnlitum. - Tónleikurin hjá mær er ein beinleiðis avleiðing av mínum tekningum og málningum, staðfestir hann og forklárar hví júst mandolinin og listin vístu seg at vera tað perfekta matchið. - Hvørja ferð mann koyrir eitt lag av vatnliti á pappírið, má mann bíða, til tað er todnað, áðrenn mann kann koyra næsta lagið á. Tað tekur jú einar 10-15 minuttir, og hesar minuttirnar mátti eg fáa at ganga uppá onkran máta. Av tí at eg júst hevði keypt mær eina mandolin, so sat eg bara og spældi uppá hana, meðan eg bíðaði, til vatnliturin todnaði. Uppá hendan mátan gjørdist Janus dugnaligari og dugnaligari við mandolinini so hvørt hann legði nýggj løg av litum á. Hesin vanin hevur hingið við, men í dag er mandolinin tó skift út við guitaran. Í fjør gav hann útgávuna "Good Luck To You All" út saman við bólki sínum The Crowberry Band. Hevur funnið teknigleðina aftur Tað eru nú góð fimm ár síðan, at Janus á Húsagarði tók frástøðu frá tekningini fyri heldur at arbeiða. Men á heysti í fjør vendi hann øllum á ranguna - hann vildi geva listini enn eina roynd og fann sær litirnar og pappírið fram aftur aftaná øll hesi árini. Inntil víðari hevur tað gingið væl, tí hann hevur fingið nógv av skafti, síðan hann tók hesa av­ gerðina fyri hálvum ári síðani. Hann er fluttur úr Havn suður til Tvøroyrar, har hann hevur keypt sær hús og innrættað ateli­ er, og 1. mars gavst hann at und­ ir­vísa á Háskúlanum fyri aftur at arbeiða við listini burt­urav. Í hesum sambandi er hann nú aktuellur við nýggjari máln­ inga­fram­sýning, sum lat upp í Smiðj­uni í Lítluvík í gjár. Hendan fram­sýningin er dámd av spildur­nýggjum myndum frá kreativa fjøllistamanninum, og meginparturin av hesum mynd­ unum eru gjørdar í ár. Mynda­ evn­ini eru av smálutum, skapn­ ing­um og verum, sum ein kann vera heppin at síggja í føroysku nátturuni - um ein hevur eyguni við sær. - Eg bleiv so fornermaður við meg sjálvan, at eg rørdi ikki eina tekning hjá mær sjálvum í fimm ár Framhald frá síðu 7 43 ára gamli Janus á Húsagarði hevur í hesum døgum framsýning í Smiðjuni í Lítluvík