hósdagur 28. mars 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019
SOSIALURIN 37
15
Komandi partur
Komandi vikuskifti kemur
seinni partur av frásøgnini um
skaðadagin í Hesti í 1919.
útbúgving til tess. Vildi illa til
kundi sjálvsagt veruliga blivið
brúk fyri hesum sjúkrahúsi.
Vágar var jú høvuðsstøðin hjá
bretum, og her vóru kanska upp
til 6-7.000 hermenn í senn. Oygg
in kundi verið eitt álopsmál hjá
týskarum, men tað hendi tó ikki.
Tað var sín sak at finna innivist
til allar hesar hermenninar, sum
komu í Vágar. Men her mátti
hvørt skot fyllast. Skúlar vóru
tiknir og tað sama við øðrum
bygningum. Nógvir komu eisini
at búgva privat hjá fólki.
Tíbetur gjørdist ongantíð
rættuliga brúk fyri sjúkrahús
inum til annað enn til hendilig
óhapp, og tá ið onkur umfarssjúka
gekk, so tað hevur verið eitt
rættuliga gott lív at arbeiða á hes
um sjúkrahúsi. Stan tekur til, at
so heppin kundi lagnan vera. Teir
kundu eins væl verðið sendir til
okkurt annað hermót, har tað ikki
spældi so friðarliga av, til dømis
til hermót í frumskógini í Asia.
Ambulansa var brúðarbilur
Men hepni hjá Stan gjørdist
eisini tað, at í Sandavági hitti
hann Kristionnu, dóttir Onnu
og Óla Jákup Petersen á Steig.
Hetta var eitt stórt hús, har tað
høvdu verið seks brøður og sjey
systrar. Við so nógvum gentum
kundi neyvan sleppast undan,
at onkur av teimum fall fyri ein
um av bretunum. Men Stan sig
ur, at hann varð væl móttikin í
húsinum. Tað vóru tó ikki allir
dreingirnir í Vágum, sum vóru so
glaðir fyri, at bretar fóru avstað
við so nógvum av gentunum í
oynni.
Ein beiggi var tann seinni
vælkendi skiparin og vinnu
lívsmaðurin Petur á Steig, sum
hevði verið skipari á skonnartini
”Sólarris”, sum varð minusprongd
undir Íslandi stutt framman
undan, í august 1941. Fimm menn
doyðu, ein av teimum var beiggi
Petur á Steig, John. Petur og tveir
aðrir høvdu rikið á einum flaka í
78 tímar, áðrenn teir vóru bjarg
aðir, so Petur var beint tá við at
koma fyri seg aftur. Hann var tá
eitt slag av politimanni í Sanda
vági.
Sjúkrahúsið varð niðurlagt
i 1944. Tá ið bretar fyrireikaðu
D-dagin, innrásina í Frankaríki,
varð brúk fyri øllum kreftum til
hesa uppgávu, og manningin á
sjúkrahúsinum í Sandavági varð
send aftur til Bretlands.
Men tá vóru Stan og Kristianna
gift. Tískil slapp hann at verða
verandi í Føroyum, men varð bert
fáa vikur eftir brúdleypið fluttur
til Havnar, har hann arbeiddi á
bretska sjúkrahúsinum í Havn.
Tey bæði blivu gift 4. mars
1944 í prestagarðinum í Miðvági.
Hendan dagin var so nógvur kavi,
at tað var ómøguligt hjá bilunum
at koyra. Tí máttu tey nýta sjúkra
bilin hjá hospitalinum sum brúð
arbil. Brúdleyp var seinni hildið í
Sandavági inni hjá Petur á Steig.
Flogvøllurin skuldi
verja Bretland
Flogvøllurin, sum var beinleiðis
orsøkin til, at Stan kom til Føroya,
varð bygdur, men hann kom ikki
at hava tann stóra hernaðarliga
týdningin, tí týskarar vóru við at
verða niðurbardir, tá ið vøllurin
var liðugur.
Stan ivast ikki í endamálinum
við flogvøllinum. Flogvøllurin
var ein týdningarmikil partur av
verjustrategiini hjá bretum. Chur
chill hevði boðað frá, at berjast
skuldi móti týskarum til seinasta
mann. Um tað hendi, at Týskland
gjørdi innrás í Bretlandi, skuldi
millum annað flogvøllurin í Før
oyum nýtast til at berjast móti
týskarum í Bretlandi. Til alla
lukku kom tað ikki so langt. Men
vøllurin kom so sanniliga at gera
sína nyttu seinni í tíðini!
Heim til London
Stan var til krígslok í Havn, og tá
fluttu tey heim til London. Viður
skiftini við fólkið í Vágunum var
gott. Áðrenn tey fluttu, bjóðaðu
bretarnir fólkið í Sandavági til
ein døgurða í sjúkrahúsinum.
Tað var sjálvsagt ein stór
broyting hjá Kristionnu at koma
til London. Tey fóru við skipi til
Aberdeen og so við toki til Lond
on. Her kundi hon síggja eitt heilt
annað landslag enn í Føroyum.
Men Krisianna fall væl til. Hon
dugdu nakað væl av enskum
frammanundan. Hon kom at tosa
tað so perfekt, at fólk har á leiðini
hildu hana vera skotska, um tey
ikki vistu betur.
Stjóri á mjólkarvirki
Í London fór Stan at arbeiða á
einum øðrum øki. Hann fór fyrst
á landbúnaðarskúla og fekk eina
tvey ára umskúling til at gerast
meiaríteknikari. Hann gjørdist
seinni stjóri á einum stórum sam
taki av mjólkavirkjum – London
Cooperative Dairy - nakað líkn
andi sum MBM í Føroyum. At
hetta var ein stór fyritøka sæst
av, at umsetningurin var yvir 50
mill pund, ella meira enn ein hálv
milliard krónur, og hetta er longu
nógv ár síðan. Á virkinum starv
aðust tilsamans umleið 3.000 fólk.
Tey bæði fingu tríggjar synir.
Tann elsti sonurin, John, er fødd
ur í 1947, kona hansara eitur Zena.
Hann er verkfrøðingur og býr í
Newcastle, har hann hevur egið
virkið, ið framleiðir plastlutir
til bilar. John eigur tvey børn.
Næstelsti sonurin, Charles, er
føddur í 1949, kona hansara er
Josie. Charles er búsitandi beint
uttanfyri Birmingham, og hevur
eisini egið virkið, sum veitir
ráðgeving og líknandi innan
starvsfólkamenning. Hann eigur
trý børn. Yngsti sonurin, Graham,
er føddur í 1953, og konan er Cath
erine, tey eiga eisini trý børn. Gra
ham er kemiverkfrøðingur og býr
í Oxford. Hann hevur áður starv
ast í Suður-Afrika í nøkur ár.
Veteranfelag fyri bretskar
hermenn í Føroyum
Heimvendu hermenninir skipaðu
ein felagsskap eftir kríggið, har
endamálið var, at teir skuldu hitt
ast. Tað gjørdu teir eisini í mong
ár. Hesin felagsskapur kundi bert
minka í tali, og tí er hann eisini
givin at virka.
Eisini føroysku konurnar, sum
giftust bretskum hermonnum,
savnaðust javnan tey fyrstu árini,
men eisini hetta datt niðurfyri
eftir nøkur ár.
Tað var ikki so lætt hjá før
oysku konunum at koma til Før
oyar at ferðast beint eftir kríggið.
Leiðin var at fara til Aberdeen ella
Grimsby og sleppa heim við ein
um fiskiskipi, sum landaði fisk
har. Hetta hevur ikki altíð verið
stuttligt, og tað serliga, tí konur
nar ofta høvdu smá børn við sær.
Hetta er sera nógv broytt. Stan
og Kristianna vóru javnan í Før
oyum, og hetta hevur verið lætt
ari hvørja ferð. Synirnir vóru við,
tá ið teir vóru smádreingir.
Eiga 35 systkinabørn
í Føroyum
Tað er ein sera stórur munur hjá
synunum hjá Stan, tá hugsað
verður um teirra ætt í Føroyar
og Bretland. Stan átti bara tveir
beiggjar. Annar doyði ungur. Hin
fekk fýra børn. Tískil eiga teir
fýra systkinabørnum í Bretlandi.
Kristianna átti tólv systkin.
hennara synir eiga 35 systkina
børn í Føroyum, Danmark og
Noregi, og afturat tí eitt ótal av
skyldfólki í næstu ættarliðunum.
Tá ið Stan var í Føroyum í 2007,
var skipað fyri eini samkomu við
teirra ætt, og her vóru fleiri enn
200 til staðar úr fimm ættarliðum.
Kristianna doyði, tá ið hon var
84 ára gomul. Stan varð búgvandi
heima til 2014. Hann býr nú á
einum ellisheimi. Hann er hampi
liga væl fyri, tá ið hugsað verður
um aldurin. Høvdinum feilar
einki og hann luttekur í sosialu
samveruni við fólkið, sum hann
býr saman við.
Tillukku
Hiðani skal vera ynskt honum
hjartaliga tillukku við teimum
100 árunum, eins og ein heilsan
verður send ættini hjá Stan og
Kristionnu. Hetta ættarliðið av
bretskum hermonnum og teirra
føroysku konum er skjótt ein
farin tíð. Tí er tað umráðandi at
fáa varðveitt so nógv sum gjørligt
av hesi søgu. Henda grein kann
vera eitt íkast til hesa søgu.
Stan 90 ára gamal í golf klubba.
98 ára gamal við synum og abbasynum
Sjálvt um Stan nærkast teimum 100 árunum er hann farin í
holt við eina “smartphone” saman við langabbabørnum