hósdagur 28. mars 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019
SOSIALURIN 37
14
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
B
retska hersetingin av
Føroyum 1940-1945 er
ein týðandi partur av
Føroya søgu. Ein partur
av henni eru teir hermenn, sum
giftust við føroyskum konum.
Tað serliga er, tað er fleiri av
hesum hermonnum, sum eru
blivnir 100 ár. Seinasta heyst fylti
Harry Wilson 100 ár. Hann giftist
við Jóhonnu Apol. Teirra søga er
fyrr lýst í hesi røð.
Tann 31. mars verður ein annar
av hesum hermonnum 100 ár.
Hetta er Stan Suggate, og hansara
søga verður lýst í hesi grein. Hann
var giftur við Kristionnu á Steig
úr Sandavági.
Pápin var bumbaður
Bara ein mánað eftir. at Ongland
fór í kríggj móti Týsklandi, var
Stan innkallaður í herin, 20 ára
gamal. Hetta var í oktober í 1939.
Hann bleiv settur í tænastu í
eini sjúkrahúseind, nevnd Ninth
Field Hospital, sum virkaði
sum sjúkrahús á hermótunum.
Fyrsta tíðin gekk við venjingum í
Onglandi. Á sumri 1940 var eindin
hjá Stan knýtt at Royal Marines,
og vóru teir sendir við herskipi í
kríggj. Stan var umborð í einar
tríggjar mánaðir. Ætlanir vóru
um, at tann partur av flotanum,
har hann var við, skuldi gera
innrás í Vesturafrika, men henda
ætlan var av eini orsøk ella aðrari
avlýst, og skipið fór tá til Glasgow
í Skotlandi við manningini. Teir
fingu tá frí í tríggjar vikur.
Stan fór tá heim til foreldrini,
sum búðu nærindis London, men
har væntaði honum ein skelkandi
sjón. Í London høvdu tey veruliga
merkt meira til kríggið, enn Stan
hevði merkt umborð á troppa
skipinum.
Tá Stan kom heim, fann hann
einki hús. Foreldrini búðu í ein
um dupulthúsum, har tvær
familjur búðu. Hesi húsini vórðu
bumbað í sor av týskarum, tá ið
teir byrjaðu sín ”blitz” ímóti Bret
landi og eisini London.
Hann fór so at leita eftir for
eldrunum, men eingin kundi
svara, hvar tey vóru. Hann fór
inn í ráðhúsið at spyrja, men
har vistu tey heldur ikki. Men
júst sum hann stóð uttanfyri
ráðhúsið og hugsaði um, hvat ið
hann skuldi gera, sá hann pápan.
Tá vóru tey fyribils flutt inn í eini
hús nærindis.
Tá frætti Stan, hvat ið var hent.
Tvey fólk í hinum húsunum vórðu
dripin í hesi bumbing. Mamma
Stan slapp heilt óskalað, tí hon
hevði verið í einum bumbuskýli.
Verri kundi tað havt verið við
pápanum. Hann var farin í skýlið,
men var forvitin eftir at frætta
tíðindini í útvarpinum um støð
una og fór inn í húsið at lurta.
Beint tá kemur ein bumba, sum
rakar húsið, men her var pápin
so heppin, at eitt billiardborð
stóð millum hann og bumbuna,
og tað bjargaði honum.
Húsini vórðu bygd upp aftur,
og har hava Stan og Kristianna
búð meginpartin av teirri tíð.
Her var høgligt at búgva, bara ein
hálvur tími við toki inn í miðbýin
í London.
Sigldu seg inn í blóð!
Tá ið Stan kom aftur í herin eftir
hesar tríggjar frívikurnar, fekk
hann støð í Skotlandi, har hann
skuldi bíða eftir nærri boðum.
Hesa tíðina búðu og vandu teir
ymsastaðni í Skotlandi. Ein dagin
fáa teir boð um at fara umborð á
eina av teimum skjóttgangandi
ferjunum, sum annars sigldu rutu
til Isle of Man í írska havinum. Tá
er tað, at teir koma til Føroyar,
sum teir lítið og einki vistu um
frammanundan.
Stan kom higar í apríl 1942, og
teir komu inn á Miðvág. Hansara
fyrsta minni var rættuliga drápu
ligt. Tá ið teir komu inn móti
bryggjuni var sjógvurin reyður
sum blóð. Tá hevði júst verið
grindadráp!
Laborantur á
sjúkrahúsinum í Sandavági
Stan kom higar saman við teirri
manning, sum skuldi byggja flog
vøllin í Vágum. Hetta var ikki smá
vegis manning. Teir vóru upp til
2.600 mans til hesa uppgávu.
Men uppgávan hjá Stan var at
arbeiða á bretska sjúkrahúsinum
í Vágum. Tey eru kanska ikki
øll sum vita, at bretar høvdu
sjúkrahús. Teir høvdu veruliga
tvey, tí eitt var eisini í Havn, uppi
hjá nonnunum.
Tað er ein partur av at fara
í kríggj at kunna viðgera teir
hermenn, sum verða særdir ella
sum gerast sjúkir, og við í hesum
er so eisini at hava sjúkrahús á
staðnum.
Bretar høvdu tískil innrættað
sjúkrahús í húsunum hjá losjuni
Vakhús í Sandavági. Beint við
stóðu sethúsini, sum Jóan Jakku
Simonsen nýliga hevði bygt sær.
Her komu læknarnir at búgva.
Bygt varð afturat losjuni, sum
fekk skurðstovu, sjúkrastovur
og røntgen. Sjúkrahúsið hevði 50
sengur, og manningin var eisini
50, alt mannfólk.
Farmaceutar og laborantar
búðu í húsinum hjá Dáva Magn
ussen. Við Giljarætt varð bygdur
ein campur við barakkum, og har
búði alt hitt starvsfólkið á sjúkra
húsinum.
Arbeiði hjá Stan var at vera
laborantur, og hevði hann eina
Tað hava verið knotur í teimum bretsku
hermonnunum, sum komu til Føroya undir seinna
heimsbardaga. Stan verður 100 ár sunnudagin
SIÐSØGA
Stan Suggate:
GAMLI BRETSKI
HERMAÐURIN
VERÐUR 100 ÁR
Kristianna og Stan við børnunum sum smá.
Systrarnar, v.f. Kristianna, Ragnhild, gift við Johan
á Plógv og Dusina, gift við Godtfred Joensen.