hósdagur 28. mars 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019
SOSIALURIN 37
13
TÍÐARGREIN
Er »góðan dag«
ov nógv at tí góða?
Napoleon Smith
Fransktlærari
Napoleon Smith hugleiðir um hetta, sum í franskari mentan er øgiliga ófólkaligt
– ikki at heilsa og siga »góðan dag«
E
ru vit føroyingar og
norðurlendingar
veruliga so afturhald
andi av lyndi, at okkara
tøgn altíð kann rættvísgerast
mentanarliga? Og er tað ov nógv
av tí góða at siga ”góðan dag”,
»farvæl« og »takk«, og at fáa eitt
stutt eygnasamband í lag við
tann, sum stendur yvir av tær í
gerandisdegnum?
Síðan at eg flutti heim úr
Fraklandi og Týsklandi havi eg
mangan kent meg sum eina
mentanarliga kamelión, sum alla
tíðina skiftir lit, alteftir hvørjari
mentan, ið eg standi yvir fyri. Og
ikki minst eftir, at eg havi meld
að meg til www.couchsurfing.
com seinasta november, havi eg
ferð eftir ferð sæð mína egnu
mentan uttanífrá við ”gestsins
eygum”.
Og í morgun tók eg bussin út
á Glasir saman við eini franskari
krabbagoggu, sum aftur fekk
meg at síggja okkum sjálvi úr
sjónarhorninum hjá einum, har
ið tað at heilsa upp á hvønn ann
an bæði málsliga og kroppsliga
er grundleggjandi høffligheit.
Eg hevði bjóðað hesi ungu
fronsku damuni í mín undirvís
ingartíma fyri at geva næming
um mínum íblástur sum ein for
kunnugur gestur, sum enntá
framleiddi ost og búði úti á land
inum í Suðurfraklandi, har ið
sólin skínur oman og niðan. Men
fert tú inn í ein skúlaflokk í
Fraklandi og Týsklandi, so reisa
fólk seg brosandi fyri tær og siga
»góðan dag harra Smith« og vísa
harvið, at tey hava lagt merki til
tín, sum tú komst inn í rúmið,
meðan hetta ikki kemur av sær
sjálvum her í Føroyum.
Ofta er ongin reaktión (snild
fonirnar vika seg ikki av sær
sjálvum), og suðurlendski gest
urin kennir á sær, at eingin hev
ur lagt merki til hann, hvørki tá
ið hann kom, ella tá ið hann fór.
So verði eg sum lærari noydd
ur at gera næmingar tilvitaðar
um, at í franskari mentan er
hetta øgiliga ófólkaligt, og so fái
eg okkurt pátvungið »góðan
dag« ella »farvæl«, tá ið eg gav
tekin til hetta. »Jamen soleiðis
eru vit føroyingar!«, sigur onkur
kanska.
Útkomin úr flokkinum beit
hin franska eisini merki í, at ein
sum keypti í kantinuni hvørki
hugdi upp á kassadamuna ella
segði nakra ljódliga heilsan, men
bippaði bara sítt visakort ígjøgn
um uttan sjónligt lívstekin. Og
ígjøgnum hesar smáu mentan
arhvøkkir hjá vinkonuni, byrjaði
eg at síggja føroyska gerandis
dagin við fronskum brillum, og
sá, hvussu ið fólk gingu fram við
bussføraranum, sum um var
hann ein robottur, sum ikki var
nóg verdigur at heilsa uppá –
ella yvirhøvur tað, at síggja
hann sum menniskja, tá ið farið
var umborð á bussin.
Sum vit høvdu staðið í buss
steðgistaðnum fram til bussferð
ina, hevði franska ferðagentan
samstundis sagt, eins og hin
týska couchsurfarinnan heima
við hús, at hon sjálvdan hevði
upplivað so fitt fólk sum her í
Føroyum; tann týska hevði enn
tá ilt við at trúgva, at fólk kundu
vera so fitt – slíkt fanst ikki í
Týsklandi, sum hon málbar seg.
Við øðrum orðum í tí løtu, tá
ið afturhaldna gerandisskræðan
í næsta sekundi letur seg upp
eins og kópakonan, og tú verður
bjóðaður og hjálptur inn til tað
besta av tí besta hjá tí persóni,
sum tú breyt ísin hjá.
Men nú ið snildfonirnar eru
vorðnar so snildar, so at okkum
ikki longur nýtist at útseta okk
um fyri tí óbehagiliga at skula
heilsa upp á onnur, kundu vit tá
kortini ikki lært eitt sindur av
teimum nýíkomnu »havið-ein-
góðan-dag« hjá Mylnuni og
Á-handlunum?
Bara ein tanki…
Ofta er ongin reaktión (snildfonirnar vika seg
ikki av sær sjálvum), og suðurlendski gestur
in kennir á sær, at eingin hevur lagt merki til
hann, hvørki tá ið hann kom, ella tá ið hann fór.
Hugleiðing