hósdagur 28. mars 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019
SOSIALURIN 37
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12
SJÓNARMIÐ
Ófatiligt at Javnaðar
flokkurin góðtekur...
Karin Kjølbro 75 ár
Ófatiligt at Javn
aðarflokkurin
góðtekur uppskot
ið um at avtaka
fólkatingssess
irnar
Páll á Reynatúgvu, løg
tingsmaður, hevur av
sínum eintingum lagt
eitt uppskot fyri løg
tingið um at avtaka
føroysku fólkatings
sessirnar. Tað er rætti
liga óvanligt, at ein
stakir samgongulimir
leggja uppskot fyri løg
tingið, og í hesum føri
num er tað ikki sum
løgtingsformaður, men
sum ”gemenur tjóð
veldismaður”, at hann
hevur lagt uppskotið
fram.
Tað undara meg
stórliga, at Javnaðar
flokkurin, sum skal
vera ein samríkisflokk
ur (í hvussu so er tá so
stutt er eftir til val), og
sum hevur leiðsluna í
samgonguni, góðtekur
slíkt. Hetta hevði ikki
gingið, um Sambands
flokkurin átti løgmann.
Eitt er, at summir
flokkar droyma um, at
Føroyar einaferð skulu
verða eitt fullveldisríki.
Tað hava teir loyvi til.
Men tað er løgið, at
onkur av hesum flokk
unum vil frásiga sær
tey rættindi, sum vit
hava í verandi støðu.
So leingi sum vit eru
í ríkisfelagsskapi við
Danmark, verður ein
partur av okkara lóg
um gjørdar í fólkatingi
num, so sjálvandi skulu
vit hava ávirkan á tær
lógirnar.
Tað margháttligasta
av øllum er, at løgting
ið er mitt í einum stríði
um at krevja fullan
limaskap í Norðurland
aráðnum. Har eiga før
oyingar tveir limir,
men umframt hesar, er
ikki óvanligt, at før
oysku fólkatingslimir
nir eisini møta har,
sum umboð fyri fólka
tingið. Tað vil siga, at
Føroyar kunnu í roynd
og veru hava fýra limir
– tveir løgtingslimir,
sum ikki hava fullan
limaskap, og tveir fólk
atingslimir, sum hava
fullan limaskap. Og
meðan við stríðast fyri
at fáa fullan limaskap í
Norðurlandaráðnum,
leggur sjávur løgtings
formaðurin uppskot
fyri tingi, um at avtaka
teir báðar sessirnar,
sum hóast alt hava
fullan limaskap.
Løgmaður
hevur
sagt, at um uppskotið
hjá Pálli á Reynatúgvu
verður samtykt, so
hendir í roynd og veru
einki, tí danskar lógir
forða fyri, at løgtingið
einsamalt kann avtaka
fólkatingssessirnar.
Men eitt er jura og ann
að er politikkur, og tað
verður í øllum førum
ringt hjá Tjóðveldi at
taka danskar lógir
framum eina løgtings
samtykt.
Um vit ímynda okk
um, at júst tað hendir. -
Lat okkum siga, at upp
skotið verður samtykt,
men at samtyktin ikki
verður sett í verk or
saka
av
teimum
donsku lógunum, vil
Tjóðveldi so virða løg
tingssamtyktina
og
lata verða við at stilla
upp til fólkatingsval,
ella vil flokkurin fylgja
teimum donsku lógu
num og seta tær oman
fyri løgtingssamtykt
ina? Tað hevði í øllum
førum verið spennandi
at sæð.
Undir øllum um
støðum átti løgmaður
at víst seg sum ein
samríkismann,
og
kravt av Tjóðveldi, at
uppskotið varð tikið
aftur.
Helgi Abrahamsen
Ein politikari, sum tordi
at siga sína meining og
standa við sína mein
ing, hóast allir menn á
tingi bakkaðu, tá teir
hildu, at Gud rak parta
politikk á tingi og var
ímóti samkyndum og
javnstøðu – í øllum før
um fyri kvinnur
Mikudagin fylti Karin Kjøl
bro á Argjum, sum er fyrr
verandi løgtingskvinna,
sosialráðgevi og annað
mangt 75 ár.
Karin Kjølbro er ættað
úr Klaksvík. Dóttir Turid f.
Thomsen úr Skúvoy og
Poul Nolsøe Kjølbro Klaks
vík.
Hon var fyrru ferð gift
við Høgna Debes Joensen,
fyrrverandi landslækna
(1966-85). Tey bæði eiga
børnini Brynhild, sum vit
millum annað kenna sum
fyrrverandi leiðara í Ferðsl
utrygd, Bergtóru, sum vit
kenna sum fyrrverandi
tingkvinnu fyri Tjóðveldi,
og Hanus, sum er lækni.
Seinnu ferð, í 1999, giftist
hon við Ørvi Thomasen,
sum er úr Klaksvík.
Karin Kjølbro gjørdist
alment kend, tá hon á løg
tingsvalinum í 1978 varð
vald á Løgting. Hetta var
fyrstu ferð í søguni, at før
oyingar valdu kvinnur á
ting. Hesaferð vóru tær
báðar, Jona Henriksen fyri
Javnaðarflokkin og Karin
Kjølbro fyri Tjóðveldis
flokkin valdar. Jona hevði
tó sitið á tingi valskeiðið
frammanundan sum vara
fólk fyri Jákup Lindenskov,
sum var landsstýrismaður.
Men tær fingu í 1978 heið
urin
at
vera
fyrstu
kvinnurnar í Føroyum, sum
vóru valdar beinleiðis á
ting.
Karin hevði eisini verið
inni sum varafólk valskeið
ið frá 1970-74. Hon er onnur
kvinna, sum hevur roynt
tað. Tann fyrsta var Malla
Samuelsen í 1964.
Tíðarskeiðið hjá Karini
sum virkin politikari vardi í
12 ár. Tá valið í 1990 nærkað
ist, boðaði hon frá, at nú fór
hon at gevast. Hetta hildu
mong vera løgið. At gevast
eftir »bara« 12 árum. Tað var
ikki vanligt. Eitt er, at hon
var onnur av teimum
fyrstu kvinnunum at verða
vald á ting, men hon var
tann fyrsta, sum av egnum
vilja gavst í politikki.
Tað »óvanliga« við tí var
uttan iva, at føroyingar
vóru ikki vanir við, at nakar
sjálvboðin »gavst« í poli
tikki á so ungum árum
einans 46 ára gomul. Tí
menn plaga ikki gevast, fyrr
enn teir eru gamlir ella teir
duga at síggja, at snildast er
at gevast. Teir finna annars
sjáldan hurðina sjálvir, so
sum Karin gjørdi í 1990.
Vit minnast eisini tað
altíð blídligu og smílandi
Karina fyri at hava sína
meiningar og standa við
sína meining.
Eitt dømi var, tá hon
einsamøll talaði ímóti stóru
skipapakkunum í áttatiár
unum. Annað var glantri
leikurin um 266b í 1988.
Henda púra meinaleysa
lógargreinin um at fáa
kynsliga sannføring inn í
lógargreinina í revsilógini
skapti stóra øsing, tá ein
prestur í landsstýrinum
fann sær eitt høvi at leggja
samgongufelagar sínar við
Atla P. Dam á odda at vilja
góðkenna homoseksualitet
í Føroyum. Hetta var øgi
ligt. Føroyar vóru nú á glíði
breytini. Tí fylgið hjá Atla P.
Dam ætlaði enn tá eisini at
samtykja, at javnstøða
skuldi vera millum kvinnur
og menn. Hetta var ógud
iligt og kommunistiskt og
alt møguligt vemmiligt.
Herferðin hjá prestinum
og fylgi eydnaðist. Sam
gongan slitnaði. Men tað
gjørdi »kristilig« flokkurin
eisini, so samgongan kundi
halda fram – tó við teirri
treyt, at hendan »vemmi
liga« lógargreinin, sum fór
at føra til, at Føroyar fór at
viðurkenna, at summi fólk
eru samkynd, hon skuldi
sendast har piparið grør.
Málið lá í tinginum – og
atkvøðast skuldi. Tá atkvøtt
varð – so var bara ein at
kvøða fyri. Hana átti Karin
Kjølbro.
Av øllum í Løgtinginum,
var tað bara Karin Kjølbro
sum dugdi at síggja eitt lítið
sindur longur fram, og sum
ikki vilda bakka fyri teim
um, sum nýttu halgubók
sum kavaplógv at vinna
sær politiska makt við at
seta onnur í ringt ljós og
døma tey til devul og brand.
Slíkt er víðskygni móti
dapurskygni. Í dag sigur
søgan sítt. So »nasadjørv«
var Karin eisini longu í 1979,
at hon legði fram uppskot á
ting um javnstøðulóg. Tá
mundi mangur tingmaður
smírast – um slíkt fjant og
fjas, sum kvinnur kundu
finna uppá.
Karin var eisini blað
stjóri á málgagninum hjá
Tjóðveldisflokkinum, 14.
September, har hon millum
annað skrivaði oddagreinir
við broddi.
At Karin og Jona vórðu
valdar á ting júst í 1978 er
heldur ikki av tilvild. Til
hetta valið var løgtingsval
lógin broytt soleiðis, at
tingfólkatalið vaks frá 26 til
32, og Suðurstreymoyar val
dømi fekk tvey valdømis
vald umboð afturat.
Nú var betur pláss fyri
kvinnum. Og líka til vallóg
in aftur varð broytt til eitt
valdømi í 2008, var trupult
at fáa kvinnur valdar á ting
uttan fyri Suðurstreym.
Kanska søgan um polit
ikaran Karin Kjølbro er søg
an um, hví menn ikki skulu
ráða einsamallar. Um vit
siga, at Jona var fyrr enn
Karin, so eru bara 23 komn
ar á ting eftir Karina, sum
kom á ting fyri nærum 42
árum síðani. Tað sigur ikki
so lítið um støðuna.
Nøvn
Eitt sindur um Karina
Fødd:
27. mars 1944 í Klaksvík
Útbúgving:
Studentsprógv 1963
Sosialráðgevari 1968
alkoholráðgevari 1994
Starv:
Andveikraverndin í
Føroyum 1969-71,
Amts- sjúkrahúsið í
Glostrup 1972-76
Leiðari á
Kriminalforsorgini í
Føroyum 1976-2012
Nevndarsessir:
Forkvinna í ALS
Limur í stýrinum fyri
Norðurlandahúsið
Kvinnufelagssamskipan
Føroya 1990-93,
Politisk størv:
Tingkvinna 1978-90
Blaðstjóri á „14.
september“ 1983-84.
Karin Kjølbro –ein undangongukvinna í politikki. Hóast
næstan 42 ár eru liðin, síðani hon varð vald á ting sum
nummar 2. So eru bara 23 kvinnur valdar síðani Karina