hósdagur 28. mars 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019
SOSIALURIN 37
11
ferðamannaskipinum, sum í fjør
sigldi gjøgnum Kolturssund.
- Tað er óneyðugt, men kortini
ikki forboðið. Og er tað rímiligt?
Tað er sovorðið vit kjakast um í
løtuni, og vit tosa um, hvat mann
kann gera við hetta, sigur Hans
Johannes á Brúgv.
Alt samfelagið
má aktiverast
MRCC stjórin, Edvard Bjarnason,
sigur, at ein líknandi neyðstøða
rakar sera vítt, og tað hevur tí
týdning, at mann hevur eina
greiða ætlan um, hvussu og
hvat mann ger, tá so nógv fólk
knappliga verða bjargað í land.
- Mann má aktivera ein øgiliga
stóran part av samfelagnum, um
mann skal kunna taka ímóti til
dømis 1500 fólkum í Føroyum.
Hetta veri seg bæði innivist og
hjálp til at fáa fólkini av bátinum.
- Vit høvdu klárað tað
Tilbúgvingarráðið er ætlað til lógir
og kunngerðir, og ráðið skapar
tær yvirskipaðu rammurnar fyri
tilbúgvingini í Føroyum.
- Vit hava ætlanir fyri, hvussu vit
skipa okkum í einari kreppustøðu,
og eg vildi mett, at vit høvdu
klárað at taklað uppgávuna, sigur
Andras Marr Poulsen, formaður í
Tilbúgvingarráðnum.
Hann leggur dent á, at tað kann
vera ein avbjóðing viðvíkjandi
tilfeingi.
- Reint organisatoriskt eru
vit klár, men eg dugi ikki at
svara uppá, um vit eru klár
ressoursumessigt, tí vit hava
aldrin upplivað slíkt. Eg havi ikki
yvirlit yvir, hvat hvør stovnur
kann bjóða av ressoursum, sum
nú er.
- Í Noregi høvdu teir fimm
tyrlur at flyta inn, og í Føroyum
hava vit tvær. Annars plaga
vit í Føroyum at brúka tær
ressoursirnar, sum kunnu bjarga
frá sjónum, men tað bar jú ikki
til í Noregi í hesari støðuni, sigur
Andras Marr Poulsen.
Nýtt átaksráð á veg
Tilbúgvingarráðið er í ferð við
at gera eina ætlan fyri eitt nýtt
átaksráð, sum skal taka sær av
kreppustøðum. Hetta nýggja
átaksráðið bleiv roynt fyrstu
ferð í farnu viku í sambandi við
stóra trygdarvenjing umborð
á Norrønu, ið varð fyriskipað
í
samráði
við
avvarðandi
myndugleikar.
- Átaksráðið skal samskipa
tær ressorsusir, mann hevur
í Føroyum fyri at fáa greitt
yvirit. Undir líknandi neyðstøðu
skulu vit fyrst hava ressoursir
til at tøma skipið, so til at taka
ímóti fólkunum, so at breyðføða
teimum, og so eisini til at fáa tey
av landinum aftur. Hetta fevnir alt
umar ymiskar myndugleikar, sum
hava hvør sínar uppgávur. Fyri
at skipa hetta er tað av stórum
týdningi, at allir partar møtast
fyri at samskipa, hvussu tað skal
gerast, sigur Andras Marr Poulsen,
formaður í Tilbúgvingarráðnum,
um nýggja átaksráðið.
- Eitt ræðumynd
fyri Norðurlond
Norðurlendsku londini hava
avtalur um, hvussu londini skipa
seg og hjálpa hvørjum øðrum, tá
tað er tørvur á tí í neyðstøðum.
Londini hava felagsvenjingar, har
MRCC og Vørn luttaka.
- Tað, sum hendi við Viking
Sky, er ein ræðumynd fyri øll
norðanlond. Øll londini vera trýst,
óansæð hvørjum landi ein tílík
støða hendir í, sigur Andras Marr
Poulsen.
Danski trygdarmyndugleikin
Arktisk Kommando er partur av
Tilbúgvingarráðnum, so kreftir
frá Arktisk Kommando høvdu
eisini komið til hjálpar, um eitt
ferðamannaskip hevði komið
í havsneyð á okkara leiðum.
Arktisk Kommando hevði so gjørt
seg galdandi bæði á praktiskum,
operativum og strategiskum støði
Rak fyri vág og
vind í ódnarveðri
Tað var um tveytíðina leygar
dagin 23. mars, at stóra ferða
mannaskipið Viking Sky kom
í neyð nakað út fyri Møre og
Romsdal í Noregi. Tað var
stormur og upp í ódn í hvirl
unum, meðan skipið knapp
liga fekk trupulleikar við
motorinum og steðgaði upp.
Skipið lá fyri vág og vind
í aldum, sum vóru upp í 10
metrar hædd. Tað eydnaðist
manningini at seta akker í, og
hetta var um reppið, tí tað var
bert 100 metrar frá at taka í
botn.
Tyrlur og bjargingarbátar
vóru send á staðið í ódnar
veðrinum. 1.373 fólk vóru um
borð, og 479 av hesum vórðu
bjargað av tyrlum.
Bleiv sleipað í land
Tað eydnaðist at seta tríggjar
av teimum fýra motorunum
í gongd aftur á Viking Sky,
og tíðiliga sunnumorgun
eydnaðist tað sleipibátum at
krøkja seg fastar í Viking
Sky. Ferðamannaskipið bleiv
sleipað trygt í land í Molde.
Fleiri av persónunum um
borð hava verið undir viðgerð
á sjúkrahúsunum nærindis,
og onkur hevði fingið álvars
ligt mein.
Viking Sky var ikki tað ein
asta skipið, ið kom í havsneyð í
sambandi við hesa hendingina.
Farmaskipið Hagland Captain,
sum var í nánd, gjørdi eina
roynd at hjálpa Viking Sky,
men lagnan vildi, at Hagland
Captain eisini skuldi koma
í neyð. Farmaskipið lá halt í
sjónum, og tyrlur komu mann
ingini til hjálpar.
Mikudagin var orsøkin til
motortrupulleikarnar stað
fest, sum var lágt oljutrýst.
Viking Sky vitjar annars í
Føroyum 6. juni, 14. juni, 7. aug
ust og 19. august í ár.
Viking Sky:
Norska bjargingartænastan hevði úr at gera, og tyrlur fóru
eftir fólkunum umborð (Mynd: Ritzau Scanpix)
Tað eydnaðist at sleipa Viking Sky inn á Molde (Mynd: Ritzau Scanpix)
Tvær bjargingartyrlur eru til taks í Føroyum