Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019 SOSIALURIN 37 10 - Í veruleikanum eru tað so ræðuliga fá lond, sum eru klár til eina líknandi hending, sigur Edvard Bjarnason, stjóri í MRCC Tórshavn. Ferðamannaskipið Viking Sky, sum kom í havsneyð í Noregi, hevur sett tingini í perspektiv PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO U m vikuskiftið kom stóra ferðamannaskipið, Vik­ing Sky, í havs­ neyð beint út fyri Møre og Romsdal í Noregi. Skipið fekk motortrupulleikar í ódn­ ar­veðrinum, sum setti risastórt bjargingarátak í verk. 1373 fólk vóru umborð, og 479 teirra vórðu bjargað við tyrlu, áðrenn tað eitt døgn seinni eydnaðist at sleipa stóra skipið í land. Klára tað ikki einsamøll Nógv ferðamannaskip vitja í Føroyum á hvørjum ári, men tíbetur er einki av hesum skipum komið í nakra líknandi støðu, sum Viking Sky kom í um vikuskiftið. Spurningurin er tó, hvussu klár vit eru í Føroyum at handfara slíkar møguligar neyðstøður. Um eitt ferðamannaskip skuldi rent seg í trupulleikar í Føroyum, er tað MRCC, sum samskipar bjargingátøkini. Edvard Bjarnason, stjóri á MRCC Tórshavn, vísir á, at tá sovorðið hendir er talan um undantaksstøður, sum tað er trupult at vera fyrireikaður til. - Í veruleikanum eru tað so ræðuliga fá lond, sum eru klár til slíka hending. Tá ein sovorðin katastrofa hendir, fer mann forbí ta vanligu tilbúgvingina, sum mann annars hevur. Mann kallar tað "mass rescue operation", og tá má mann hava hjálp aðrastaðni frá - bæði í samfelagnum og frá øðrum londum. Trupult at bjarga við tyrlu Noreg er eitt stórt land, men kortini fingu noregsmenn góða hjálp úr Danmark. Danir sendu tyrluhjálp til Noregs at taka sær av vanligu bjargingartænastuni, so norsku tyrlurnar kundu fokusera uppá evakueringina á Viking Sky. At flyta fólk burtur við tyrlum er sera umfatandi arbeiði, og hetta eru tey í MRCC varug við. - Tað er øgiliga tvørligt at taka fólk av einum skipi við tyrlu. Tað ber til, men tað tekur bara so ræðuliga langa tíð. Í Noregi tóku tey eini 400 fólk av tilsamans uppá eitt heilt døgn, og hetta var ikki eingongd helvtin av fólkunum, sum vóru umborð. So at bjarga við tyrlu er ein heilt ófatiliga stór uppgáva. Tað er nærmast ræðandi, sigur Edvard Bjarnason. - Vit eiga at fyribyrgja Edvard Bjarnason heldur, at vit eiga at gera alt tað, vit kunnu, fyri at fyribyrgja, at skip kunnu koma í líknandi støður í føroyskum sjógvi. - Eg haldi sjálvur, at mann sum samfelag eigur at gera fleiri fyribyrgjandi tiltøk, enn tað verður gjørt í løtuni í Føroyum, sigur Edvard Bjarnason. Hann kemur ikki við nøkrum konkretum boði uppá, hvat mann kundi gjørt, men nevnir, at tað kundi verið ein møguleiki at hugt eftir siglingarleiðum og strangari loðskrøvum. - Sum tað er nú, so sigla ferðamannaskipini næstan akkurát har, tey hava hug til. Vit høvdu eitt dømi síðsta summar, har eitt ferðamannaskip sigldi inn gjøgnum Kolturssund. Tá er mann so ræðuliga nær landi, og tað kemur næstan undir ábyrgdarloysi, sigur Edvard Bjarnason. Umhugsa møguligar ásetingar Sjóvinnustýrið umsitur og hevur ábyrgd av føroyska regluverkinum, sum ásetur krøv til skip og bátar. Tað at áseta siglingarleiðir hoyrir eisini undir Sjóvinnustýrið. Sambært Hans Johannes á Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum, so hevur Sjóvinnustýrið umhugsað júst hesa avbjóðingina. - Vit kunnu seta avmarkingar fyri, hvussu nær skip kunnu koma at landi. Men tað hava vit ikki gjørt higartil. Orsøkin til tað er, at avmarkingar eisini hava nakrar vansar við sær, tí skip koma jú eisini nær landi fyri at kroka í illveðri. Um vit siga, at eingin kann nærkast Føroyum, so sleppur eingin tað, og tí er tað ikki so einfalt, hvussu mann skal orða tað í ásetingini, sigur Hans Johannes á Brúgv. Hann vísir eisini á, at mann fyrr hevur sæð, at skip sigla millum oyggjarnar, har tey ikki burdu siglt - eins og dømið við TEMA Um ferðamannaskip kemur í havsneyð í Føroyum: Ivasamt um Føroyar eru fyrireikaðar til stórt bjargingarátak Viking Sky kom í óføri í illveðrinum leygardagin í farnu viku orsakað (Mynd: Ritzau Scanpix)