hósdagur 28. mars 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019
SOSIALURIN 37
18
TRÓNDUR ARGE – DR. CONSTATIN
RADULESCU, CLUJ
MYNDIR: FSF/HANS ERIK DANIELSEN
Í
25 minuttir er føroyska
landsliðið í holt við at reisa
seg, eftir ósigurin á Malta.
Vit spæla væl og koma
til fleiri vandamiklar støður.
Rumenska landsliðið hevur
trupulleikar við at spæla seg
gjøgnum føroyska verjupartin,
sum ferð eftir ferð pilkar bóltin
frá teimum. Hartil spæla vit
okkum úr trýstinum og koma til
góðar støður í hinum endanum.
Men so gongur alt galið!
Vit vilja í so nógv við bólti
num á miðjuni, og við eitt sind
ur av rumenskum hepni endar
bólturin hjá Ciprian Deac, sum
stendur púra leysur í brotsteigi
num og skorar. Onkur skal sjálv
andi dekka hann, men talan er
um hepni meir enn dygd.
Fáar minuttir seinni er aftur
galið, tá Atli Gregersen sparkar
vekk eftir innlegg. Ólukkutíð
rakar hann Klæmint A. Olsen.
Bólturin endar hjá Claudiu Ke
șerü, sum kvittar við at skora.
Tað ger hann eisini tveir minutt
ir seinni, tá bólturin aftur dettur
fyri føturnar á honum, eftir frí
sparkinnlegg.
Seks minuttir og trý mál
aftanfyri.
Vit skora
Tað verður mangan tosað um ein
vátan vøtt ella eina kalda spann
av vatni, men hetta kundi líkjast
meiri einum frammaná frá Mike
Tyson. Tó heldur føroyska liðið
fram við at spæla og skapa mál
møguleikar.
Og som hendir tað. Atli Greger
sen meddar bóltin í kassan eftir
innkast, men ólukktíð – enn eina
ferð - fyri liðskiparan, so hevur
dómarin longu bríkslað fyri
brotssparkið. Vit fingu eisini
brotsspark á Malta, men Brand
ur Hendriksson brendi. Hesa
ferð fellur ábyrgdin á Viljorm
Davidsen.
-Eg visti at eg skuldi skjóta, og
eg visti hvar eg skuldi skjóta. Eg
tók eitt brotsspark í upphitingini
og tað sat í sama stað. Tað var
sjálvandi deiligt at skora, tá vit
akkurát høvdu latið trý mál
inn, sigur Viljormur Davidsen,
ið leggur afturat at hann er til
reiðar at skjóta aftur næstu ferð.
Farið verður til hálvleiks við
støðuni 3-1 til Rumenia, men tað er
ikki umboðandi spælið. Her hevði
2-2 verið meiri rættvíst, tí serliga
Klæmint A. Olsen kundi havt
skorað, tá Hallur Hansson legði
bóltin innfyri til rituvíkingin.
Tíverri fer bólturin uppum. Eisini
koma Gilli Rólantsson, Odmar
Færø og Kaj Leo í Bartalsstovu
í góðar støður, men uttan at
tað blívur ein verulig málroynd
burturúr tí.
Størsta lógvabrestin fær Gilli
Rólantsson, tá hann fyrst trillar
bóltin milllum beinini á einum
rumena, og síðani dribblar fram
við tí næsta, meðan Odmar Færø
er nærmastur, tí hann fær skot
á.
Blandaður seinni
hálvleikur
Dysturin er partvís longu taptur,
tí tað er heldur óhugsandi, at vit
skulu fáa tvey mál. Men vit fáa
ein góðan møguleika tíðliga í
seinna hálvleiki, tá Hallur Hans
son roynir seg við skoti, eftir
eitt væl spælt álop. Málverjin
bjargar.
Stutt seinni krúllar George
Pușcaș bóltin rundanum og upp
um Gunnar Nielsen í málinum,
og so er 4-1.
Sum hálvleikurin gongur taka
rumenar fótin av speedaraun
um, meðan vit til tíðir spæla
væl og koma til góðar støður.Tí
verri er afturgangandi, at tað ov
sjáldan verður umsett til bein
leiðis góðar málroyndir.
Útskiftingar
Lars Olsen ger tríggjar broyt
ingar á liðnum undan dystinum.
Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini
Vatnsdal og Klæmint A. Olsen
koma inn fyri Sølva Vatnhamar,
Rógva Baldvinsson og Jákup L.
Thomsen.
Tíverri er landsliðsvenjarin
noyddur at gera eina útskifting
miðskeiðis í seinna hávleiki.
Heini Vatnsdal hevur trupul
leikar í tjúkkanum og fær ikki
hildið fram.
-Eg fekk eina fibur í tjúkkan
og fekk ikki hildið fram. Tað
følist ikki so galið í dag, so
vónandi er
tað ikki meiri
enn
nakrar
vikur, sigur Heini
Vatnsdal.
Einasta
taktiska
útskiftingin
er,
tá
Árni
Frederiksberg kemur inn fyri
Kaj Leo í Bartalsstovu. Hann
stendur seg væl í framrættaða
spælinum, men enn stríðist við
at finna lutin í verjustøðu.
Hinar báðar útskiftingarnar
eru tvingaðar, tí Hallur Hansson
má eisini geva skarvin yvir eitt
korter fyri tíð. Sølvi Vatnhamar
kemur inn í hansara stað.
Rumenskt rós
Eftir dystin fær føroyska lið
ið rós frá eitt nú rumenska
venjaranum, Cosmin Contra,
sum heldur at føroyska liðið
spælir væl, og er betri fyrstu
25 minuttirnar. Eisini eru við
merkjarnir í rumenskum sjón
varpi jaligir um føroyska spælið.
Men teir halda eisini fyri, at
rumenska liðið hevur lisið før
oyska spælið og veikleikarnar
hjá okkum. Her verður millum
annað sagt, at okkara vengur
og verjukendu miðvallarar ikki
fylgja sínum monnum, og tað
útnyttar Rumenia sambært
teimum.
Hetta er avgjørt vert at hava í
huga hjá okkum, tí verjuparturin
má aldrin liggja eftir hjá okkum.
Góðkent
– men um
støðurnar
trýsta
Við øllum, so er
avrikið góðtikið.
Men so skjótt vit
taka Nations League
og ósigurin á Malta við
í líkningina, er hetta beint
undir góðtikið. Liðið er farið at
lata mál inn. Tað gjørdu vit ikki
í farnu undankapping, tá vit
spældu til null í verjuni í fimm
av tíggju dystum. Nú hava vit
latið seks mál inn upp á tveir
dystir, og 16 mál upp á átta
dystir.
Tá vit so samstundis ikki um
seta fleiri av okkara góðu støðu
verður torført. Vit hava tó skotið
sjey mál í átta dystum, men
trekkja vit heimasigur á Malta
frá, so siga tølini fýra mál í teim
um seinastu sjey dystunum.
Til komandi landsliðsumfar
eru vit í væl betri dystarvenjing.
Tá eita mótstøðuliðini Spania og
Noreg á Tórsvølli. Tá mugu vit
verja betri, meðan vit fáa nokk
ikki fáa eins nógvar málmøgu
leikar – hvørtfall ikki í fyrra
dystinum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
ÍTRÓTTUR
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Revsaðir í Rumenia:
FYRSTA MÁLIÐ HJÁ VILJORMI
Fyri Viljorm Davidsen er talan um fyrsta
málið hjá honum í landsliðstroyggjuni.
Hann hevur spælt 30 landsdystir. Seinastu
undankappingarnar hevur hann verið fyrstaval
á vinstra bakki. Hann sigur, at hann er eisini
til reiðar, um vit fáa eitt brotsspark afturat.
KLODDAÐU TAÐ
BURTUR Í CLUJ
Føroyska landsliðið spælir fínan fótbólt í 84
minuttir, men teir írestandi seks minuttirnir
eru so vánaligir, at vit ongantíð komu í spæl um
stig. Millum brotsteigarnar spæla vit eygagóðan
fótbólt, men vit tapa dystin í brotsteigunum