hósdagur 28. mars 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019
SOSIALURIN 37
19
Lars Olsen:
KLÆMINT SPÆLDI ALLAN DYSTIN
Hóast Klæmint hevur spælt 20
landsdystir, so er hetta fyrst ferð,
at hann spælir ein heilan dyst.
Rituvíkingurin stríddist manniliga í
álopinum og var hann neyvur, so fekk
hann stútað tað eina innleggið í málið.
Euro 2020 Undankapping
RUMENIA
3 4
FØROYAR
1 1
Dr. Constatin Radulescu leikvøllurin í Cluj 26. mars 2019
5
7
5
5
6
5
5
7
5
6
5
GUNNAR NIELSEN
GILLI RÓLANTSSON
KAJ LEO Í
BARTALSSTOVU
ODMAR FÆRØ
BRANDUR
HENDRIKSSON
ATLI GREGERSEN
HEINI VATNSDAL
HALLUR HANSSON
KLÆMINT A.
OLSEN
VILJORMUR
DAVIDSEN
RENÉ SHAKI
JOENSEN
Rógvi Baldvinsson (Inn 28.min)
Árni Frederiksberg (Inn 67.min)
Sølvi Vatnhamar (Inn 77.min)
5
5
5
Dómari: Halil Umut Meler
Venjarin: Lars Olsen
Turkiski dómarin, Halil Umut Meler, gav nógv gul kort í einum dysti,
sum ikki var so harðligur. Hartil skulu bara trý gul til leikbann, so
tað kann skjótt blíva dýrt. Burdi eisini givið okkum fyrimun, tá vit
fingu brotsspark , tí Atli sendi bótin í málið.
5
5
Rumenia – Føroyar
4-1 (3-1)
1-0 Cipran Deac, 26
2-0 Claudiu Keșerü, 29
3-0 Claudiu Keșerü, 33
3.1 Viljormur Davidsen, 40 br
4-1 George Pușcaș, 63
Stað: Dr. Constatin Radulescu
leikvøllurin í Cluj
Dato: 26. mars 2019
Rumenia – Føroyar
Mál: 4-1
Skot: 18-8
Skot á mál: 8-4
Spælbýtið: 62% - 38%
Avleveringar: 587 – 358
Rættar avleveringar: 514 – 285
Hornaspørk: 5-3
Rangstøður: 1-1
Gul kort: 4-3
Gjørd fríspørk: 15-14
Eg trivist við trýstinum
Kritikkurin er ikki til at taka
feil av, eftir tveir ósigrar og
eina minni góða Nations
League. Høvðuspersónurin í
meldrinum er Lars Olsen.
- Eg havi tað gott og trívist
við at tað er trýst á, men eg
og spælararnir skulu eisini
venja okkum við, at vónirnar
til okkum eru størri enn fyrr.
Trýstið ger okkum eisini
skarpari og flytir okkum
fram, men vit hava sjálvir
skapt trýstið við góðum
úrslitum, sigur Lars Olsen.
Hann verður eisini spurdur
um úrslitið er misvísandi, ella
um tað er ein sannleiki í, at vit
ikki eru nóg dugnaligir at verja.
-Tað er ein sannleiki í báðum.
Úrslitið er misvísandi, men so
alíkavæl ikki. Vit byrja væl og
eftir 25 minuttir hava teir ikki
havt ein møguleika, meðan vit
stýra spælinum. Síðani koma
seks vanlukkuligir minuttir.
Vit verja illa og tað er heilt inni
í okkara fimm-metri. So hendir
eisini tað, sum ikki má henda.
Teir skora tríggjar ferðir og so
er dysturin líka sum avgjørdur,
sigur landsliðsvenjarin, sum tó
hevði gott mót í hálvleikinum.
-Vit tosa í hálvleikinum
um, at tað er eitt sindur av
fjáltri á rumenum, sjálvt um
teir føra 3-0. Kunnu vit skora
til 3-2, so eru vit við aftur. Vit
fáa eisini møguleikan við
Halli Hansson, eftir eitt væl
spælt álop, men málverjin
bjargar. Í staðin skora teir til
4-1 og sum vit vit hava sæð
fyrr, so gongur orkan undan
í seinna dystinum, sigur Lars
Olsen.
Hann heldur eisini fyri, at
vit skulu minnast til at vit
spæla væl móti einum sterk
um landsliðið.
Í vanda fyri at blíva mis
skiltur, so haldi eg faktiskt
at vit eru betri ein part av
dystinum. Vit spæla góðan
tekniskan fótbólt móti einum
liðið, sum bara hevur tapt
tveir av teimum seinastu 16
dystunum, sigur Lars Olsen.
Atli mátti – helst – málið
Í støðuni, tá vit fáa brotsspark,
skorar Atli Gregersen faktiskt
upp á returin. Hann kundi
hugsað sær málið, men mest
til eftirtíðina.
-Tað fyllur ikki so nógv
beint nú, men um nøkur
ár hevði tað verið stuttligt
at hava skorað eitt mál.
Viljormur Davidsen skjýtur
brotssparkið væl, men kanska
dómarin kundi havt bíðað eitt
sindur við at dømt, sigur Atli
Gregersen.
Liðskiparin iðrar seg um
úrslitið og at hann átti lut í
2-0 málinum, men gleðist um
góða spælið.