Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019 SOSIALURIN 37 20 ÍTRÓTTUR TRÓNDUR ARGE – DR. CONSTATIN RADULESCU LEIKVØLLURIN, CLUJ T að var avrokning við kassa eitt, tá spælarar­ met­ingarnar blivu gjørdar eftir dystin á Malta. Talan var um 2-tøl og 3-tøl yvir allar linjuna, tí teir blivu revs­aðir fyri a tapa móti Malta. Leikliga er avrikið móti Rumenia á fleiri økjum avbera gott. Vit eru omaná í 25 minuttir – tað heldur sjávt rumenski venjarin – og vit skapa fleiri mál­møguleikar. Avbjóðingin verður at mótrokna hasar seks minutt­irnar, ið kosta nærum allan dystin. Í øllum fýra málunum hava vit møguleika at verja betri, men samstundis er torført at seta bara eitt navn á syndaran. Sum lið má Føroyar blíva meiri mótstøðuført. Vit mugu verða grammari at verja okkara egnu borg, tá bóltar verða sendir í brots­teigin. Vit skulu eisini til at finna røttu javnvágina millum at spæla seg úr trýstinum, sum hevur eina høga risiko við sær, og so at gúppa bóltin so langt vekk, sum nú eina ferð tilber. Hinvegin koma vit til nógvar møguleikar og fáa luft, tá vit megna at spæla úr fyrsta trýsti­ num hjá rumenum. Tað hevur eisini nakrar samlaðar ágóðar við sær, meðan hitt hevur eina skjóta verjukenda effekt, men hvat kostar tað at standa í verju­ støðu ein heilan dyst? Gunnar Nielsen 5 Letur fýra mál og tað er sjálv­ andi ov nógv, men tað er ilt at geva honum skyldina í teim­um. Serliga trý tey fyrstu er hann prísgivin. Ivamálið er 4-1 málið, sum er eitt rímiliga bleytt skort, ið verður krúllað rundan um Gunnar. Annars tekur hann tað, sum hann skal. Velur tryggu loysnina, tá hann fær afturleggingar og er nakrar ferðir leysur í luftini og bjargar. Gilli Rólantsson 7 Hevur funnið seg til rættis á høgra bakkinum, har hann heldur fram við at spæla væl. Hesa ferð vísti hann styrki í bæði avspælinum, og tá hann skuldi føra bóltin fram. Eigur sum so einki í málunum, men ansaði ikki nóg væl eftir, tá Ianis Hagi var um at skora tíð­liga í seinna hálvleiki. Fekk lógva­ brestir, tá hann trillaði bóltin millum beinini á rumena og vísti yvir­skot í dribblingini. Kundi verið eitt sindur meira djarvur í seinna hálvleiki, men sum heilt eitt gott avrik. Atli Gregersen 5 Eigur málið til 2-0, tá hann ikki fær ruddað vekk. Er annars trygg­ur á bóltinum, megnar fleiri ferðir at lesa uppspælið hjá rumenum og átti helst at verið málskorari, tá dómarin heldur gav okkum brotsspark. Hann fekk eisini høvdið á fleiri av innleggunum hjá rumenum í fyrra hálvleiki. Sum heild er av­ rikið yvir miðal, men mistakið í sam­band við 2-0 málið telur niður. Odmar Færø 5 Hevði aftur trupulleikar í upp­ spæli­num, tí hann er høgra beintur á vinstru síðu, men spældi seg upp í seinna hálvleiki. Her komu eisini fleiri góðar av­ lever­ing. Í verjustøðu er hann stinn­ur í ein móti einum støðu, men hevur onkrar svipsarar í luft­spælinum. Kom eisini fram­ við og hevði eina fína roynd á mál. Viljormur Davidsen 6 Tók ábyrgd, tá vit fingu brots­ spark og skoraði upp á tað. Væl skotið og tað telur upp. Kom eisini fleiri ferðir væl burtur í verju­støðu, tá vit skulu spæla okk­um úr trýstinum. Er helst óheppin í samband við 1-0 málið, at hann endar við at standa skeivu megin málskjúttan. Kaj Leo í Bartalsstovu 5 Hevði ein blandaðan dyst. Við bóltinum millum beinini er hann á altjóða stigi. Hann dribbl­ar fleiri ferðir ómakaleyst framvið bæði einum og tveimum rumen­ um. Eisini eru innleggini góð, men fellur upp á nakrar støður í verjustøðu. Millum annað fær hann bóltin tvær ferðir, tá rumen­ar leggja seg odda. Hartil skal hann tora at skjóta, tá hann kemur í góðar støður. Heini Vatnsdal 5 Spælir bara fyrstu 26 minutt­ir­ nar, men ger tað væl tað løtuna. Hann vinnur sínar nærdystir, kemur framvið og er tryggur á bóltinum. Fekk síðani eina fibur í tjúkkan og mátti út. Tað er harmligt, at vágbinguirn ikki fær sítt gjøgnumbrot á lands­lið­ num, tí hann hevur nógv at geva okkum. Brandur Hendriksson 6 So var Brandur aftur. Við góð­ um avleveringum stýrdi hann føroyska spælinum frá mið­vølli­num. Serliga hugaligt at síggja, at onkur av síðuskiftunum sótu í skápinum. Tað gav okkum góð­ar møguleikar. Vann eisini fleiri bóltar í verjustøðu og tiltuskaði sær eisini nøkur fríspørk, tá hann bleiv trýstur. Ein av hans­ara bestu dystum síðani drúgva skaðan. René Shaki Joensen 5 Byrjaði aftur á vinstra vongi, har hann til tíðir vísti góðar dygd­ir við bóltinum. Megnar millum annað at smoyggja sær millum tveir spælarar og skapa góð­ar álopstøður. Innleggini vóru tó undir miðal, men skal hava kredist fyri at koma fram við. Er ikki í dystarvenjing, so vón­andi verður hann enn betri sum kappingarárið gongur. P.S René spillir sína tíð við at spæla í Grindavík, tað er hann ov góður til! Hallur Hansson 7 (Dagsins spælari) Besti maðurin á vøllinum. Spæl­ ir við so nógvari orku, at sjálvt rumenar mettu hann sum okkara besta. Vit kunnu kjak­ast um plássið sum 10 ari er hansara besta, men hann fær tað besta burturúr. Var fleiri ferðir við til at venda spælinum til álops­ støði, hótti við bæði skoti og dribbl­ingum, umframt at hann legði gott trýst á verjuna hjá vert­unum. Hallur kann spæla á hægri støði enn AC Horsens. Klæmint A. Olsen 5 Stríðist manniliga í álopinum og kom eisini til fínar álopsstøður. Kundi – og kanska skuldi – havt skorað í fyrra hálvleiki, tá Hallur Hans­son legði bóltin innfyri úr vinstru. Hann dettur niður í millum í nærdystunum og onkun­tíð í avspælinum, men arbeið­ur steinhart allan dysti í verju­støðu. Fær eisini høvdið á trý innlegg, men tíverri okkurt av innleggunum ov aftarliga. Hevur rós uppiborðið fyri sín stríðs­anda. Rógvi Baldvinsson 5 Kemur inn á miðjuna fyri Heina Vatnsdal. Fellur væl til og passar betri til hendan dystin, enn móti Malta. Er óheppin í eina máli­ num, har hann tapur luft­dystin, men kann ikki lastast fyri málið sum so. Er ikki í dystar­venjing og tað merkist. Árni Frederiksberg 5 Kemur inn á vongin, men kem­ ur bara einu ferðina í eina góða støðu til innlegg, men tað ligg­ur ov lagt. Smæðist ikki og bjóð­ar seg fram, men dysturin skræd­ naði og tí bleiv oftani talan um Spælarametingar: Á Malta blivu spælararnir í felag revsaðir fyri úrslitið. Fyri dystin í Rumenia fáa teir ágóðan av góða spælinum, hóast úrslitið bleiv 4-1, og at tað er ófyrigeviligt at lata trý mál inn upp á seks minuttir. Men sjálvt rumenar eru bilsnir av, at vit spældu so væl GÓÐA SPÆLIÐ TELUR UPP