Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 mars 2019 29 - EG SKILTI, AT OKKURT MÁTTI GERAST, TÍ STØÐAN VAR RÆTTILIGA ÁLVARSOM. SO VIT SETTU FERÐINA UPP OG FINGU NÓGVA FERÐ GJØGNUM KANALINA. ÆTLANIN VAR AT SIGLA INN Í NÝGGJA TERMINALIN HJÁ OKKUM, MEN TAÐ VAR VÓNLEYST AT KOMA INN NORÐANÍFRÁ. EINASTI MÁTI AT SIGLA INN VAR SUNNANÍFRÁ, TÍ SVINGIÐ VAR OV KNAPT. MEN VIT MÁTTU KORTINI ROYNA, GREIÐIR MARIUS Í GARÐASTOVU FRÁ UM NÁTTINA TIL 1. FEBRUAR 2013, TÁ HOL KOM Á EMMU MÆRSK Í SUEZ-KANALINI Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Alskurin til sjólívið kyknaði longu í Marius í Garðastovu, tá hann sum einans átta ára gamal smádrongur fiskaði sild í Skagerakk. Og í dag er sjólívið alt tað, ið hann kennir. Tað er á heimshøvunum, at hann hevur vunnið sítt dagliga breyð síðstu 29 árini, og tá hann er heima millum túrar, er tað á sjónum, at hann leitar sær frið. Og tá undirritaði eydnast at fáa fatur á vest­ menninginum, er hann staddur í Kina, har hann júst hevur fingið handað nýggjasta ný­bygn­ ingin hjá Mærsk. Seinastu 29 árini hevur hann ført fleiri av størstu skipunum hjá Mærsk og alt bendir á, at Marius í Garðastovu er ein maður, ið er høgt í metum í danska reiðarínum. Nýggja skipið er nevni­liga sætti nýbygningurin hjá vest­menn­ ing­inum í danska reiðarínum. Suez-kanalin Innan vinnuna er Marius í Garðastovu nokk mest kendur fyri hendingina náttina til 1. febru­ar 2013 í Suez-kanalini. Skipið er av veg úr Miðjarðarhavinum til Asia. Ein farleið, ið mann­ing og skip høvdu siglt óteljandi ferðir áður, og einki bendi á, at hesaferð fór at vera nakað øðrvísi. Marius hevði verið umborð í tvær vikur, og var hetta ein av seinastu túrunum hjá honum, áðrenn hann skuldi føra enn ein nýbygning. Vikurnar frammanundan hevði hann eisini brúkt til at fyrireika yvirtøkuna hjá Mærsk av einum nýggjum terminali í Suez-kanalini. Harvið hevði hann fingið eina nágreiniliga vitan um terminalin, ið bleiv avgerandi seinni ta náttina. - Um 20 tíðina bíðaðu vit eftir restini av - Nú dugi eg betri at meta, nær nakað er møguligt ella nær tað ikki ber til. Aftaná hendingina í Suez-kanalini trúgvi eg, at alt ber til. Tað ber væl til at koma úr ómøguligum støðum Bragdið í Sue