hósdagur 28. mars 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
Mars 2019 29
skipunum, ið vóru í skipafylginum. Um hetta
mundi var tað 12 m/s, men tað var ikki nakar
trupulleiki, minnist hann aftur á.
Tá skipafylgjan fekk grønt ljós at halda fram
gjøgnum kanalina, hivaðu teir akkerið upp og
fylgdu í hølinum á einum øðrum bingjuskipi.
Umborð á Emmu Mærsk varnast tey tó skjótt,
at skipið frammanfyri ikki tekur hædd fyri
nógva vindinum, og rekur tískil móti boyunum.
- Eg rópti á myndugleikarnar, at skipið mátti
seta ferð á, tí um teir rendu á land, megnaðu
vit ikki at stýra undan. Ferð kom á skipið, men
fingu teir kortini eina boyu um skrúvuna, tí
ferðin var ikki nóg høg. Tá væntaði eg, at hann
fór at steðga, men hann kláraði at snara seg
burturúr tí, greiðir Marius frá.
Fossaði inn
Í fyrstu atløgu tóktist, at øll sluppu frá hend
ingini í øllum góðum, men klokkan 21.41 fór ein
alarmur í gongd umborð á skipinum, ið skjótt
bleiv fylgdur av trimum øðrum.
- Maskinmeistararnir lupu niður og sóu
beinanvegin, at har var heilt galið. Sjógvur foss
aði inn í skipið. Vit bíðaðu til tað kom upp um
gáttina í aksiltunlinum at steingja hydraulisku
hurðina. Tað skuldi av røttum fingið tamarhald
á støðina, so vit kundu siglt trygt víðari.
Í samráð við myndugleikarnar avgjørdi
skiparin at seta kós móti nýggja terminalinum.
Tamarhald tóktist at vera á støðuni, men tað
gekk ikki leingi, áðrenn hann fekk boð um, at
sjógvur var byrjaður at fossa inn í maskinrúmið.
- Tað kom bara meira og meira sjógvur. Vit
royndu tað vit kundu at lensa, men einki nytt
aði. Tá vistu vit, at nú var vandi á ferð, greiðir
hann frá løtuni.
Saman við yvirstýrimanninum hugdi Marius
í Garðastovu gjøgnum kortini yvir lekar, og
kundu teir skjótt staðfesta, at her kundi enda
galið.
- Eg skilti, at okkurt mátti gerast, tí støðan
var rættiliga álvarsom. So vit settu ferðina upp
og fingu nógva ferð gjøgnum kanalina. Ætlanin
var at sigla inn í nýggja terminalin hjá okkum,
men tað var vónleyst at koma inn norðanífrá.
Einasti máti at sigla inn var sunnanífrá, tí
svingið var ov knapt. Men vit máttu kortini
royna, sigur Marius.
Bragdagerðin
Tað er ringt at lýsa hvussu stór avbjóðingin
var, ið manningin umborð á Emmu Mærsk
nú stóð yvirav. Í samrøðu við eitt magasin hjá
Mærsk í 2013 lýsti Marius tað sum, at her var
talan um eina stýring, ið er so trupul, at hon
ikki eingongd verður roynd í simulator. Allar
royndir fram til tá vístu eisini, at eitt skip á 400
metrar ikki megnar eitt slíkt sving. Men man
mátti royna.
Við fullari ferð móti svinginum førdi vest
menningurin skipið inn í eitt 180 gradir sving og
byrjaði alt fyri eitt at bakka, fyri at taka ferðina
av skipinum. Og tað var her, at kunnskapurin
til havnarlagið kom honum til góðar.
- Eg kendi havnina út og inn, tí eg hevði
sjálvur gjørt mannagongdirnar í henni. Eg
kendi hvørja steinpirru og hvussu botnaður lá.
Vit kastaðu tvey akker og megnaðu at steðga
11 metrar frá áarbakkanum. Men í somu løtu,
sum vit steðgaðu, bleiv skipið rakt av blackout.
Hepni var við manningini, tí streymurin
gjørdi, at skipið rak inn móti sjálvum terminal
inum. Øll skipini, ið lógu við bryggju blivu
flutt, meðan Emma Mærsk svingaði inn móti
terminalinum við vindinum og streyminum.
Tveir sleiparar komu síðan út og hjálptu at fáa
skipið upp á pláss.
- Teir pressaðu gronina inn, meðan vit
loraðu akkersketuna við hond, tí vit høvdu
ongan streym. Áðrenn vit yvirhøvur høvdu
lagt at vóru tríggir stórar kranar byrjaði at lossa
bingjur, so at vit fingu javnvág í aftur, greiðir
skiparin frá um álvarsomu hendingina.
Alt samvirkaði
Fimm ár aftaná, kann Marius bara staðfesta, at
alt riggaði sum tað skuldi. Tað er ótrúligt, tí bara
ein lítil feilur kundi ført til eitt heilt øðrvísi úrslit.
- Alt gekk bara í hond og manningin var
øgiliga professionel. Um nakar gjørdi nakað
skeivt, hevði tað verið ein heilt onnur støða,
men vit megnaðu at bjarga bæði skipi og last,
sigur Marius.
Øll manningin fekk bjóða kreppuhjálp aft
aná hendingina og fingu eisini tilboð um at
sleppa á annað skip. Eingin tók tó av hesum
tilboði og minnist Marius í hesum sambandi
aftur til eina løtu, ið hann hevði við manningina.
- Eg fortaldi, at eg einaferð fyrr hevði upp
Emma Mærsk. Ritzau/Scanpix eigur myndina.
ez-kanalini
- Tað er hart upp á nógvar mátar.
Verðin hjá mær er ikki tann
sama sum áðrenn. Tað verður
hon sjálvandi ikki, tá man er
úti fyri eini slíkari hending
- Tað kom bara
meira og meira
sjógvur. Vit
royndu tað
vit kundu at
lensa, men einki
nyttaði. Tá vistu
vit, at nú var
vandi á ferð