Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 6 mars 2019 29 livað størri skaða á sama skip. Hetta tá eldur kom í tað. Tá trúði eg, at tað aldrin bleiv til skip aftur, men vit valdu at vera hjá skipinum, og tað bleiv bygt upp aftur. Nú sá alt aftur svart út, men ikki so galið sum tá. Eg greiddi frá, at eg ætlaði at halda fram og teir tóku allir somu avgerð. So tá skipið bleiv sleipað til eina skipasmiðju í Italia 29 dagar seinni vóru vit allir við, sigur skiparin. Verðin ikki tann sama Av teimum 24 monnunum, ið vóru umborð hendan túrin, var eingin teirra, ið fekk beinleiðis travma av hendingini. Men Marius í Garðastovu viðurkennir, at tað hevur sett síni spor. - Tað er hart upp á nógvar mátar. Verðin hjá mær er ikki tann sama sum áðrenn. Tað verður hon sjálvandi ikki, tá man er úti fyri eini slíkari hending, sigur hann. Hann vísir á, at um tað hevði verið onkur annar, ið var úti fyri hesum, so hevði hann tikið synd í viðkomandi, tí hann hevði ikki vitað, hvussu man skuldi koma gott frá eini slíkari støðu. Í dag hugsar hann øðrvísi. - Nú dugi eg betri at meta, nær nakað er møguligt ella nær tað ikki ber til. Aftaná hend­ ing­ina í Suez-kanalini trúgvi eg, at alt ber til. Tað ber væl til at koma úr ómøguligum støðum, sig­ur hann. Sjómansfamilja Tað kom ikki óvæntað á nakran, at Marius valdi eina lívsleið á sjónum. Í báðum ættum í familjuni vóru menninir sjómenn og fylti sjó­ mans­lívið nógv í bæði barndómsheiminum í Vest­manna, og tá hann var og vitjaði familjuna hjá mammuni á Norðskála. Tí lá tað eisini rættiliga tíðliga í kortunum, at ungi vestmenningurin fór at royna sjólívið, tó at tað var eitt óhapp, ið førdi til fyrsta túrin. - Eg hevði fingið eina súkklu frá pápa, ið eg súkklaði við alla dagin á grus- og sand­ veg­unum í Vestmanna. Men um kvøldið var eg óheppin og datt. Hendurnar hjá mær blivu so skammfílaðar, at tær blivu vovnar inn í gasu­bind. Hetta var beint tá summarferian byrj­aði, so eg fekk einki gjørt tað summarið. Í staðin slapp eg mín fyrsta túr við pápa, minnist Marius aftur á, ið var einans átta ára gamal tá. Hesin fyrsti túrurin var við nótabátinum Vestmenningi II, ið pápin hjá Marius hevði latið bygt við øðrum vestmenningum í 1970. Báturin fiskaði um hetta mundi sild í Skagerakkinum, og flugu feðgarnir sostatt úr Føroyum til Dan­ markar. Á makrelveiðu Heimafturkomin til Vestmanna dámdi Marius so mikið væl lívið á sjónum, at hvør einasta summ­arferia frá skúlanum bleiv brúkt á sjónum saman við pápanum. Og hendan tíðin skapti minnir og vinabond fyri lívið. - Pápi førdi nótabátin Sólborg hjá Eiler Jacob­sen í 1972 og Krúnborg í 1974. Har var eg við hvørt summar og í 1978 fiskaðu vit svart­ kjaft í Íslandi, sigur hann og heldur á. - Vit gjørdu tríggjar túrar tað summarið. Hetta var fyrsta royndin at veiða svartkjaft í ís­ lendsk­um sjógvi. Ein ungur íslendskur skipari var við umborð á Krúnborg fyri at læra at fiska svartkjaft, og í dag er hann millum størstu reiðarar í Íslandi. Vit hava hildið sambandið við líka síðan og havi eg nýliga vitjað hann. Enska daman Í 1980 var Marius loksins liðugur í skúlanum í heimbygdini, og kundi nú av álvara fylgja í fótasporinum hjá restini av monnunum í familj­ uni. Sum 16 ára gamal fekk hann sín fyrsta - Eg hevði fingið eina súkklu frá pápa, ið eg súkklaði við alla dagin á grus- og sandvegunum í Vestmanna. Men um kvøldið var eg óheppin og datt. Hendurnar hjá mær blivu so skammfílaðar, at tær blivu vovnar inn í gasubind. Hetta var beint tá summarferian byrjaði, so eg fekk einki gjørt tað summarið. Í staðin slapp eg mín fyrsta túr við pápa Frá vinstru: Esmar Johannesen, maskinstjóri, gumma og skrivarin hjá Mærsk á skipasmiðjuni, og Marius í Garðastovu, skipari. Myndin er tikin tá Vaga Mærsk bleiv handað danska reiðarínum. (privat mynd)