hósdagur 28. mars 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
7
Mars 2019 29
kjans og síðan hevur sjógvurin verið hansara
starvsstað.
- Eg byrjaði at sigla við Grimsby Lady, ið
var ein norskur nótabátur, ið bleiv skrásettur
í Onglandi. Onglendingar áttu hann saman
føroyingunum Andras Jensen, ið sigldi alt
sítt lív sum skipari í Onglandi. Pápi var skipari
umborð har og fleiri føroyingar sigldu við,
greiðir hann frá.
Tíðin umborð Grimsby Lady vardi í eitt ár,
og minnist hann serliga hesa tíðina fyri tann
nógva makrelin, ið teir fingu í ensku kanalini
og aðrastaðni í bretsku sjóøki.
- Tað var øgiliga nógvur makrelur, men av tí
at ongin virkir vóru í Bretlandi bleiv alt landað
í Skagen ella til russisk móttøkuskip. Tað var
sum at síggja ein stóran skóg at síggja øll hesi
russisku skipini, greiðir Marius frá.
Á skúlabonk
Aftaná at hava siglt eitt ár við Grimsby Lady,
fekk ungi vestmenningurin kjans við Gullfinni
í 1981, har teir fiskaðu svartkjaft við Føroyar, ið
bleiv landað til Bakkafrost.
Nú var als eingi ivi um, at framtíðin hjá
Marius í Garðastovu lá á sjónum, og leitaði
hann tí á skúlabonk at lesa til stýrimann. Har
var hann í tvey ár, áðrenn hann aftur fór til sjós.
Hesaferð var tað sum 1. stýrimaður við Olaf í
Garðastovu, ið tá var umvældur í Norra.
- Pápi og aðrir vestmenningar áttu Olaf í
Garðastovu, ið var keyptur frá landsstýrinum
á tvingsilssølu. Vit høvdu virkið umborð, ið
gjørdi svartkjaftin til flak, fars, surimi og annað.
Fyrsta túrin vóru 86 mans umborð. Men tað
gekk ikki serliga væl at selja vørur út í verð, og
tá sandmaðkur gjørdi um seg, legðist allur tann
føroyski svartkjaftaflotin.
Koreanska ævintýrið
Um hetta mundi fór Marius í Garðastovu aft
ur á skúlabonk og tók skiparaprógv upp á
níggju mánaðir. Tá hann var liðugur, var Olaf í
Garðastovu farin í sjálvbodna likvidatión, men
kortini eydnaðist tað at selja hann til Suður
korea. Og við tí fylgdi ein øðrvísi kjansur til
unga vestmenningin.
- Nýggju eigararnir bjóðaðu mær við og eg
tók av. So eg hevði eftirlit við umbyggingini
og síðan var eg skipari umborð teir næstu
fimm mánaðirnar. Vit settu kós móti Berings
havinum, har vit fiskaðu alaska-pollock, greiðir
hann frá.
Marius minnist aftur á hesa tíðina sum sera
læruríka og spennandi. Ikki bara var hann
skipari fyri einari koreanskari manning, men
var hann einsamallur hvítur maður umborð av
einari manning upp á 96 mans.
- Tað var óalmindliga áhugavert og er
størsta uppliving, eg nakrantíð havi havt. Eg
var einsamallur, men øll verðin stóð opin fyri
mær. Tað vóru óteljandi møguleikar. Har var
fiskur allastaðni, sigur Marius og leggur afturat.
- Men tað var ein øgiligur mentanarskelkur
hjá mær. Næstan eingin dugdi enskt umborð
og tað var avmarkað hjá teimum, ið dugdu.
Kortini gekk tað fínt. Teir vóru góðir at arbeiða
við og eru eitt gott sjó- og trolfólk. Tey høvdu
eisini heilt aðrar mátar at arbeiða uppá og vóru
rættiliga snildir í nógvum, so eg lærdi eina
rúgvu hesa tíðina.
Út at sigla
Aftaná koreanska ævintýrið fór hann ein
rækjutúr til Kanada og onkrar túrar við Skála
fjall at fiska gulllaks, men í 1990 fór hann eina
heilt aðra leið, tá hann valdi at fara ein túr við
Mærsk.
- Eg var við sum 2. stýrimaður hjá Ceciliu
Mærsk og var har í fýra mánaðir. Aftaná fór eg
umborð á Adrian Mærsk sum 2. stýrimaður.
Eftir tað fekk eg kjans sum 1. stýrimaður um
borð á einum nýbygningi og hava síðan arbeitt
meg so spakuliga upp gjøgnum skipanina.
Skipini er vorðin størri og størri og fyrradagin
yvirtók eg mín sætta nýbygning í Mærsk. Nú
eri eg skipari umborð á Vaga Mærsk, ið er
ein ísstyrktur bátur, ið skal sigla í Eystarasalti,
greiðir Marius frá og leggur afturat.
- Tað er altíð spennandi at fáa ein nýggjan
bil. Kenslan at fáa ein nýbygning er nakað tann
sama. Tað er ein góð kensla at byggja upp frá
byrjan av og fáa tí manning, ið man ynskir sær.
Tað havi eg eisini gjørt í hesum føri og tað sær
lovandi út, tí her eru menn, ið eg havi arbeitt
við í fleiri ár.
Í tíðini í Mærsk hevur Marius í Garðastovu
fingið heiðurin, at siglt nøkur av størstu skipum
á heimshøvunum. Harímillum Albert Mærsk,
ið hann førdi í tvey og eitt hálvt ár, og Emmu
Mærsk, ið hann førdi í átta ár. Emma Mærsk
er 398 metrar langt, 57 metrar breitt, hevur
eina toppferð á 24,5 míl og pláss fyri 15.550
bingjum.
Beint áðrenn Emma Mærsk skuldi navn
gevast kom eldur í og brendi partar av maskin
rúminum og yvirbygninginum. Marius í Garða
stovu var tá knýttur at byggingini og tí var
hann millum teir fyrstu persónarnar umborð
dagin eftir eldsbrunan.
- Tað sá rættiliga svart út, tí skaðin var rætti
liga umfatandi. Men tað eydnaðist at umvæla
skipið, og sigldi eg við henni í gott átta ár,
áðrenn skaðan í Suez-kanalini, sigur Marius í
Garðastovu.
Hevur aðrar dreymar
Hóast Marius nú hevur siglt í 29 ár við Mærsk,
so hevur hann ongar ætlanir um at enda sína
yrkisleið í handilsflotanum.
- Handilsflotin er ikki rætta starvsstaðið hjá
mær, og vóni eg ikki, at hetta verður endin. Í
21 ár havi eg søkt um at fáa fiskiloyvi hjá Olaf
í Garðastovu aftur, men í 21 ár hevur tað verið
mær sýtt. Eg meini tað er eitt loyvi, ið vit hava
rættindi til, men tað meina onnur ikki. Um eg
bara fekk eitt sindur av politiskum vilja, so
hevði eg fingið eitt fiskiskip inn í føroyska
flotan, sigur hann.
Sostatt hevur hann sjálvur merkt, hvussu
torført tað er sum nýggjur aktørur at sleppa
upp í føroysku fiskivinnuna, men hann er
skjótur at vísa á, at hann hevur einki annað
enn virðing fyri teimum vinnulívsmonnum, ið
longu eru í vinnuni.
- Eg taki hattin av fyri teimum. Eg skilji ikki
tann illviljin, ið onkuntíð er móti teimum. Tað er
nóg torført at fáa eitt skip inn í flotan, men at
fólk so mótarbeiða teimum aftaná fati eg ikki.
Eg unni øllum teimum alt gott, ið eru í vinnuni,
og serliga teimum, ið hava verið nógv ár. Tí tað
er ikki altíð stuttligt, sigur Marius í Garðastovu.
- Tað var óalmindliga áhugavert
og er størsta uppliving, eg
nakrantíð havi havt. Eg var
einsamallur, men øll verðin
stóð opin fyri mær. Tað
vóru óteljandi møguleikar.
Har var fiskur allastaðni
- Handilsflotin er ikki rætta starvsstaðið hjá mær, og
vóni eg ikki, at hetta verður endin. Í 21 ár havi eg søkt
um at fáa fiskiloyvi hjá Olaf í Garðastovu aftur, men
í 21 ár hevur tað verið mær sýtt. Eg meini tað er eitt
loyvi, ið vit hava rættindi til, men tað meina onnur
ikki. Um eg bara fekk eitt sindur av politiskum vilja,
so hevði eg fingið eitt fiskiskip inn í føroyska flotan
- Tað var øgiliga nógvur makrelur, men av tí at ongin
virkir vóru í Bretlandi bleiv alt landað í Skagen ella
til russisk móttøkuskip. Tað var sum at síggja ein
stóran skóg at síggja øll hesi russisku skipini
- Tað er altíð spennandi at fáa
ein nýggjan bil. Kenslan at fáa
ein nýbygning er nakað tann
sama. Tað er ein góð kensla
at byggja upp frá byrjan av
og fáa tí manning, ið man
ynskir sær. Tað havi eg eisini
gjørt í hesum føri og tað sær
lovandi út, tí her eru menn, ið
eg havi arbeitt við í fleiri ár.