Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 8 mars 2019 29 Frakt og Sand er fimmfaldað seinastu 10 árini FRAKT OG SAND TILSAMANS HEVUR 118 FÓLK UNDIR SÍNUM HATTI, OG SOLEIÐIS ER TAÐ EITT STÓRT ARBEIÐISPLÁSS, SUM ÁLVUR HØJGAARD, STJÓRI, SAMAN VIÐ SÍNUM FÓLKI UMSITIR OG HEVUR ÁBYRGDINA AV Vilmund Jacobsen Frakt og Sand Sp/f hevur sítt skrivstovu­virk­ semi við Fjøruveg 12 í Runavík. Hetta er beint við, har Eysturoyartunnilin fer at koma út í Rókini. Umframt tey átta fólkini, sum starvast á skriv­stovuni í Runavík, starvast fimm fólk fyri felagið í Flekkefjord í Noregi. Hóast mong vita lítið um hesa sjóvinnu­fyri­ tøku, tí lítið verður veipað við ørmum í tíð og ótíð, er tað eitt stórt tal av fólki, sum hava sítt starv hjá felagnum. Umframt fólkini í Runavík og Flekkefjord, eigur Frakt og Sand níggju skip, umframt at felagið hevur trý onnur skip í sigling. Talið av sjófólki, sum eru knýtt at hesum 12 skipum, liggur um 105. Tað merkir, at Frakt og Sand tilsamans hevur 118 fólk undir sínum hatti, og soleiðis er tað eitt stórt arbeiðispláss, sum Álvur Højgaard, stjóri, saman við sínum fólki umsitir og hevur ábyrgdina av. Søga um fyritøkuna Men, hvør er so í stuttum søgan aftan fyri virk­ semið hjá Frakt og Sand? Tað hava vit spurt stjóran um. Hann sigur, at fyrsta skipið, sum var Pilot, varð keypt í 1966. Hetta var ein sandbátur, sum grabbaði sand. - Virksemið var at selja sand til útbygging­ arnar á landi upp gjøgnum árini, og siðan fevndi virksemið eisini um farmaflutning mill­ um oyggjarnar. Fyritøkan var við í nógvum havnabyggingum, eisini á útoyggj, og haraftrat var flutningur av heitum asfalti. Álvur Højgaard sigur, at 1985 var fyrsta árið, at fyritøkan hevði fleiri skip enn bara tað eina, og í 1993 byrjar virksemið uttan fyri Føroyar. - Hetta var árið, tá Havsand fór til Danmark at arbeiða pumpa sand, og annars var við í nógvum størri og smærri verkætlanum. Her vóru teir eitt nú við til at byggja stóra havnaterminalin hjá Mærsk í Århus, og teir vóru eisini við í Stórabeltsverkætlanini. Stjórin sigur, at tað var í 1999, at virksemið hjá felagnum byrjaði í Noregi, har teir sigldu við sandi, skervi og asfalti millum oyggjarnar á Ålesund-leiðini. - Í 2001 byrjaðu vit at flyta alifóður fyri Havsbrún út til alibrúkini í Føroyum, sigur hann. Seldu sandbátarnar Álvur Højgaard vísir á, at tá brøðurnir í 2006 yvirtóku fyritøkuna, løgdu teir seg meira eftir ali­vinnuni og líka sum niðurprioriteraðu sand­ bát­arnar, har seinasti sandbáturin varð seldur í 2013. - Í 2015 lata vit Karmsund Bulk Terminal upp saman við ein norskum samstarvsfelaga. Hetta er ein goymsla til hveiti úr soyamjøli og nógv­ar ymiskar vørur, sum blandaðar verða í alifóður, og alifóðurframleiðarin BioMar leigar seg inn her. Stjórin vísir á, at Karmsund Bulk Terminal er umleið 17000 fermetrar stórur og hevur pláss fyri 35000 tonsum og 22 ymiskum vørum.  Hava havt 20 skip Hyggja vit eftir, hvussu mong skip fyritøkan hevur havt upp gjøgnum árini, síðan fyrsta Í 2015 læt Frakt og Sand upp Karmsund Bulk Terminal saman við norskum samstarvsfelaga. Terminalurin er 17000 fermetrar stórur og hevur pláss fyri 35000 tonsum og 22 ymiskum vørum - Kappingin er hørð, og okkara størstu kappingarneytar eru útlendsk reiðaríir, sigur stjórin, Álvur Højgaard Mynd: Hjalmar Jóhan Juul