hósdagur 28. mars 2019síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
9
Mars 2019 29
skipið kom í 1966, síggja vit, at talan
er um 20 skip tilsamans. Í yvirlitinum
niðan fyri sæst eisini, hvussu leingi
hvørt skipið var partur av fyritøkuni,
og her sæst eisini, hvørji skip
framvegis sigla fyri Frakt og Sand.
Í røðini – alt eftir, nær skipini eru
komin – er raðfylgjan henda:
Pilot (1966 -1968)
Rókur (1968-1973)
Ása II (1973-1976, sakk á
Skálfjørðinum í 1976)
Burgundia (1976-1989)
Havsand (1985-2005)
Burgundia II (1987-2000)
Bulk Sky (1999-2008)
Burgundia (2000-2013)
Havsand (2004-2008)
Havfrakt 2005 (hava skipið enn)
Hav Tind 2007 (hava skipið enn)
Hav Sund (2008-2013)
Hav Nes 2010 (hava skipið enn)
Hav Sand 2011 (hava skipið enn)
Hav Sund (2013-2015)
Hav Streym 2013 (hava skipið enn)
Hav Atlantic 2015 (hava skipið enn)
Hav Nordic 2017 (hava skipið enn)
Hav Skandic 2017 (hava skipið enn)
Hav Saga 2018 (hava skipið enn)
Umleið 105 sjófólk
Vit hava spurt Álv Højgaard, hvussu
virksemið hjá Frakt og Sand meira
ítøkiliga sær út í dag?
- Umframt okkara níggju skip,
hava vit trý onnur skip í sigling.
Stjórin vísir á, at siglingin í dag
er sera ymisk, men høvuðsvirksemi
er flutningur av ymiskum mjøli,
eitt nú fiskamjøli, soya og hveit til
framleiðslu av alifóðuri.
Stjórin sigur, at aðrar uppgávur
hjá skipunum er at sigla við eitt nú
sandi, endurnýtslujarni frá húsar
haldum, vørum til taðing og mong
um øðrum.
Umleið 105 sjófólk eru knýtt at
skipunum hjá Frakt og Sand.
Tey níggju skipini hjá felagnum
hava hesi lastaevni, sett í raðfylgju
eftir stødd: Hav Tind (1150 tons), Hav
frakt (1350), Hav Sand (1600), Hav
Nes (2800), Hav Nordic (2800), Hav
Skandic (2800), Hav Saga (2800),
Hav Streym (3150) og Hav Atlantic
(3750 tons).
- Siglingarøkið hjá okkara skipum
er úr norðara parti av Fraklandi,
Belgia, Hálandi, Týsklandi, Danmark,
Póllandi, Baltisku londunum, Svøríki,
Noregi,
Bretlandi,
Føroyum
og
Íslandi.
Álvur Højgaard sigur, at umframt
tey 105 sjófólkini, sum eru knýtt at
skipunum, starvast átta á skrivstov
uni í Runavík og fimm fólk í Flekke
fjord í Noregi.
Virksemið fimmfaldað
Vit spurdu eisini stjóran, hvussu
gongdin hevur verið í virkseminum
seinnu árini?
- Jú, her mugu vit ásanna og
gleðast um, at Frakt og Sand hevur
verið fyri stórum vøkstri seinastu
10 árini. Hesi árini er vøksturin á
umsetningi, starvsfólkum og kapas
itetinum hjá skipunum fimm fald
aður.
Men, hvussu hava so lágu olju
prísirnir, sum verið hava í nøkur ár,
ávirkað virksemið hjá felagnum?
- Vit hava ikki mert so nógv til,
at oljuvinnan hevur havt tað trupult
seinastu árini. Vit hava kunna keypt
olju nakað bíligari, men samstundis
er norska krónan sera veik. Okkara
virksemi er ikki beinleiðis knýtt at
oljuvinnuni, men sjálvandi hava
minkandi ringvirkningarnir ávirkað
nakað.
Hvussu er so støðan í teirri vinnu,
sum Frakt og Sand arbeiðir í, og
hvørji eru útlitini?
- Alivinnan hevur verið nokso
støðug seinastu árini, og vit vænta
tískil ikki nakra serliga upp-ella nið
urgongd í nærmastu framtíð, sigur
Álvur Højgaard.
Tað er hørð kapping
Nú virksemið hjá Frakt og Sand er
vaksið so nógv seinastu tíggju árini,
spurdu vit eisini, hvørjar væntanir eru
fyri tey komandi árini – um væntandi
er, at felagið fer at veksa enn meira í
sjóvinnupartinum.
- Vit hava ikki nakrar beinleiðis
ætlanir júst nú, men vit fylgja sjálv
andi við, hvat hendir á marknaðinum.
Álvur Højgaard sigur, at tað eru
ikki stórir marginalar í teirri vinnu,
sum Frakt og Sand arbeiðir í.
- Kappingin er hørð, og okkara
størstu kappingarneytar eru út
lendsk reiðaríir, sigur stjórin.
Frakt og Sand hevur verið fyri stórum vøkstri seinastu 10 árini.
Hesi árini er vøksturin á umsetningi, starvsfólkum og kapasitetinum hjá skipunum vorðin fimm faldaður
Frakt og Sand eigur níggju skip, og haraftrat umsitir felagið trý onnur skip.
Hetta er Hav Nes, sum felagið keypti í 2010 og sum lastar 2800 tons