Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 10 mars 2019 29 Árni Gregersen Øll vita vit, at føroyingar eru kendir sum góðir fiskimenn og ikki um at tala sum góðir sjómenn. Gjøgnum mong ár hava føroyingar mann­að stóran part av danska handils­ flota­num. Serliga hava føroyingar gjørt seg galdandi sum yvirmenn, bæði á brún­ ni og í maskinuni, men eisini sum vanligir sjó­menn. Harafturat hava teir siglt nógv við norskum og øðrum skipum, sum reiðarí í okkara grannalondum hava átt. Júst á jesum ølinum eru broytingar hendar. Í staðinf yri at sigla við skip­um, sum eru skrásett í altjóða skipa­skrá­ setingum í øðrum londum, eru hesir sjó­menn farnir at manna skip, sum eru heima­hoyrandi í Føroyum, sjálvt um tey, sum eiga skipini búgva aðrastaðni. -Tá ið vit fingu okkkara egnu altjóða skipaskráseting, FAS, var sjálvandi nógv kjak um skattaspurningin, sigur Annfinnur V. Hansen, advokatur. -Nógv hildu, at tað ikkier rætt, at sjófólk við hesum skipum sleppa undan at gjalda skatt í Føroyum ,men veruleikin er tann, at í handilsskipaflotanum er tað soleiðis, at raksturin er skattanevtralur – tað vil siga, at hetta er ein skipan, sum er galdandi kring allan heim, leggur hann afturat. Vaksandi vinna Shippingvinnan, sum hendan vinnan eisini verður nevnd, er vaksin við ferð, síðani vit fingu FAS. Ikki bert er tað ein hópur av sjóflki, sum sigla við hesum skip­um, men vinnan hevur skapt hópin av arbeiðsplássum á landi. Onkuntíð hevur verið funnist at FAS- skipanini í altjóða høpi, men hetta er kom­ ið í rættlag. Føroyska Altjóða Skipasetingin er nú gjørd eftir øllum altjóða lógum og reglum, soleiðis at hon setir tey krøv, sum skulu til. Føroyska flaggið er á hvíta listanum og skip skrásett í FAS eru í dag á jvítu list­ unum í hesi vinnunu. Shipping er ein altjóða vinna. Tað hevur tí stóran týdning, at bæði vinna og myndugleikar fylgja við altjóða rák­um og altjóða sáttmálum, soleiðis at før­oysk skip altíð lúka tey krøv, sum verða sett altjóða. Íeinum áliti um sjóvinnupolitikk frá 2017 stendur í einum av tilmælunum: -Føroya sjóvinnulóggávan eigur fram­ haldandi at verða dagførd samsvarandi altjóða krøvum, tí hetta er ein fortreyt fyri, at skip undir føroyskum flaggi yvirhøvur kunnu virka á altjóða marknaðinum. Hørð kapping Kappingarneytarnir hjá føroyskari shipp­ ing eru ikki í Føroyum, men um allan heimin. -Størstu føroysku kappingarneytarnir í at fáa skip skrásett hjá okkum, eru Malta og Marshall-oyggjarnar, sugr Annfinn V. Han­sen, advokatur. -Malta hevur sjálvandi tann fyrimun, at Malta liggur har sum tað liggur, og at landið er partur av ES. Tað ger summi ting einfaldari hjá teimum, sum annars hava heimstað í ES. Marshall-oyggjarnar eru partur av USA, so har er eisini ein fyri­ munur, sum tær kunnu brúka, sigur hann. Fyri at standa seg í kappingini er neyðugt, at Føroyar vinna á øðrum kapp­ ingar­parametrum. -Eitt sum hevur víst seg gjøgnum árini er, at vit kunnu kappast, tá ið tað snýr seg um tænastur. Føroysku myndugleikarnir, sum arbeiða við málum, sum hva við hesa vinnuna at gera, duga at arbeiða smidliga og hava skapt eina mentan í arbeiðnum, sum ger, at tá ið okkurt skal ganga skjótt fyri seg, so arbeiða mynduleikarnir ógvu­ liga skjótt, sigur Annfinn V. Hansen. Hann vísir tl dømir, har førleikaprógv skulu góðkennast í einari knappari vend. Til dømis kann okkurt skip liggja, tí ein maskinstjóri til dømis er vorðin sjúkur. -Tá er tað av alstórum týdningi, at av­ loysarin fær sínar góðkenningar skjótt ígjøgnum skipanina, tí tað kostar nógv, hvørja ferð eitt skip í hesi vinnuni ikki siglir. Júst hetta duga føroyskir mynduleikar at síggja og arbeiða ofta uttanfyri vanliga arbeiðs­tíð fyri at fáa slík mál avgreidd, sigur hann. Bæði Annfinn V. Hansen og vinnan vísa tó á, at vinnuni manglar nakrar betri karmar á ávísum økjum, serliga tá ið talan er um føroysk skip. Eins og í flogvinnuni, so er tað eisini soleiðis í sjóvinnuni, at loyvi skal fáast til at sigla til ymiskar havnir. Føroyar hava frá gamlari tíð ein slíkan rætt at sigla til havnir í Norðurlondum. Hetta verður nevnt cabotaguavtalur. Vit sleppa eisini at sigala til Brdtlands og Týsk­lands, tí hvørki av hesum londunum handheva hesa skipanina. Nýggj vinnugrein skapt við broyting av kørmum FØROYSKA ALTJÓÐA SKIPASKRÁSETINGIN ER GRUNDARLAGIÐ UNDIR EINARI SJÓVINNU, SUM HEVUR TIKIÐ SEG UPP Í FØROYUM Thor skipini í oljuvinnuni eru sjáldan í Føroyum, men tey eru skrásett her Annfinn V. Hansen er sakførari og hevur verið formaður í felagnum hjá handilsskipunum