hósdagur 28. mars 2019síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
11
mars 2019 29
-Tað er gott, at føroyskir myndugleikar
leggja seg eftir altið at vera dagførd í mun
til altjóða ásetingar. Tað hevur tó eisini
týdning, at Føroyar eisini hava atgongd til
somu marknaðir sum kappingarneytarnir.
Okkum tørvar millum annað fleiri
dupultskattaavtalur
og
avtalur
um
cabotagusigling í Europa.
Føroysk skip eru avmarkað í kapp
ingini, tí at kappingarførið verður ov ringt
orsakað av manglandi avtalum millum
Føroyar og onnur lond.
Okkum tørvar avtalur um cabotagu
sigling við fleiri lond, til dømis Frankaríki
og Spania, og okkum tørvar dupultskatta
avtalur við fleiri lond, til dømis Írland og
Pólland. Hetta er bara fyri at nevna nøkur
lond.
Á sama hátt sum handilsavtalur hava
týdning fyri tær fyritøkur, sum inn- og
útflyta vørur, hava avtalur um cabotagu
sigling og dupultskatt týdning fyri
shippingvinnuna. Tí má landsstýrið seta
orku av, so tað á hesum økinum verður
komið munandi longri fram á leið, sigur
Reiðarafelagið fyri Handilsskip í einari árs
frágreiðing.
Skapar arbeiðs
pláss og pengar
til landið
Árni Gregersen
Tað finnast ikki nøkur heilt neyv tøl
yvirt, hvat FAS og tað sum hartil hoyrir
leggur eftir sær av pengum í Føroyska
samfelagnum og heldur ikki, hvussu
mong arbeiðspláss hetta hevur givið.
Kortini verður arbeitt við tølum, sum
vísa, at eini 1500 fólk sigla við skip
unum. Tey koma úr ymsum londum-
Umleið 600 av teimum eru føroy
ingar og 350 teirra koma úr hinum
Norðanlondunum. 550 teirra koma so
úr øðrum londum.
Talið er vaksandi, men Reiðara
felagið fyri Handilsskip sigur, at talið
av føroyingum umborð á skipunum
ikki sæst vaksa í løtuni.
-Helst kemst hetta av, at arbeiðs
loysið í Føroyum er sjáldsama lágt, so
tað eru ikki nógvir føroyingar tøkir at
fáa í starv, og tí verða reiðaríini noydd
at leita eftir øktari arbeiðsmegi aðra
staðni. Harafturat eru avbjóðingar við
at finna fulltiknar dekkarar, sum eru
føroyingar, sigur felagið.
Eisini á landi
Sjálvt um talið av arbeiðsplássum er
hægst umborð á skipunum, so hevur
hendan vinnan eisini skapt arbeiðs
pláss á landi.
Mett verður at í Føroyum eru eini
300 arbeiðspláss, sum eru knýtt at
vinnuni. Hesi fólkini eru í starvi hjá
einum av reiðaríunum, sum er limur í
Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.
Men tað eru eisini avleidd arbeiðs
pláss av vinnuni – bæði privat og al
ment.
Á privata økinum er talan um undir
veitarar av øllum handa slag. Fyrst og
fremst er tað umsitingarparturin, sum
eisini umfatar roknskaparhald. Sak
førarar og grannskoðarar eru nógv
umtikin av hesi vinnuni og so eru tað
feløg, sum eru serkøn í at fáa til vega
tær góðkenningar – vertifiseringar –
sum verða kravd til hesi skip.
Privat eru tað eisini fyritøkur, sum
hava bygt seg upp til at veita hesum
parti av vinnuni tænastur. Hetta hendir
iki altíð í Føroyum, men har sum skipini
eru stødd kring heimin.
Flyting av manningunum til og frá
skipunum hevur eisini eitt íkast til flog
vinnuna og annað, so alt í alt leggur
hendan vinnan nógv eftir seg.
Mett verður, at samla hevur vinnan
ein umsetning uppá á leið tvær
milljardir krónur.
Altjóða karmar
Hevur ongi ynskir um at fáa serliga
karmar at arbeiða undir í Føroyum.
Felagið hevur sagt, at tað er meira av
gerandi, at hon sleppur at virka undir
somu kørmum, sum eru galdandi á al
tjóða marknaðinum.
Felagið sigur í seinastu ársfrágreið
ingini:
-Tað hevur týdning, at Føroyar eisini
hava atgongd til somu marknaðir sum
kappingarneytarnir, og her saknar
Reiðarafelagið fyri Handilsskip, at
meira verður gjørt frá politiskari síðu.
Serliga eru tað dupultskattaavtalur
og avtalur um cabotagusigling, sum
mangla millum Føroyar og onnur lond.
SLØK 1800 FÓLK ERU KNÝTT AT ARBEIÐS
PLÁSSUM, SUM HAVA VIÐ SHIPPING AT GERA
HESI ERU LIMIR Í
REIÐARAFELAGNUM
FYRI HANDILSSKIP:
Bal-Bulk
P/F Bakkafrost Farming
Faroe Ship
P/f Frakt & Sand
Sp/f Furesea
Sp/f Mariner
Sp/f Nolsø Shipping
Sp/F Northern Shipping
Sp/f Samskip
P/f Sandgrevstur
P/F Silver Liner Faroe Islands
Sp/f Skansi Offshore Skipafelagið
NorLines
Sp/f Smyril Line
P/F SVITZER Faroe Islands
P/F Thor P/F Thun
Sp/F Tindhólmur
Norrøna er eisini eitt av skipunum, sum er undirs FAS
Fleiri skip hjá Faroe Ship og Eimskip eru
undir somu skipan