Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 12 mars 2019 29 Árni Gregersen Sjóvinnan hevur hesi seinastu árini ment aðrar vinnur á landi, eins og alivinnan hevur gjørt tað. Fyri summar veitaarar er tað soleiðis, at ein stórur partur av tí, sum teir veita til skip ongantíð kemur til Føroyar. Skipini eru mangan í útlendskum havnum og hava brúk fyri eykalutum av ymiskum slag, sum fyritøkur í Føroyum hava gjørt seg til serfrøðingar í at veita. Ein av hesum fyritøkunum, sum sá dagsins ljós í 2002 er KBI í Klaksvík. KBI hava gjørt tað til eina sergrein at veita skipum tænastu, uttan muin til hvar í heiminum tey eru stødd. -Hjá skipum hevur tað alstóran týdning at sleppa undan at liggja still og bíða eftir ymiskum. Skipini skulu helst sigla, sigur Annfinn V. Hansen, sum hevur verið formaður í felagnum hjá handils­ skipunum. Karl Birgir Isaksen hevur KBI. Hann sigur eisini, at fyritøkan alla tíðina hevur lagt alstóran dnet á at arbeiða skjótt og veitt tær neyðugu tænasturnar til skip, uttan mun til hvønn dag ella hvørja tíð á sam­døgrinum talan er um. -Vit vita líka væl sum tey sum eiga skipini, at tað dýrasta fyri skipini er, tá ið tey noyðast at liggja still, tí tey bíða eftir einum eykaluti ella líknandi, sigur hann. Bæði ittamlamds og innanlands Tænastufyritøkurnar, sum veita tænastur til sjóvinnuna, hava sjálvandi flestar grunda­rlag í føroysku sjóvinnuni og fiski­ skipa­flotanum. At shippingvinnan er vaksin so nógv hevur givið hesum skipunum eitt eyka bein at standa á. -Sum hjá okkum, so er tað rættulgia ofta, at vit syrgja fyri at lutir koma umborð á skip, sum ongantíð koma til Føroyar. Vit hava bara gjørt tað soleiðis, at vit kunnu fáa lutir, sum skipini brúka og vit kunnu levera allastaðni, sigur Karl Birgir Isaksen. Hann nevnir eisini, at teir í fleiri ár hava viett nógv til Norrønu og til skpini, sum Skans­in eigur. Norrøna kemur sjálvandi hvørja viku til Før­oyar, men skipini sum eru í oljuvinnuni koma ongantíð hendan vegin. Tí er tað meira ómakaleyst hjá reiðaríunum, tá ið ein fyritøka tekur sær av at loysa slíkar upp­gávur enn tá ið tey sjálvi skulu gera tað. -Vit arbeiða hart fyri at nøkta tann tørv, sum júst hesi skipini hava, sigur Karl Birgir Isak­sen. Umframt at standa fyri tænastunum og vietingunum til sjóvinnuna og til ali­vinnu­ na, so hevur fyritøkan eisini ein handil í Klaksvík. Tilsamsn 15fólk arbeiða í løtuni í fyri­ tøkuni, KBI. Veitir tænastu til sjó­ vinnuna kring allan heimin SÍÐANI 2002 HEVUR KBI VEITT TÆNASTUR TIL SJÓ- OG ALIVINNUNA Karl Birgir Isaksen eigur fyritøkuna KBI, sum stendur fyri nógvum veitingum til sjóvinnuna