hósdagur 28. mars 2019síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
13
Mars 2019 29
Húsarhaldsburturkast
Nær verða posarnir heintaðir?
Grái posin til húsarhaldsburturkast verður heintaður hvørja viku. Alt,
sum ikki kann fara í hvíta posan, reyða posan ella á endurnýtsluplássið,
kann latast í gráa posan. Hvassir lutir skulu pakkast væl inn, áðrenn
teir verða latnir í gráa posan.
Hvíti posin til papp og pappír verður tikin, tá ið hann er fullur, ella tá
ið hann verður settur út til ruskstativið. Í Suðuroynni og Sandoynni
verður hvíti posin heintaður 4. hvørja viku. Hvítu posarnir hjá IRF skulu
bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í posunum,
verða teir ikki tiknir.
Reyði posin til serliga dálkandi burturkast verður heintaður, tá ið tú
setir hann við ruskstativið. Í reyða posan kanst tú t.d. lata allan tann
kemiska lút, sum tú nýtir til húsið, bilin, bátin o.s.fr. Eisini kunnu smærri
elektroniskir lutir, glaskrukkur við battaríum, spariperur v.m. latast í
reyða posan.
Nær fái eg nýggjar posar?
Í mars og september ber IRF gráar posar út. Hvørja ferð fært tú 28
gráar posar. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna,
umframt at tú hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.
Tá ið 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og
teir fært tú við at boða kommununi frá. Manglar tær posar, áðrenn
nýggir verða bornir út, eru ov nógvir posar nýttir. Á www.irf.fo sært tú,
hvar IRF-posar fáast til keyps.
Innsavnarar okkara taka bert gráu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar
ella gráar posar.
Hvítir posar verða bornir út í mars.
Ein reyður posi verður borin út til hvørt húski í mars. Síðan verður
reyði posin útflýggjaður, so hvørt sum hann verður tikin. Tú kanst boða
frá á irf@irf.fo, um tú ongan reyðan posa hevur.
Les meira um posar og skiljing á www.irf.fo