Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 14 mars 2019 29 Árni Gregersen Føroyska Altjóða Skrásetingin, FAS, er í harðari kapping fyri at fáa altjóða skip at skrá­seta seg í Føroyum. Kappingin er serliga hørð við Malta, sum er partur av ES, og vo við Marshall- oyggjarnar, sum er partur av USA. Kappingin er hørð, men tað vísir seg, at Føroyar hava ein fyrimun, tá ið tað snýr seg um almennu myndugleikarnar og teirra evnir at arbeiða skjótt. Í sambandi við altjóða sjóvinnu gongur tað ofta út uppá, at skip ikki mujgu bíða. Opfta eru tað í knøppum vendingum at onkur sjómaður ella yvirmaður skal hava síni skjøl gjøgnum skipanina. Júst á tí økinum, hava føroyskir myndug­leikar gjørt vart við sín skjótleika. FAS sigur eisini, at føroyska skipanin er heldur ódýrari enn skipanir aðrastaðni. Øll sjófólk gjalda 35 prosent í skatti, men skatturin verður afturrindaður bein­ an­vegin til reiðaríini. Hetta endir av sær sjálvum og uttan umsitingarligar forð­ ingar. Eitt annað, sum hevur stóran týdning, er,a t Føroyar hava dupultskataavtalur við Danmark, Svøríki, Finnland, Noreg og Ísland. Sagt verður eisini, at nú eru gjørdar fleiri dupultskattaavtalur við fleiri onnur lond. FAS vísir eisini á, at tey sosialu gjøldini í Føroyum eru lægri enn so nógvar aðra­ staðni. Júst nú er eisini komin ein frágreiðing frá IMO, sum er stovnur undir ST. Har stendur greitt, at Føroyar eru eitt av lond­unum, sum veita skipum allarbestu tænastuna á altjóða skrásetingarøkinum. Servitan Føroyar eru ein sjófarandi tjóð og tí eru væl útbúgvin sjólk at fáa í Føroyum, men Reiðarafelagið fyri Handilsskip sigur kort­ ini, at að er torført at finna fulltiknar sjó­ menn í løtuni. Felagið heldur, at hetta kemst av, at arbeiðsloysið í Føroyum er so lágt í løtuni. FAS vísir hinvegin á, at í Føroyum er ein hópur av yvirmonnum við høgum út­ búgv­ingum og nógvum royndum. Tí ber til at fina fólk her. Eisini verður víst á, at her eru fyritøkur, sum nú hava vunnið sær royndir, júst í hesxi vinnuni, tá ið tað snýr seg um fyrisit­ ing, har ímmillum eisini at gera certifikaqt, sum skulu til í sjóvinnuni. FAS kom í gongd í Føroyum í 1992. S´´iðani eru komin fleiri og fleiri skip í skipanina – talið er ofta millum 80 oh 100 skip. -Sjálvur haldi eg, at her liggja vinnumøguleikar, sum vit sum føroyingar eiga at gera nakað við., sigur stjórin á FAS, Hans Jóhannes á Brúgv. Hann sgur, at nógv reiðarí útveita nógvar tænastur og føroyingar eiga fólk, sum kunnu loysa hesar uppgávur. Tað ræður bert um at gera tað vinnuligt. -Annars haldi eg eisini, at vit eiga at gera meira úti í heimi fyri at kunna um FAS. Tað hevði heilt avgjørt givið inntøkur til føroyska samfelagið, sigur Hans Jóhan­ nes á Brúgv. Altjóða Skrásetingin bjóðar skipum higar FØROYSKA ALTJÓÐA SKRÁSETINGIN ER Í KAPPING VIÐ SERLIGA MALTA OG MARSHALL-OYGGJARNAR Mykines er eitt av skipunum, sum siglir undir FAS Hans Jóhannes á Brúgv er stjóri og hevur FAS undir sær