Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 mars 2019 29 Í FRÁLANDAVINNUNI HÓMAR THOR-SAMTAKIÐ Í HÓSVÍK EINA ÁVÍSA UPPGONGD, OG HER HUGSAR REIÐARÍIÐ UM AT VEKSA UM FLOTAN, TÁ TANN LØTAN KEMUR. Í FISKIVINNUPARTINUM VERÐUR EISINI ARBEITT VIÐ AT FÁA NÝGGJARI OG BETRI SKIP Vilmund Jacobsen Reiðaríið Thor í Hósvík byrjaði sítt virksemi við skiparakstri í 1991, tá Føroyar vóru í djúpastu kreppu. - Tað vóru krepputíðir í Føroyum, og alt sá sera dapurt út hjá teimum flestu. Bankar fóru á húsagang – ja, vit kunnu saktans siga, at Føroyar fóru á húsagang og vórðu settar undir umsiting av dønum.  Soleiðis lýsir stjórin í Thor, Hans Andrias Kelduberg, støðuna, tá Thor í Hósvík byrjaði sítt virksemi við skiparakstri. - Vit kláraðu at halda raksturin koyrandi, hóast kreppan stakk sera djúpt hjá flestu reiðaríum.  Hann vísir á, at fleiri reiðarí hesi árini blivu burtur, og onnur vórðu skipaði av nýggjum. - Miðskeiðis í nítiárunum byrjaði fiskivinnan so smátt at koma fyri seg aftur. Tað hevur altíð verið og fer altíð at vera soleiðis, at fiskivinnan hevur upp-og niðurgangstíðir. Tí ræður um ikki at lata seg taka av fótum, hvørki tá tíðirnar eru best – og ei heldur, tá tær eru ringast. Hans Andrias Kelduberg ásannar, at treiskni og dirvi skulu til fyri at vera í fiskivinnu í fleiri áratíggjur. Á tveimum súlum Stjórin vísir á, at eftir kreppuna í nítiárunum gjørdist tað líka sum eitt politiskt slagorð, at Føroyar eisini máttu hava annað at liva av enn fiskivinnu, og í hesum sambandi varð byrjað at tosa um eina komandi oljuvinnu við Føroyar. - Vit tóku tá eitt týðandi stig í reiðarínum, sum var at leggja ein part av okkara virksemi yvir í oljuvinnuna, sum virkar um øll heimshøv. Vit vildu víðka um grundarlagið hjá reiðarínum, og sjálvandi er tað eisini gott fyri Føroyar, at ein slík fyritøka, sum arbeiðir kring um á heimshøvunum, er staðsett í Føroyum. Hans Andrias Kelduberg sigur, at Thor í dag er ein fyritøka, sum í fyrsta lagi stendur á tveimum súlum. - Fyritøkan er býtt í tveir partar, nevniliga fiskivinnu og oljuvinnu. Fiskivinnan hevur verið sera turbulent seinastu árini, men hóast truplu viðurskiftini, hevur reiðaríið ikki givið upp at vera ein virkin fyritøka í fiskivinnuni í Føroyum. Stjórin vísir á, at tað eru stívliga 100 fólk knýtt at fiskivinnupartinum hjá samtakinum. - Her eru garnaskipini Varðborg, Thor og Túgvusteinur, útróðrarbáturin Leitissteinur Thor hevur skip kr um á heimshøvun Hans Andrias Kelduberg fegnast um, at Thor-samtakið hevur sáttmálar til øll frálandaskipini hjá felagnum