Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 19 Mars 2019 29 og skeljatrolarin, Norðheim. Ran er júst lagdur, men vónandi kemur nýggjur trolari fyri Ran. Haraftrat er uppsjóvarskipið, Hoyvík. Skeljatrolarin Kappin misti loyvið í Barentshavinum og hevur ikki verið í vinnu síðan. Oljan í kreppu Hans Andrias Kelduberg vísir á, at sum øllum kunnugt hevur frálandavinnan verið síni djúpastu kreppu nakrantíð síðan 2014, og hann dylur ikki yvir, at hetta hevur verið ein harður kampur hjá samtakinum at yvirliva. - Men, hóast hetta sær út til, at reiðaríið ríður stormarnar av sær.  Stjórin fegnast um, at framvegis sita 20 sera dugnalig fólk í Hósvík, og kring um á heimshøvunum starvast framvegis dugnaligir sjómenn umborð á teimum sjey frálandaskipunum hjá felagnum. - Vit høvdu selt tann gamla partin av frálandaflotanum, sum taldi 15 skip fyri kreppuna. Nú hava vit tey nýggjastu skipini eftir, har einki er eldri enn 11 ár – og øll hini nýggjari. Hans Andrias Kelduberg sigur, at reiðaríið hevur sáttmálar til øll skipini, og tað er rættiliga at fegnast um í hesum krepputíðum. - Tað liggja fleiri enn 100 skip í Noreg og fleiri enn 150 í Kina. Fleiri av hesum skipum eru rættiliga nýggj, og onkur hava enntá ongantíð verið í vinnu, men eru løgd í somu løtu, sum tey fóru av bakkastokki. Thor heldur fram Stjórin í Thor, Hans Andrias Kelduberg, staðfestir, at tað ongantíð gongur sum eftir ánni nógv ár á rað, tá tú fæst við sjóvinnu. - Hetta er galdandi bæði fyri fiskivinnu og frálandavinnu. Men, hetta er ivaleyst eisini galdandi fyri aðrar vinnur, eitt nú alivinnu og byggivinnu, um vit nevna tær burtur í hesum viðgangi. Tað er ein tíð, so venda pílarnir, og tí er umráðandi, at fyritøkur stýra soleiðis, at møguleiki er at hóra undan. Kortini er neyðugt, at ekspertisan ikki fer fyri bakka, so møguleikar eru at veksa, tá tíðirnar aftur gerast betri í ávísu vinnugreinini. Stjórin er onga løtu í iva um, at skjót tillaging, bæði niður eftir og upp eftir, er ein fyritreyt fyri at yvirliva kreppur og fyri at vera til reiðar til vøkstur. - Í okkara samtaki ætla vit at halda fram í sjóvinnu, bæði í frálandavinnu og fiskivinnu. Hesar vinnugreinar eru í ”familju” við hvørja aðra, tó at tær ikki eru heilt eins, men kortini eru tær ein góð kombinatión, sigur stjórin. Nýggjari fiskivinnupart Hans Andrias Kelduberg væntar, at Thor við tíðini fer at fáa nýggjari og betri skip í fiskivinnuni, og eisini hugsar reiðaríið um at gera meira burtur úr at fiska í altjóða sjógvi. Í frálandavinnuni hómar samtakið eisini ávísa uppgongd, og her hugsar reiðaríið um at veksa um flotan, tá tann løtan kemur. ring um Kring um á heimshøvunum starvast dugnaligir sjómenn umborð á teimum sjey frálandaskipunum hjá Thor-samtakinum Thor Alpha hevur verið í arbeiði øll árini, síðan Thor bygdi skipið á Skála 2007. Í løtuni arbeiðir Thor Alpha í Indunesia. Tórsvík var fyrsta frálandaskip hjá Thor-samtakinum, sum hevur tænt reiðarínum í 20 ár