Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 20 mars 2019 29 Tað liggur ikki til okkum at gevast á hendur - TAÐ SKAL IKKI LIGGJA TIL OKKUM AT STÚRA FYRI DEGNUM Í MORGIN OG MISSA MÓTIÐ. VIT SÍGGJA TAÐ, SUM EINA STÓRA ÆRU AT HAVA EITT FØROYKST REIÐARÍ UNDIR FØROYSKUM FLAGGI VIÐ FØROYSKARI MANNING. VIT HAVA SERA DUGNALIG OG LOYAL STARVSFÓLK Á SJÓGVI OG LANDI, SUM VILJA VERA VIÐ TIL AT LYFTA FØROYSKA SJÓVINNU, OG HETTA Í SÆR SJÁLVUM ER MOTIVERANDI, EISINI Í DØPRUM TÍÐUM, SIGUR JENS MEINHARD RASMUSSEN, STJÓRI Í SKANSI OFFSHORE Vilmund Jacobsen Vinnutemaið, sum er í Sosialinum í dag, snýr seg í høvuðsheitum um sjóvinnu, og vit hava í hesum sambandi sett stjóranum á Skansi Offshore, Jens Meinhardi Rasmussen, nakrar spurningar. Hvør er søgan aftan fyri felagið, Skansi Offshore? - Felagið er sprottið úr virkseminum hjá P/F Sjóborg í Leirvík, sum hevur rikið fiskiskip og annað virksemi síðan 1970. Ynski var at víðka um virksemið við at seta á stovn eitt føroykst frálandareiðarí. Jens Meinhard Rasmussen vísir á, at fyrsta frálandaskipið varð bílagt í 2006, men skipið varð selt aftur í 2007, áðrenn tað varð liðugt smíðjað. Síðan vórðu tvey skip bíløgd, men skipasmiðjan kom í trupulleikar, tá fíggjarkreppan herjaði, og tað eydnaðist av hesi orsøk bert at fáa annað skipið leverað. - Soleiðis var hetta ein turbulent byrjan við nógvum samráðingum við skipasmiðju og bankar fyri at fáa leverað skipið. Stjórin vísir á, at felagið broytti navn til Skansi Offshore í 2012, og tá varð eisini flutt í nýggjan skrivstovubygning á Skansavegi í Havn. Skansi hevur fimm skip Hvussu sær virksemið út í dag, hvørji eru skipini, og hvussu nógv sjófólk hava hýru umborð á tykkara skipum? - Í dag eru fimm skip. Í 2009 varð Eldborg leverað, sum tað fyrsta frálandaskipið í reiðarínum. Síðan kom Saeborg í 2011, Sjoborg og Torsborg í 2012 og Kongsborg í 2013. Jens Meinhard Rasmussen vísir á, at skipini verða boðin út til altjóða offshore olju- og gass­vinnuna, og tað eru í prinsippinum ongar avmarkingar fyri, hvar skipini kunnu virka. Hann sigur, at soleiðis hava skipini hjá felagnum arbeitt eitt nú í Norðsjónum, Noregi, Írlandi, vestan fyri Hetland, eystari parti av Afrika og í Miðjarðarhavinum. Eitt skifti í 2013 virkaðu skip hjá felagnum eisini í Føroyum. - Hóast tað í prinsippinum ongar avmark­ ingar eru, so eru vit tíverri ikki líka væl stillaði sum okkara kappingarneytar, tá tað ræður um marknaðaratgongd. Tað eru snøgt sagt ov nógv viðkomandi lond, sum vit ikki hava skattasáttmála við. Stjórin sigur, at vanliga eru 24 fólk knýtt at hvørjum skipi, men onkuntíð eru fleiri, alt eftir hvørjar uppgávurnar eru. - Vit eru í miðal 135 starvsfólk og sjófólk í starvi hjá Skansi Offshore, harav níggju eru á skrivstovuni. Hesir eru sáttmálarnir Hvørjir sáttmálar eru í dag, og hvussu sær út við sáttmálum frameftir? - Sum hjá teimum flestu reiðaríum í vinnuni, eru allir sáttmálarnir, sum vórðu gjørdir fyri 2015, útgingnir. Vit fingu tó ein nýggjan langtíðarsáttmála við Equinor fyri Sjoborg. Í hesum sambandi varð íløga gjørd í battarískipan, sum ger, at skipið brennur munandi minni av olju. Sáttmálin er fyri fimm ár og byrjaði í september í 2017. Hann er sostatt galdandi fram til september 2022. Jens Meinhard Rasmussen vísir á, at Kongsborg eisini fekk sáttmála í mai 2018. Hesin var við Wellexpertise, og sigldi skipið sum veitingarskip fyri Wellesley og Faroe Petroleum. - Hesin sáttmáli gekk út í mars 2019, men Kongsborg hevur fingið nýggjan sáttmála. Fyrst skal skipið sigla við rørum fyri Allseas í samband við risa verkætlanina, Nordstream 2, í Eystusjónum. Síðan fær Kongsborg seinni í summar sáttmála við Ross Offshore og skal sigla við veitingum fyri eysturríska felagið OMV - og síðan fyri ungarnska felagið MOL. Sáttmálaskeiðið er mett at vara til mars í 2020. Stjórin sigur, at Saeborg og Torsborg í løtuni eru í Miðjarðhavinum og sigla við veitingum til eina gassverkætlan. - Skipini væntast aftur í Norðsjónum í mai í ár, og marknaðurin væntast at vera góður í summar í mun til seinastu árini. Eldborg hevur í longri tíð arbeitt í spot­ markn­aðinum í Noregi. Skipið hevur verið nógv brúkt, serliga av Equinor. Eldborg er í løtuni í dokk og til 10 ára klassing á skipasmiðju í Noregi. Tá tað var daprast Hvussu vilt tú lýsa støðuna, tá tað sá daprast út, og hvørji ár vóru serliga vánalig? - Henda vinnan, eins og sjóvinna sum heild, hevur altíð verið eina “cyklisk” vinna við upp- og niðurtúrum. Men, vinnan hevur ongantíð verið í so ógvusligari og leingi varandi kreppu sum hesaferð. Jens Meinhard Rasmussen vísir á, at orsøkin til djúpu kreppuna snøgt sagt var, at allir pílar fóru frá at venda upp til at venda niður. - Oljuprísurin fall frá nærum USD 150/ tunnu til USD 26. Hetta førdi við sær bráðsteðg í frálandaleiting eftir olju og gassi um allan heim. - Vit síggja tað, sum eina stóra æru at hava eitt føroykst reiðarí undir føroyskum flaggi við føroyskari manning. Vit hava sera dugnalig og loyal starvsfólk á sjógvi og landi, sum vilja vera við til at lyfta føroyska sjóvinnu, og hetta í sær sjálvum er motiverandi, eisini í døprum tíðum, sigur Jens Meinhard Rasmussen