Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 21 Mars 2019 29 Samstundis vóru alt ov nógv frálandaskip og ein ørgrynna av nýggjum skipum í ordra. Fyri reiðaríini hevur tað verið trupult at fáa arbeiði til skipini og teir sáttmálar, sum eru gjørdir, dekka nóg illa manningarkostnaðin. - Frálandaskip eru serútgjørd og dýr aktiv við tí gongd, sum hevur verið. Stórt sæð allur eginpeningur hjá reiðarum var burtur eftir fýra árum í hesi sváru kreppu. Stjórin vísir á, at fleiri av heimsins størstu frálandareiðaríum eru farin á húsagang, ella hava skift eigara í samband við endurskipan av feløgunum. - Truplar tíðir krevja truplar avgerðir, sum fáa beinleiðis ávirkan á felagið og starvsfólkini. Men, ongar avgerðir fáa heilt vist negativa ávirkan. Tað ber ikki til at lata sum luft og vóna, at pengar eru í kassanum morgunin eftir. Tí er bara at bretta upp um armar í slíkum tíðum og taka tey stig, sum eru neyðug. Jens Meinhard Rasmussen ásannar, at í slíkum tíðum er betur at brúka kreppuna til at rationalisera og gera tað enn betri, sum longu verður gjørt væl. - Neyðugt er soleiðis at tryggja, at vit framhaldandi kunnu veita bestu tænastu til okkara kundar, soleiðis at teir altíð vita, at teir eru í góðum hondum, tá teir keypa tænastur frá Skansi Offshore. Stjórin sigur, at fokus hevur verið á at tryggja arbeiðspláss og at halda skipini í góð­ um standi, soleiðis at reiðaríið er í einari góðari støðu, tá marknaðurin verður betri. - Tað skal ikki liggja til okkum at stúra fyri degnum í morgin og missa mótið. Vit síggja tað, sum eina stóra æru at hava eitt føroykst reiðarí undir føroyskum flaggi við føroyskari manning. Vit hava sera dugnalig og loyal starvsfólk á sjógvi og landi, sum vilja vera við til at lyfta føroyska sjóvinnu, og hetta í sær sjálvum er motiverandi, eisini í døprum tíðum. Enn eitt marruár Nær vendi gongdin, og hvussu sær framtíðin út við verandi og nýggjum sáttmálum? - Fyri okkum er ov tíðliga at siga, at gongdin er vend. 2018 gjørdist enn eitt marruár hjá reiðarum í frálandavinnu við stórum hallum. Kanska var hetta tað ringasta árið, síðan krepp­ an byrjaði. Men oljufeløgini eru við hækkandi olju­prísunum aftur farin at tjena pengar og hava gott gjaldføri. Hetta hevur ført við sær, sigur Jens Mein­ hard Rasmussen, at aktiviteturin um allan heim er veksandi. - Vit síggja nú fyrstu ferð í fleiri ár, at nógvar nýggjar leitiverkætlanir fara í gongd í summar, og harvið fer eisini eftirspurningurin eftir skip­ um at veksa. Soleiðis eru rímulig útlit til ein góð­an summarmarknað, men tað er eisini møgu­ligt, at eftirspurningurin minkar nógv, tá vit koma út á heystið, tá fleiri sesongarbeiði steðga, eitt nú leiting í Ruslandi og tær nógvu pipe-verkætlaninar, eitt nú Nordstream 2. Stjórin sigur, at hóast vinnan í síni heild er við at koma fyri seg aftur, er framvegis stórur yvirkapasitetur av skipum. - Upp á longri sikt rokna vit við einari betri javnvág millum útboð og eftirspurning av skipum. Og eftirspurningurin eftir olju er fram­ vegis veksandi og kemur helst at veksa nógv ár fram í tíðina. Grøn orka tekur bert ein part av veksandi orkueftirspurninginum, tí tað er ikki spurningur um annaðhvørt, sigur hann. Kunnu vit vænta, at Skansi Offshore fer at veksa - ella minka - tey næstu árini? - Um ætlanin var at minka, so hevði tað verið eitt gott høvi hjá eigarunum at lagt skipini í kreppuni heldur enn at skjóta meir pening í felagið. Men, seinastu nógvu árini hevur tað tvørt­urímóti verið fokus á at varðveita tað virksemi sum er. Tað, tú tjenar í hesi vinnu, hevur ikki verið burðardygg, og nógv skip hava sum nevnr ligið við bryggju. Men, vit hava megnað, at hildið øll skipini í drift, eins og vit hava viðlíkahildið skipini og varðveitt ar­beiðs­ plássini. Jens Meinhard Rasmussen sigur at enda, at tað er trupult at spáa um framtíðina, men eingin ivi skal vera um, at Skansi Offshore fram­haldandi ynskir at menna reiðaríið, og at ætlaninar hjá felagnum røkka langt inn í framtíðina. - Truplar tíðir krevja truplar avgerðir, sum fáa beinleiðis ávirkan á felagið og starvsfólkini. Men, ongar avgerðir fáa heilt vist negativa ávirkan. Tað ber ikki til at lata sum luft og vóna, at pengar eru í kassanum morgunin eftir. Tí er bara at bretta upp um armar í slíkum tíðum og taka tey stig, sum eru neyðug, sigur stjórin í Skansi Offshore, Jens Meinhard Rasmussen