mánadagur 1. apríl 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
815
metrar eru
nú eftir at
bora
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
Kittflokkurin, Klípið, Fíniflokkur«...
Ja mong eru kelinøvnini, sum
Føroya elsti flokkur, 113 ára gamli
Sjálvstýrisflokkurin, hevur havt.
Argaður av øðrum, tí hann kundi
fara í allar samgongur. Seinni hava
tó allir aðrir flokkar gjørt Gamla
Sjálvstýrinum tað eftir, at allir hava
fríggjað við øllum.
Tað er einki at ivast í, at tá vit
bara høvdu tveir flokkar í Føroy
um, so var Sjávstýrisflokkurin tann
meira progressivi, meðan Sambands
flokkurin var tann konservativi.
Klandur og stríð og útmeldingar
hava fyrr merkt flokkin. Longu á
fyri løgtingsvalið 28. februar í 1916
mist Sjálvstýrisflokkurin sín fyrsta
tingmann, tá A. C. Evensen, prestur á
Sandi og løgtingsmaður, meldaði seg
úr flokkinum. Hann var vist komin
í stríð við Jóannes Patursson. A. C.
Evensen stillaði upp uttanflokka í
Sandoyar valdømi og varð valdur.
Eftir at Vinnuflokkurin, seinni
Fólkaflokkurin hevði etið Sjálvstýr
isflokkin upp, so hann ongan mann
fekk á valunum í 1943 og heldur ong
an í 1945, mátti Petur Mohr Dam for
barma seg yvir flokkin og lata brøð
urnar báðar, Símun Petur og Louis
Zachariasen, sum báðir høvdu um
boðað Sjálvstýrisflokkin, stilla upp
á listanum hjá Javnaðarflokkinum
á valinum 8. november í 1946. Eftir
valið boðaðu teir Løgtinginum frá,
at teir umboðu Sjálvstýrisflokkin,
og soleiðis kom Sjálvstýrisflokkurin
afturíaftur.
Við Hilmar Kass við stýrisvøl var
friður í flokkin øll tey 22 árini frá 1966
til 1988. Í 1990 var javnaðarkvinnan
Helena Dam á Neystabø vald á ting
fyri flokkin. Floksformaðurin Lasse
Klein rýmdi úr flokkinum fyri valið í
1994. Eftir at Helena Dam á Neystabø
eisini rýmdi úr flokkinum í 2002 var
Sámal Petur í Grund fremsti maður.
Hann var ikki afturvaldur í 2002 og
rýmdi eisini.
Kári P. Højgaard hevur nú boðað
frá, at hann gevst – uttan tó at melda
seg úr flokkinum.
Seinastu árini hevur tað verið
gjøgnumtrekkur í flokkinum við
ymsum fólkum, sum fyri og síðan
eru sædd í øðrum flokkum.
Aktuella stríðið er um ein fyrrver
andi sambandstingmann, sum ikki
sleppur at stilla upp. Ein fyrrverandi
tjóðveldispolitikari er valdur til
næstformann – og kritikararnir,
sum nú hava tapt innanhýsisstríðið
í flokkinum, skíra formannin at vera
fólkafloksmann.
Um tey vilja tað ella ikki, so er
Sjálvstýrisflokkurin nú ein klaks
víksflokkur. Uttan formannin verð
ur einki umboð valt á ting, nú Kári P.
Højgaard hevur takkað fyri seg.
So er spurningurin, um klaksvík
ingar vil hava Skorheim í býráðnum
ella á tingi. Tað valið verður lagna
floksins.
ORRUSTA Í SJÁLVSTÝRI
FSF leingir við Lars
Olsen til 2024
Sjálvstýrisflokkurin hevur
mist fótafestið í høvuðsstaðnum
Síðani á nýggj
árinum eru 391
fleiri akfør í
Føroyum. Bara
134 teirra eru
el-bilar
Tað vísa nýggjastu hag
tølini frá Akstovuni. Tá
uppgerðin fyri tríggjar teir
fyrstu mánaðirnar varð
gjørd fríggjadagin vístu
hagtølini, at tilsaman 37.683
akfør eru í Føroyum.
Flestir eru sum vera
man persónbliarnir, 25.157
í tali – ella tveir persónbilir
fyri hvørt fólk í landinum.
Næststørsti bólkur eru
vøruvognarnir, sum eru
4.117 í tali.
Viðfestisvognarnir eru
3304 og prutlini eru 1754 í
tali.
Hyggja vit eftir drív
megini, so eru nógv teir
flestu bilarnir bensinbilar,
18.612. meða næststørsti
bólkurin er dieselbilar, sum
eru 14.843 í tali.
El-bilarnir
fylli
ikki
nógv á føroysku vegunum.
Teir eru bara 134 í tali –
sum gott nokk er 24 fleiri
enn á nýggjarinum, so tað
gongur rætta vegin.
Nú eru 37.683
akfør í Føroyum
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
FSF vil hava sta
bilitet í lands
liðsarbeiðið, og
hevur tí longt
sáttmálan við
Lars Olsen til at
galda til 31. des
ember 2024
Heri Simonsen
Ætlanin hjá FSF var, at al
menna fráboðanin, at tey
leingja sáttmálan hjá lands
liðsvenjaranum, Lars Olsen
við seks árum fram til 31. des
ember í 2024 skuldi fráboð
ast aftaná EM-undankapp
ingardystirnar móti Spania
og Noregi á Tórsvølli fyrst í
juni mánað.
FSF skrivar í fráboðan
til miðlarnar, at ágangurin
móti Lars Olsen á serliga sos
ialu miðlunum, og tað sum
FSF metir verða óhóskandi
viðmerkingar frá fótbóltsvið
merkjarunum hjá Kringvarpi
Føroya hava fingið tey í
FSF at framskunda hesa
fráboðanina sum ein mor
alskan stuðul til Lars Olsen,
og tað góða arbeiðið sum
maðurin av Nørrebro í Keyp
mannahavn ger fyri før
oyskan fótbólt. FSF vil eisini
hava stabilitet í landsliðsar
beiðnum tey komandi árini.
Í FSF eru tey heldur ikki
samd í, at 1-2 tapið móti Malta
er tað ringasta tapið nakr
antíð í einari undankapping.
FSF minnir á, at ringasta
tapið hjá Føroyum var 0-3
tapið móti Gibraltar í 2011.
Hepnið hjá táverandi lands
liðsvenjaranum, Brian Kerr
var, at tá var Gibraltar ikki
limur í UEFA og FIFA, og tí var
ikki talan um ein almennan
dyst. FSF minnir eisini á, at
trý ár seinni fekk Lars Olsen
ein 4-1 sigur á Gibraltar í
einum almennum landsdysti.
FSF minnir eisini á, at Henrik
Larsen sum landsliðsvenjari
tapti tvær ferðir 1-2 ímóti
Íslandi í EM-undankapping
ardystum heima og úti. Har
aftrat hevur Ísland 150.000
færri íbúgvar enn Malta, og tí
er talan um eitt væl verri tap.
Í allari landsliðssøguni metir
FSF, at 1-5 tapið móti Hetlandi
í Lerwick í 1973 er tað ringasta
landsliðstapið yvirhøvur.
Í FSF gleða tey seg til at
samstarva við Lars Olsen seks
ár aftrat, og tey útisteingja
ikki, at um menningin heldur
fram, so verður sáttmálin við
Lars Olsen longdur aftur í
2024.
Í nýggja sáttmálanum er
tilskilað, at Lars Olsen skal
verða væl oftari í Føroyum so
hann megnar at lesa og skilja
føroyskt.
Ítrótt
arhús
klárt um
eitt ár