mánadagur 1. apríl 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fíggjarkarmarnir
fyri komandi
árini eru bjart
skygdir – BTÚ
verður um 20
milljardir
Árni Gergersen
Tað var ein bjratskygd lands
stýriskvinna
við
fíggjar
málum, sum legði fíggjar
karmarnar fyi 2020 fram fyri
almenninginum.
Viðglóðheita búskapinum
í løtuni, rystist hon ikki á
hondunum, tá ið hon boð
aði frá einum avlopi á fíggj
arlógini næsta ár uppá ein
hálva milljard eftir t 400
milljónir eru brúktar til íløg
ur.
Hon væntar eisini, at
vøksturin
í
rakstrinum
næsta ár verður 3,5 prosent
og at bruttotjóðarúrtøkan
næsta ár fer at tátta í 20
milljardir krónur.
Bjartskygni kemur sjálv
andi av, at tað gongur væl
við búskapinum í løtuni, men
eisini tí at útflutningurin eft
ir øllum at døma veksur aft
ur næsta ár.
Men ein onnur orsøk til
bjartskygni er tann stóra til
flytingin av fólki, sum hevur
verið seinastu árini. 51.400
føroyingar skapa sjálvandi
meira enn 3000 færri.
- Búskapurin er vorðin
sterkari og meira sjálvbjargin
í hesum valskeiðnum, segði
Kristina Háfoss og setti upp:
• BTÚ +21% ella baksin við
3,5 mia. kr. Er nú mett til 20,3
mia. kr.
• Fólkatalið +5,6% ella
+2.800 fleiri íbúgvar. Eru nú
51.440 fólk.
• Løntakarar +12,5% ella
um 3.000 fleiri. Eru nú 27.500
løntakarar.
• Arbeiðsloysið minkað
úr 3,3% niður í 1,1%, og hetta
er tað lægsta, ið nakrantíð er
uppgjørt.
• Avlop landskassans +1,4
mia. kr. Í mun til minus 1,1
mia. kr. undanfarna valskeið.
•
Nettoskuld
landskassans lækkað úr 2,4
mia. kr. niður í 0,8 mia. kr.
(lánsbrævaskuld
frádrigið
gjaldføri).
• Húsarhald +2,4 mia. kr.
innistandandi og +1,3 mia.
kr. í útlánum í føroyskum
bankum
•
Vinnulívið:
metstór
avlop seinastu árini. Inn
tøkurnar frá partafelags
skatti øktar við 120 mió. kr.
árliga.
• Talið av nýstovnaðum
partafeløgum +800, herav
eru 210 íverksetarafeløg.
• Inntøkur landskassans
øktar nærum 1,3 mia. kr., sum
er tvífalt ríkisstuðulin.
• Ríkisstuðulin er nú met
lágur partur av samlaðu al
mennu inntøkunum. 94%
av almennu inntøkunum
eru skaptar í Føroyum, ríkis
stuðulin bert 6%.
Íløgurnar
Íløgurnar næsta ár eru settar
til 428 milljónir hjá landinum
og karmarnir komandi árini
eru settir til at vera millum
400 og 500 milljónir krónur.
Komandi fimm árini, sum
karmarnir fevna um, verða
íløgurnar í mentan:
• Miðnám á Kambsdali
• Húsarhaldsskúli í Klaks
vík
• Eftirskúli og Ítróttahá
skúlin í Suðuroy
• Listaskúli á Sandi • Fróð
skaparsetur
• Rásin
• Tjóðleikhús
• ÍSF hús
• Søvn Landsins
• Listasavn Føroya
• Víkingaskip í Hovi
• Skótadepil á Selatrað
Í heilsuverkinum verða
íløgur gjørdar í Landssjúkra
húsið og á Klaksvíkar Sjúkra
húsi.
Á almannaøkinum verða
íløgur gjørdar í umlætting
ardeipil til børn við autismu,
tríggjar bústovnar til fólk
við menningartarni, barna
heim og Eirsagarður verður
endurnýggjaður.
Á
samferðsluøkinum
verða tunnlarnir gjørdir og
landsstýriskvinnan sigur, at
játtanin til viðlíkahald verð
ur hækkað.
Harumframt
er
tað
Talgildu Føroyar, havrann
sóknarskipið og nýggj hølir
til sjóvinnustýrið í Vágum
Uttan fyri fíggjarlógina
Andstøðan hevði hvassar
atfinningar til játtanarkarm
arnar.
Fyrst og fremst tí rakst
urin framvegis hækkar, men
eisini tí samgongan ger ein
játtanarkarm, har ikki allar
útreiðslurnar síggjast.
- Hetta er tað sama, sum
vit hava sæð fyrr. Nógvar
milljónir verða lagdar uttan
fyri fíggjarlógina, so tað er
torført at fáa fult gjøgnum
skygni.Almennu útreiðslur
nar vaksa eisini nógv og tí
haldi eg ikki tað hóskar so
væl saman við tí, sum eg lesi
um sjálvbjargni, sigur Jacob
Vestergaard, Fólkaflokkurin.
- Vit hava sæð eisini, at
tað eru nógvar almennar
útreiðslur, sum ikki halda.
Glasir er eitt dømi og júst
nú hava vit hoyrt, at heldur
ikki pengarnir til nýggja
H-nygningin á Landssjúkra
húsinum halda, sigur Jacob
Vestergaard.
Samgongan vísir í við
merkingunum á, at hon hev
ur rikið ein politikk, sum ger
at tað ber til at gera stórar
íløgur og at hon hevur bøtt
um livikorini í Føroyum.
Hon vísir eisini á, at um
uppskotini frá andstøðuni
høvdu verið fylgd um til
dømis
skattafrítt
útgjald
úr Samhaldsfasta og eingi
tilfeingisgjøld, so leyp onki
av á fíggjarlógini næsta ár.
Fíggjarkarmarnir fáa 1.
viðgerð í Lkøgtinginum í
morgin.
HÁLV MILLJARD Í AVLOPI
3,5 PROSENT Í VØKSTRI
Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú, legði fram fíggjarkarmnar á tíðindafundi fríggjadagin
Myndir: Álvur Haraldsen
Níggju sterkar kvinnur á
tíðindafundinum...