Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fundurin við Gjógv endaði við ruðuleika í Sjálv­ stýri Árni Gregersen GREINING: Tað er ikki altíð, at stríð í einum politiskum flokki undan vali, kostar flokk­inum atkvøður. Tvørturímóti eru nógv døm­ir um, at stríð og kapp­ ing í einum flokki kann geva flokk­inum framgongd, tí tá gera øll sítt ýtasta fyri at fáa fólk at velja rætta persónin. Tað er tó ikki ofta, at vit hava upplivað slíkt skrall, sum tað er hent nú í Sjálv­ stýri. Opið stríð er í flokkinum mill­um lokalfelagið í Havn og valdu leiðsluna í flokk­i­ num. Formaðurin í felagnum í Streymoy, Bjørn á Heygum, legg­ur ikki fingrarnar í­m­ illum, tá ið hann fer eft­ir Jógvan Skorheim, for­mann­ i­num í flokkinum. Bjørn á Heygum sigur, at tað er Jógvan Skorheim, sum stýr­ir flokkinum og at fleiri av av­gerðunum verða tiknar í Be­tesda í Klaksvík, heldur enn í sjálvum flokkinum At tað gonur hart á í stríð­num kom til sjóndar á fundinum við Gjógv leyg­ar­ dagin. Tá avgjørdi flokkurin, at Bjørn á Heygum ikki sleppur at stilla upp fyri flokkin og at hann heldur ikki umboðar flokkin í almenna rúminum. Hetta er so draastiskar av­gerð­ir, at tær helst hava við sær, at fyrrverandi sam­ bands­maðurin, Bjørn á Heyg­um, fer úr flokkinum. Spurn­ingurin er eisini, hvat tað fer at hava við sær fyri lok­a­l­felagið í Havn. Hann er farin Fyribils eru ikki nógvar av­ leið­ingar komnar til sjóndar. Bjørn á Heygum hevur enn ikki boðað frá, hvat hann fer at gera, men neyvan verður hann verandi í Sjálvstýri. Tá ið ein sum formaður í ein­um lokalfelag, hvørki slepp­ur at stilla upp ella tosa fel­ag­sins vegna í almenna rúm­i­num, so er lítið at gera. Bjørn á Heygum sigur, at tað eru nikkudukkur í flokk­ i­num, s um geva for­mann­i­ num so stórt vald, at hann slepp­ur at broyta politikk floks­ins og stýra eftir egn­ um høvdi. Í politiskum flokkum er tað ikki óvanligt, at stríð er inn­anhýsis, men tað kemujr sjálv­dan so langt, sum tað er kom­ið hesaferð í Sjálvstýri. Fyrsta beinleiðis av­ leið­ing­in er, at Hans J. Hermansen, fyrrverandi nevd­ar­limur í Streymoyar Sjálv­stýr­is­felag, hevur boðað frá, at hann meldar seg úr flokk­i­num, Hann grundgevir mill­um annað við, at flokk­ur­in er toppstýrdur og at við­tøk­u­r­ nar ikki eru dagførdar. Millum reglurnar kann les­ast, at afturgongdin í Havn og kvettroynd á fundi í lok­a­l­felagnum eisini nívir hann. Hann hevur í ein mans­ald­ur verið limur í flokk­i­num, men nú heldur hann at tað er nóg mikið – og at ikki vendist aftur Stríðið í Sjálvstýri er – um­framt valdsstríð – eisini um politisku kósina hjá flokkinum. Serliga í Havn finn­ast limir at, at flokkurin ikki fór við í samgonguna, tá ið tað kortini vísir seg, at flokk­urin hevur bjargað á­vísum verkætlanum hjá sam­gonguni – fyrst og fremst við at taka undir við pen­sjóns­skipanini. Sjálvstýri fór úr sam­ ráð­ing­um um samgongu, tí flokk­urin ikki tók undir við fiski­vinn­u­nýskipanini. Hendan avgerðin fekk ikki und­ir­tøku allastaðni og for­maðurin, Jógvan Skor­ heim, verður lagdur undir at meira ella minni at hava tikið hana einsamallur. Spurningurin um stríði­ð hesaferð fer at geva flokk­i­ num færri atkvøður, tí Havn­ in meira ella minni meldar seg út, er ikki ósannlíkt. Flokk­urin berjist við hinar smærru flokkarnar um at fáa hendur á teimum at­kvøð­ u­num, sum tir fýra størru flokk­arnir annars ikki fáa. At Kári P. Højgaard hev­ur sagt, at hann ikki stillar upp­ aftur, ger neyvan livilíkindini betri, tí ongin er beinleiðis sett­ur við at taka yvir eftir Kára Post. Tí verður komandi val eitt stríð um lív ella deyða fyri Sjálv­stýri. BARDAGI INNANHÝSIS Í SJÁLVSTÝRI UM VALD Bjørn á Heygum umboðar ikki flokkin í almenna rúminum og sleppur ikki at stilla upp. Hans J. Hermansen hevur tikið avleiðingarnar av stríðnum og hevur meldað seg úr flokinum. Kári P. Højgaard stillar ikki uppaftur Jógvan Skoheim er formaður í Sjálvstýri.