Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEIMASTÝRISLÓGIN 71 ÁR Í dag eru 71 ár liðin, síðani heimastýrislógin, sum staðfestir pol­it­isku við­ur­skift­ini mill­um Føroyar og Dan­mark, varð setti í gildi. Í fyrsta lands­stýr­i­num stóru Sam­bandsflokkurin, Javnað­ar­flokk­ur­in og Sjálvstýrisflokkurin. Lø­g­mað­ur var Andras Sam­u­el­sen úr Sam­bands­flokk­in­um. Lands­stýr­is­menn vóru Kristi­an Djurhuus úr Sambandsflokkinum, Jó­an Pet­ur Dav­id­sen úr Javn­að­ar­flokk­inum og Louis Zachariasen úr Sjálvstýrisflokkinum. AFTURHVARV: Fyri 35 árum síðani fóru tvær stórhendingar fram í Føroyum. Vit fingu før­ oyskt sjón­varp og sa­m­t­íða­r­ skatt­a­skip­an­ina 1. apríl í 1984 Í sambandi við, at tað í dag eru 35 ár síðani, at Sjónvarp Føroya varð sett á stovn – og at samtíðarskattaskipinanin varð sett í gildi sama dag, endurprenta vit tilfar úr Sosialin fyri 35 árum síaðni. Vinstrumegin er eitt sjónvarpsummæli, sum Dagny Joensen, blaðkvinna á Sosialinum, skrivaði, eftir atr føroyska sjónvarpið sendi á fyrsta sinni – og høgrumegin er grein av forsíðuni í Sosalinum 3. apríl 1984. Blaðið var sum vera man tilstaðar uppi á Elektron tann 1. apríl í 1984, tá Tórbjørn Poulsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tendraði fyri kelduskattaskipanini. Fyri føroyingar merkti tað, at skatturin varð trektur av lønina, áðrenn lønin varð útgoldin. Fyri ta tíð, skuldi gerast upp og skattur gjaldast áreið eftir atlønin varð forvunnin. Sjónvarp Føroya, sum byrjaði hendan dagin, varð eisini á tíðindafundinum hjá Elektron, har Ragnar Joensen tók upp – og »stórhendigin« var síðani varpað út í sjónvarpinum sama kvøldið. Jógvan Asbjrøn Skaale, sum var stjónvarpsstjóri fyrstu 10 árini, sæst eisini á ovaru myndini saman við Ragnari Joensen. Teir vóru einastu starvsfólk í Sjónvarpinum, tá tað byrjaði. Formellu sendingarnar hjá Sjónvarpinum byrjaðu seinni á árinum. Sjónvarp og kelduskattur 35 ár