Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at flyta tann partin av umdóms­ virkseminum í Húsinum í Atlantis – tey, sum eru 13 til 18 ára gomlu - í rúmligari umstøður í Dáva­virkinum. - Hetta kemst serliga av góðu undirtøkuni og økta virkseminum í Húsinum, og nú verða so stig tikin til at gera umstøðurnar enn betri, siga tey í Klaksvíkar kommu­nu. Tað er ikki lang tíð síðan, at ungdómshúsið varð flutt úr gamla Norð­ oya­banka og nærri mið­ býnum. Hóast tað má nú ásannast, at økta vitjunartalið, saman við ynski­num um at kunna bjóða tannáringunum fleiri og betri tilboð, hev­ur gjørt, at avgerð nú er tikin um at flyta ungdómspartin út í Dáva­ virkið, har fleiri hundrað fermetrar av leiguhølum eru tøkir at gagnnýta. Í Klaksvíkar kommu­ nu siga tey, at ein orsøk til, at Húsið varð stað­sett í miðbýnum og nærri Skúlatrøð og ítrótta­r­ økinum var, at hetta var høgligari hjá skúla­børn­ unum, sum dagliga vitja Húsið, áðrenn tey fara víðari til annað frítíðar­ virksemi, sum liggur tætt við. - Hetta hevur víst seg at hóska væl, serliga fyri yngru børnini. Fyri ungdómsvirksemið, sum er meira út á kvøldarnar og um vikuskiftini, er hinvegin ikki eins avgerandi, at Húsið liggur júst í miðbýnum, men hjá teimum er meira avgerandi, at pláss og møguleikar eru til at skipa og hava øðrvísi tiltøk, sum eru spennandi og avbjóðandi til júst teirra aldursbólk. Hølini í Dávavirkinum geva gott pláss, og her ber til at hava onnur sløg av tiltøkum enn tey, sum Húsið í dag hevur pláss til. Beinta Á. Gregersen, leiðari í Húsinum, er sera fegin um henda møguleika og góðu umstøðurnar. - Hetta er við til at geva okkara ungu betri møguleikar og størri rásarúm. Fyrst og fremst gevur hetta okkum fleiri rúm at arbeiða í, har vit kunnu hava ymisk tilboð til ymiskan aldursbólk. Vit hava 40 tannáringar hvørt kvøld, og vit gleða okkum at bjóða teimum eitt stað, har tað er hugflogið sum setur avmarkingarnar og ikki hølið, sigur Beinta Á. Gregersen við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu. - Hetta er við til at geva okkara ungu betri møguleikar og størri rásarúm, sigur dagligi leiðarin, Beinta Á. Gregersen Nú er tað bert hugflogið sum setir avmarkingar Nólsoyingar hildu Earth Hour á sín sermerkta hátt. Skipað varð fyri lummalyktatúrum, og her vóru nógv fólk við. Eftir túrarnar fingu øll kaffi og køkur á Kunningarstovuni. Almenn innkalling til ógilding Eftir áheitan frá Eik Banka vegna eigar ar­ n ar av veðsettu ognini, hevur rætturin við úr skurði frá 19. mars 2019 givið loyvi til almenna innkalling til ógilding av ognar­ veð brævi, stórt 500.000, undirskrivað 10. september 2004, tinglýst tann 16. sept­ ember 2004, við veð í ognini matr.nr. 26 s, Oyri. Tað er upplýst, at ognarveðbrævið er horvið undir slíkum umstøðum, at treytirnar, fyri at fáa ognarveðbrævið ógildað, eru til stað­ ar. Tann ella tey, sum vil/vilja mótmæla hesa ógild an, verða innkallað at møta í Føroya Rætti, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, mikudagin, tann 1. apríl 2020, kl. 9.00 Tann, sum ikki møtir, má rokna við, at ognar veðbrævið verður staðfest sum deytt og kraftaleyst at vera. Tann ella tey, sum veit/vita, hvar ognar­ veð­brævið­er­at­finna,­verður/verða­biðin­ um at boða dómaraskrivstovuni frá hesum. SORINSKRIVARIN (DÓMARIN) Í FØROYUM, 19. mars 2019. DÓMARASKRIVSTOVAN C. Pløyensgøta 1 · Postrúm 28 · FO­110 Tórshavn post@sorinskrivarin.fo · www.sorinskrivarin.fo Tlf. 31 10 03 · Fax 31 83 13 Almenn innkalling til ógilding Eftir áheitan frá advokat Birita Sandberg Samuelsen, vegna eigaran hevur rætturin við úrskurði frá 26. mars 2019 givið loyvi til almenna innkalling til ógilding av ongarveðbrævi stórt 100.000,00, tinglýst tann 12. mars 2009 við veð í ognini matr. nr. 40 B, 660 Søldarfjørður. Tað er upplýst, at ognarveðbrævið er horvið undir slíkum umstøðum, at treytirnar, fyri at fáa ognarveðbrævið ógildað, eru til staðar. Tann ella tey, sum vil/vilja mótmæla hesa ógildan, verða innkallað at møta í Føroya Rætti, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, mikudagin, tann 1. apríl 2020, kl. 9.00 Tann, sum ikki møtir, má rokna við, at ognarveðbrævið verður staðfest sum deytt og kraftaleyst at vera. Tann ella tey, sum veit/vita, hvar ongarveðbrævið er at finna, verður/verða biðin um at boða dómaraskrivstovuni frá hesum. SORINSKRIVARIN (DÓMARIN) Í FØROYUM, 26. mars 2019. DÓMARASKRIVSTOVAN C. Pløyensgøta 1 · Postrúm 28 · FO-110 Tórshavn post@sorinskrivarin.fo · www.sorinskrivarin.fo Tlf. 31 10 03 · Fax 31 83 13 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Anna Helena Husgaard, Yviri við Strond 95, 100 Tórshavn, fødd tann 16. januar 1926, deyð tann 4. januar 2019, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 13/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 13. mars 2019. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Elisabeth Maria Samuelsen, Tinghúsvegur 79, 100 Tórshavn, fødd tann 11. januar 1955, deyð tann 1. januar 2019, og fyrr deyða hjúnarfelaga Sørin Johannes Frederiksen, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 37/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 13. marts 2019.