Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 Brúka teir gomlu bygdaskúlarnar Vilmund Jacobsen Týsdagin hin 9. apríl fer Føroya Arbeiðs­ gevara­felag at skipa fyri tiltaki um ásetingar um hvílitíðir og trygdar­ skipan í arbeiðs­um­ hvørvis­lógini. Hetta er eitt ókeypis limatiltak, har kortini er neyðugt at melda til hjá teimum, sum ætla sær at lut­taka. Á tiltakinum fer Leivur Pers­son frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum yvir­skipað at greiða frá arbeiðs­um­hvørvislógini, og her fer hann serliga at viðgera ásetingarnar um trygdar­skipanina. Nýggj vegleiðing Sálarfrøðingurin á Arbeiðs-og Brunaeftir­ lit­i­num, Anna A. Andre­ sen, fer eisini at greiða frá, og hon fer serliga at leggja dent á nýggju veg­ leiðingina um hvílitíðir, sum stovnurin júst hevur gjørt. Høvi verður at seta spurningar, og lagt verð­ ur eisini upp til prát um viðurskiftini, tá komið er gjøgnum formligu skrán­ na. Tiltakið um hvílitíðir og trygdarskipan byrjar klokk­an 15, og tað verður í Vinnuhúsinum á Óðins­ hædd. - Tiltakið er fyri limir í Føroya Arbeiðs­gevara­ felag og tess undir­feløg­ um, vita tey í Vinnu­húsi­ num at siga í dag. Sørvágs kommuna og S.J.H. Commercial Divers hava undirskrivað avtalu um keyp av bátabrúgvum, og talan er um at skifta uttasta partin av brúgvunum út. Rasmus vann í el Vilmund Jacobsen Í sera tættari og spennandi kapping gjørdis Rasmus Poulsen av Sandi FM-vinnari fyri el-lærlingar. Hann er í læru hjá LM Electric og luttók í FM fyri handverkslærlingar hin 28. februar og 1. mars á Torginum í SMS. Rasmus Poulsen var tann eini av fýra el-lærlingum, sum kappaðust innan el-fakið. Í Vinnuhúsinum siga tey, at Rasmus Poulsen avrikaði øgiliga væl til kappingina, og gjørdist soleiðis FM-vinnari. Vinnuhúsið hevur fingið FM-vinnaran at seta orð á sína luttøku í FM-kappingini. - Formaðurin hjá mær ringdi til mín og spurdi, um eg ikki hevði hug at luttaka í FM. Í fyrstu atløgu ætlaði eg at siga nei, men eftir at hava hugsað um hetta, so valdi eg at luttaka. Eg visti ikki veruliga, hvat tað innibar at luttaka, og eg visti faktiskt ikki av, at tað var í SMS. Rasmus Poulsen vísir á, at sum el-lærlingur er hann vanur við at arbeiða á skrivstovum hjá fólki, umframt at arbeiða við stórum verkætlanum, sum eitt nú á Glasi, har nógv fólk ganga allan dagin. - So, tankin um at kappast í SMS ávirkaði meg ikki tað stóra, sigur hann. Og Rasmus Poulsen leggur aftrat: - Hetta vísti seg at eisini at passa nokso væl, tí tá kappingin var í gongd, var eg so mikið konsentreraður, at eg føldi ikki, at eg bleiv órógvaður. Hóast kappingin var í SMS, og fólk gingu rundan um meg og hugdu ein stóran part av tíðini, ávirkaði tað meg ikki stórvegis, sigur FM- vinnarin fyri el-lærlingar. Øll frágreiðingin hjá Rasmusi Poulsen kann lesast um heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum – www.industry.fo Leivur Persson og Anna A. Andresen frá Arbeiðs-og Brunaeftirlitinum fara at greiða frá um arbeiðsumhvørvislógina Ókeypis tiltak um hvílitíðir og trygdarskipan Fríggjamorgun 12. apríl klokkan 10 bjóðar Vágs kommuna eldra ættarliðnum í býnum - teimum, sum eru 65 ár og eldri - til góðan morgunmat í Garðslon í Vági. Vilmund Jacobsen Umfatandi ábøtur eru gjørdar á gamla bygda­ skúlan við Gjógv, og nú er bert eftir at rudda og gera smærri ábøtur innan. Ein arbeiðsbólkur mann­aður við umboðum fyri felagið Gjómann og Sunda kommunu fer at lýsa bygningin, og hvussu kom­andi virksemi kann skipast. Alt hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Tjóð­savnið. Tjóðsavnið vitjaði skúlan við Gjógv fyrr í mánaði­num, og saman við umboðum frá felag­ num Gjómanni og Sunda kommunu varð ein fyri­ bils ætlan løgd fyri, hvussu arbeiðið skal fara fram. Í Sunda kommuna fegnast tey um, at virk­ semi nú verður í øllum teim­um gomlu bygda­ skúlu­num í kommununi. - Skúlin í Haldórsvík verður brúktur til undir­ hús og frítíðar­undir­vísing, skúlin í Tjørnuvík er listafólkabústaður, og nú verður skúlin við Gjógv gjørdir til skúlasavn, siga tey í kommununi. Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykt, at skúlin við Gjógv í framtíðini skal gerast til Føroya fyrsta skúlasavn